- Skal eg síggja eitt barn detta av brúnni

Ada Bisp var fyrradagin vitni til ein lívshættisligan leik á brúnni um Sandá.

- Hvat er tað næsta? Skal eg síggja eitt barn detta av brúnni áðrenn nakað hendir? Er tað veruliga tað, ið Tórshavnar kommuna vil? At ein ólukka skal henda áðrenn tey lyfta seg úr stólinum? Her má okkurt henda, og tað má henda nú, sjálvt um tað merkir, at brúgvin verður stongd.


Tað var ein týðilig skelka Ada Bisp, ið in.fo tosaði við fyrr í morgun. Fyrradagin var hon nevniliga vitni til eitt vandamikið spæl á nýggju brúnni um Sandá.


- Tað var tann yngsti hjá mær, ið bað meg hyggja oman á brúnna. Har sá eg tveir smádreingir, ið høvdu klintrað upp á rimaverkið á brúnni og gingu sum á línu eftir tí. Tú kanst ætla, at eg varð skelkað.


Ada Bisp visti ikki síni livandi ráð, tí hon gjørdist bangin fyri, at okkurt kunda henda smádreingjunum á teirra vandamiklu ferð yvirum brúnna.


- Eg frysti og visti ikki, hvat eg skuldi gera. Sonurin spurdi, um hann skuldi rópa eftir teimum, men eg bað hann lata vera við tí, tí eg var bangin fyri, at hann kundi hvøkka teir, so teir mistu javnvágina og duttu av brúnni.


Í somu løtu kom ein bilur koyrandi, og Ada Bisp væntaði, at bilurin steðgaði og sá vandan. Men í staðin koyrdi bilurin víðari og sama gjørdi næsti bilurin, ið kom eftir brúnni. Tað var fyrst triði bilførarin, ið steðgaði og gjørdi nakað við leikin.


- Tá vistu dreingirnir hvat bilførarin vildi, so teir hoppaðu niður og runnu avstað. Men tá vóru teir komnir millum ein triðing og hálva brúnna, har tað er umleið sekstan metrar niður.


Ada Bisp ber ótta fyri, at um kommunan ikki ger nakað við trygdina á brúnni, so slíkt ikki kann henda, so kann tað skjótt enda galið.


- Um hatta skal vera vanin hjá smádreingjum og fullum ungdómi, ið er á veg heim frá býnum, so haldi eg, at okkurt má gerast beinanvegin.


Ada Bisp valdi eisini beinanvegin at gera vart við seg og ringdi til kommununa, og greiddi teimum frá, hvat hon hevði sæð.


- Tey spurdu meg, um eg visti hvat tey skuldu gera, men eg svaraði, at tað var tey, ið eru tey klóku høvdini. Men tey fingu at vita, um eg ikki sá nakran frá kommununi á brúnni ein av næstu døgunum, so ringdi eg aftur, sigur Ada Bisp.