- Sjálvt løgmaður farin uppí kórið

Álvaratos, hvat er tað, sum hevur slíkan skund, at politikkarar blaka alt fíggjarligt vit og skil fyri borð og renna undan gjørdum langtíðarætlanum, spyr Jóannes Eidesgaard

Í lesarabrævið sent miðlunum í dag, ger Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, eina heldur hvassorðaða viðmerking til tunnilsøðina, sum herjar landið í hesum døgum. 

 

-  Einki annað politiskt mál fær so nógva rúmd í politiska kjakinum og í miðlunum, sum málið um,  hvussu vit fáa framskundað tunlarnar Norður um Fjall so nógv sum gjørligt. Tað er líkt til, at hetta er ein sjálvforsterkandi prosess, har flest allir politikkarar luttaka so ella so. Men álvaratos, hvat er tað, sum hevur slíkan skund, at politikkarar blaka alt fíggjarligt vit og skil fyri borð og renna undan gjørdum langtíðarætlanum? Ella eru hesir tunlarnir veruliga avgerandi fortreytin hjá tingfólkum fyri at verða afturvald, skrivar Jóannes Eidesgaard. 

 

Víðari vísir hann á meðan kjarnuøkini í okkara vælferð berjast hvønn dag fyri at halda øllum uppi, so er einki mark fyri, hvussu nógvar hundraðtals milliónir verða umrøddar í samband við tunnlar.

 

 

- Sjálvt løgmaður hevur nú eisini blakað alt annað úr sínum hondum og hevur enntá sett embætisfólk til í skundi at ganda eina loysn fram, soleiðis at hasir tunlarnir Norður um Fjall kunnu gerast; heldur í dag enn í morgin, skrivar Jóannes Eidesgaard. 

 

 

 

- Einaferð var tað gott latín at siga, at politikkur snýr seg um at skapa vælferð fyri fólkið, her býr. Nú er líkt til, at hetta einans er farið at snúgva seg um at bora tunlar. Sjálvt flokkar, sum siga seg arbeiða fyri fólksins vælferð, eru farnir við upp í kórið, sigur Jóannes Eidesgaard.

 

 

Les alla viðmerkingina við at trýsta her