Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sendi í dag eitt tíðindaskriv út, har tey funnust at Fróðskaparsetri Føroya, tí tey høvdu valt at niðurraðfesta ískoytisútbúgvingina hjá 40 sjúkrarøkarfrøðingum og hon bleiv spard burtur vegna trongar fíggjarligar karmar.
Forkvinnan í felagnum, Óluva í Gong, sigur, at setrið ikki skilir týdningan av hesi sparing og hvat tað hevur við sær.
- Fyri tað fyrsta, so hava vit brúkt eitt hálvt ár uppá at fáa alt hanga saman, tí heilsuverkið kann ikki mangla 40 fólk uttan víðari. Fólk hava lagt sína frítíð eftir hesi útbúgving, men tað er so alt farið nú, sigur Óluva í Gong.
Hon sigur víðari, at ein onnur fylgja er, at hesir 40 sjúkrarøktarfrøðingarnir nú eru í vanda fyri ikki at kunna fáa eina serútbúgving innan sítt serøki, tí skeiðið, sum tey nú skuldu á, er ein treyt fyri at sleppa at útbúgva seg víðari.
- Eg eri bangin fyri atburðinum hjá leiðsluni á setrinum. Eg ivist í um tey skilja hvussu umráðandi tað er at útbúgva fólk innan heilsuverkið. Um trý ár, so fella fleiri fyri eftirløn enn vit seta við í løtuni. Tí er tað av stórum týdningi, at vit útbúgva fólk, bæði á grundútbúgvingini og innan serøkir, sigur Óluva í Gong, sum leggur afturat, at møguliga er tíðin komin, at vit skulu umhugsa at taka sjúkrarøktina og skilja tað frá setrinum.
- Tað kann verða, at tað verður neyðugt. So kann útboðið og tilboðið setast eftir tørvi, sigur Óluva í Gong.
Eingin sparing í hesum
Forkvinnan í sjúkrarøktarfelagnum sigur, at sokallaða sparingin av hesi útbúgving, er í veruleikanum at økja um útreiðslurnar.
- Um vit ikki útbúgva fólk at taka sær av krabbameinssjúklingum, til dømis, so mugu tey sendast aðrastaðni og tá kostar tað nógv meira, sigur Óluva í Gong.
Hon sigur til endans, at fyribils vita tey ikki meira enn, at útbúgvingin møguliga verður tikin upp aftur í 2018.