hugsaði, hvat er tað sum ger, at vit skulu hava alt at passa inn í fýrakantaðar karmar. Eg veit væl, fólk siga tað er effektivt og praktiskt, men tað er snedigt, at vit gera tað við alt. Heimurin er rundur [...] frá lutinum og eftir er formurin. Annika Jensina á Lofti hevur áður sýnt fram á t.d. Ólavsøkuframsýningum, men talan hevur verið um vanliga myndlist, málningar og lista myndir. Hetta er hennara fyrsta framsýning [...] sjónvarp er fýrakantað, og tú fært eisini fýrakantaði eygu av at hyggja at sjónvarpi, sigur Annika. - Eg vildi gjarna sýna tað fram her inni á Glyptotekinum, greiðir hon frá. - Vetrargarðurin er organiskur
Norður um Fjall so nógv sum gjørligt. Tað er líkt til, at hetta er ein sjálvforsterkandi prosess, har flest allir politikkarar luttaka so ella so. Men álvaratos, hvat er tað, sum hevur slíkan skund, at politikkarar [...] gott latín at siga, at politikkur snýr seg um at skapa vælferð fyri fólkið, her býr. Nú er líkt til, at hetta einans er farið at snúgva seg um at bora tunlar. Sjálvt flokkar, sum siga seg arbeiða fyri fólksins [...] Víðari vísir hann á meðan kjarnuøkini í okkara vælferð berjast hvønn dag fyri at halda øllum uppi, so er einki mark fyri, hvussu nógvar hundraðtals milliónir verða umrøddar í samband við tunnlar. - Sjálvt
álit á avloysaranum. Dreymur og veruleiki Vit spurdu Høgna Debes Joensen, hvat tað er, sum dregur hann út á hav. - Í fyrsta lagi er tað dreymurin um veruliga at royna sjólívið og spenningurin at uppliva okkurt [...] okkurt nýtt og forvitnisligt. Eg kenni meg ógvuliga væl umborð, og tað er gevandi at uppliva tað samanhald, sum er. Hetta er hart og strævið likamligt arbeiði. Tú skalt hava góða heilsu, hava sjónáttúr [...] verksmiðjuni. - Her er nógv at takast við, tá fiskiskapurin er góður. Vit standa við pavnar og maskinur, vit pakka og arbeiða á frystarínum, sigur landslæknin, sum nú á triðja sinni er á veg upp í Barentshavið
hvussu man kann arbeiða, hóast arbeiðssteðgur er, og tað heldur hann verða pínligt. Maktdemonstratión Talan er ikki um fyrstu ferð, at Jóhan Petur Davidsen er komin upp á kant við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum [...] havi eg ikki verið við, tí vit tá gloyma, hvat sjúkrahúsverkið er til, sigur Jóhan Petur Davidsen, sum heldur, at sjúkrahúsleiðslan als ikki hevur føling við, hvat gonfur fyri seg á sjúkrahúsinum, og heldur [...] honum. Sjálvur heldur Jóhan Petur Davidsen, at skurðdeildin er ein vælvirkandi deild, har trivnaðurin er góður. Sambært uppsagda yvirlæknanum er stórur áhugi fyri at sleppa at arbeiða á deildini. Nú arbeiðir
- Hvat er tað næsta? Skal eg síggja eitt barn detta av brúnni áðrenn nakað hendir? Er tað veruliga tað, ið Tórshavnar kommuna vil? At ein ólukka skal henda áðrenn tey lyfta seg úr stólinum? Her má okkurt [...] við leikin. - Tá vistu dreingirnir hvat bilførarin vildi, so teir hoppaðu niður og runnu avstað. Men tá vóru teir komnir millum ein triðing og hálva brúnna, har tað er umleið sekstan metrar niður. Ada Bisp [...] ungdómi, ið er á veg heim frá býnum, so haldi eg, at okkurt má gerast beinanvegin. Ada Bisp valdi eisini beinanvegin at gera vart við seg og ringdi til kommununa, og greiddi teimum frá, hvat hon hevði sæð
postin út, er eisini ójøvn. - Tað er minni at gera mánadagar nú - nei, tað vil siga, at soleiðis var tað fyrr. Í dag er tað ikki so. - Tað vísir seg, at nú bløðini eru tikin burtur úr rutunum, so er allir dagar [...] Saksun, nú Sundalagsstevnan stendur fyri framman. Klokkan er farin at nærkast 10 og Lis er klár at fara víðari til næstu húsini í bygdini. Tað er ferð á henni og henni dámar arbeiðið sítt væl. Fólk eru altíð [...] húski Hvønn einasta morgun, tá onnur fólk júst er komin á føtur, er Lis Hansen longu møtt til arbeiðis á posthúsinum á Oyri saman við hinum postboðunum. Klokkan er ikki nógvar minuttir yvir 7, tá hon fer í
ella hvat?, spyr Petur Nolsøe, og dylir ikki, at hann metir hetta vera bæði langt úti og sera skemtiligt. - Eg havi fingið at vita, at eg kann søkja um loyvi, men tað tekur óivað langa tíð, og so er tíðin [...] Petur Nolsøe hevur í mong ár innflutt vørur av alskyns slagi til Føroya. At innflyta lunda úr Íslandi er ikki nýtt í fjøltáttaðu vøruskránni hjá honum. Vit hitta Petur Nolsøe í hugnaligu húsnunum á Ternuryggi [...] sum hevur slept ordranum uppá 6000 lundar úr Íslandi. Hetta snýr seg um nógvan pening, tí prísurin er góður. Alt heldur uppat - Um alt skal ganga eftir ES-reglum, so heldur alt uppat. Alt kann ikki spæla
Xplotion er á skránni, verður Ásgrímur sjálvandi við. Hann veit longu um fleiri av vinmonnum sínum, sum ætla sær við, og tí fer hann eisini. Hann er rættiliga væl útgjørdur, tí hansara bretti er eitt av [...] gjørt, og at døma út frá myndunum er nógv gjørt burturúr. - Onkur frisura er verri enn ein onnur, staðfestir fyrireikarin, Ólavur Guttesen. Vinningurin í hesi kappingini er kanska ikki heilt óvæntað - ein [...] sera væl. -Eg haldi at tað er sera skeg, tí tað eru so nógv triks í hesum. Tað eru kanska eini 7000 triks, so ein verður ongatíð liðugur við triksini, sigur Ásgrímur. Hann er sera fegin um hesa breytina
víðari. Fólk hava lagt sína frítíð eftir hesi útbúgving, men tað er so alt farið nú, sigur Óluva í Gong. Hon sigur víðari, at ein onnur fylgja er, at hesir 40 sjúkrarøktarfrøðingarnir nú eru í vanda fyri ikki [...] sum tey nú skuldu á, er ein treyt fyri at sleppa at útbúgva seg víðari. - Eg eri bangin fyri atburðinum hjá leiðsluni á setrinum. Eg ivist í um tey skilja hvussu umráðandi tað er at útbúgva fólk innan [...] enn vit seta við í løtuni. Tí er tað av stórum týdningi, at vit útbúgva fólk, bæði á grundútbúgvingini og innan serøkir, sigur Óluva í Gong, sum leggur afturat, at møguliga er tíðin komin, at vit skulu umhugsa
við øll hini. - Og so er tað eisini so gott at hoyra um Gud, sigur hann. Evnið á leguni í ár er bønin Faðir Vár, og tað er ein bøn, sum Magni eisini kennir frammanundan. - Tað er eitt sindur ringt at skilja [...] ungdómsleguna er mangt og hvat spennandi við áhuga fyri tey ungu. Tað eru tó nøkur ting, sum Magna hevur dámað sera væl við leguni: - Mær dámar væl at koma saman við øðrum ungfólkum. Tað er so deiligt bara [...] Samrøðan er liðug, og Magni skundar sær avstað. Sum ein av ídnu fótbóltsspælarunum í Sørvági, skal hann nú gera seg kláran til enn ein dyst. Klokkan 16 er fótbóltskapping á skránni. Og so er hann flogin