Petur Nolsøe hevur í mong ár innflutt vørur av alskyns slagi til Føroya. At innflyta lunda úr Íslandi er ikki nýtt í fjøltáttaðu vøruskránni hjá honum.
Vit hitta Petur Nolsøe í hugnaligu húsnunum á Ternuryggi í Havn, har hann eisini hýsir alskyns dýrum og fuglum, og har hann greiðir frá nýggja trupulleikanum, sum hann metir vera heldur skemtiligan.
Rekast inn
Petur Nolsøe dugir væl at síggja tað skemtiliga í gongdini.
- Eg havi í mong ár innflutt lunda til Føroya. Lundin hvarv í Føroyum meira ella minni í árunum 1988 til 90, tá ódnirnar herjaðu. Tá vendu matstovueigarar sær til mín, um tað ikki bar til at innflyta lunda, greiðir Petur Nolsøe frá.
Hann innfluttu síðani lunda úr Íslandi.
- Tað hevur ongantíð verið ein trupulleiki, men so kom pappírsveldið uppí. Nú boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, at fuglurin skal fyrst á góðkent sláturvirki. Eg má spyrja; skal villur fuglur nú rekast inn á sláturvirki, ella hvat?, spyr Petur Nolsøe, og dylir ikki, at hann metir hetta vera bæði langt úti og sera skemtiligt.
- Eg havi fingið at vita, at eg kann søkja um loyvi, men tað tekur óivað langa tíð, og so er tíðin farin frá hesum, sigur Petur Nolsøe, sum hevur slept ordranum uppá 6000 lundar úr Íslandi.
Hetta snýr seg um nógvan pening, tí prísurin er góður.
Alt heldur uppat
- Um alt skal ganga eftir ES-reglum, so heldur alt uppat. Alt kann ikki spæla eftir klaverinum hjá ES, sigur Petur Nolsøe, sum vísir á, at íslendingar eisini eru givnir at útflyta egg, tí ES eisini her hevur ásett reglur.
Sjálvur innflutti Petur Nolsøe íslendsk egg til Føroya í fleiri ár.
Skulu fylgja ES reglum
Óluva Niclasen frá matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sigur, at øll vøra úr Íslandi skal ígjøgnum eftrilit á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
- Øll vøra skal kannast og skal vera handfarin á rættan hátt reinførisliga á ES góðkendum virki ella vera frá góðkendum veitara, sigur Óluva Niclasen.
- Fuglur. Tað er jú veiða, og handfaringin skal vera frá góðkendum veitara. Allar animalskar vørur úr Íslandi skulu ígjøgnum marknaeftirlitsstøðina á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur Óluva Niclasen.
Orøkin
Júst hví vit koma undir Es reglur, er ein fløktur spurningur at greiða.
- Vit eru umvegis ein partur av ES. Vit hava t.d. loyvi at útflyta fisk til ES, men ikki djóravørur, Vit skulu eisini ansa eftir, at vit fylgja ES reglum, so sjúkur og annað slíkt ikki kemur inn í ES, sigur Óluva Niclasen.
Sostatt er tað t.d. vandin fyri, at vøra, sum kemur til Føroya, fer víðari til ES lond, ið ger okkum til óbeinleiðis part av ES reglunum, sigur Óluva Niclasen