- Skeg við øllum triksunum

Ásgrímur ætlar sær eisini við til skatara-tiltakið. Hann dugir longu fleiri skatara-triks, men nógv eru eftir, tí íalt eru omanfyri 7000 ymisk triks.

Tað er ringt at fáa orð á dreingirnar á skatara-breytini. Teir hava annað at hugsa um enn umboðini fyri tíðindatænastuna.
At enda fáa vit fatur á einum av skatarunum, tí 15 ára gamla Ásgrími Lützen úr Havn.
Hann hevur skatað í eini trý ár, og dámar hetta sera væl.
-Eg haldi at tað er sera skeg, tí tað eru so nógv triks í hesum. Tað eru kanska eini 7000 triks, so ein verður ongatíð liðugur við triksini, sigur Ásgrímur.
Hann er sera fegin um hesa breytina við Læraraskúlan. Men hann og vinmenn hansara hava kortini eitt ynski: At breytin hevði enn fleiri møguleikar.
- Har eru ikki so nógvir møguleikar. Tí verður ein nokkso skjótt troyttur av teimum, tí ein bara kann gera tað sama, sigur hann.

Gott bretti
Nú skatarakappingin Xplotion er á skránni, verður Ásgrímur sjálvandi við.
Hann veit longu um fleiri av vinmonnum sínum, sum ætla sær við, og tí fer hann eisini.
Hann er rættiliga væl útgjørdur, tí hansara bretti er eitt av teimum heilt góðu ? Element, sum tað kallast.
- Tey eru øgiliga dýr ? eg haldi, at tey kosta eini 2.200 kr. í Føroyum, sigur Ásgrímur.
Hann vísir okkum brettið við hjólunum og leiðunum, sum hoyra til. Og vit lata okkum imponera.
-Eg havi sjálvur goldið brettið. Eg keypti tað í Danmark, tí har er tað nógv bíligari, sigur hann skjótur, - sum um hann veit, hvat næsti spurningur okkara verður.
? Eg brúkti ein part av konfirmatiónspengunum til hetta.

Mest løgna frisuran
Ein onnur kapping, sum longu er í gongd, er kappingin um løgnastu og mest sjáldsomu frisuruna.
Her hava fólk møguleika at senda inn myndir av sær sjálvum ella øðrum við eini undarligari frisuru.
Hetta hava fleiri longu gjørt, og at døma út frá myndunum er nógv gjørt burturúr.
- Onkur frisura er verri enn ein onnur, staðfestir fyrireikarin, Ólavur Guttesen.
Vinningurin í hesi kappingini er kanska ikki heilt óvæntað - ein ókeypis klipping í salongini hjá Madonnu í Havn. Tað er eisini úr hesi salongini at dómararnir eru.