Hósvík: Tann eyðkendi blái bilurin er komin í túnið í handlinum hjá Birgit Olsen. Út úr bilinum kemur ein kvinna í tí eyðkenda blá litinum sum postboðini hava.
Lis Hansen er stutt frammanundan byrjað á rutu síni við havnalagið í Hósvík, og er nú komin nakað miðskeiðis í bygdina. Nú skal posturin berast til handilin hjá "Esmar Olsen".
Hon gevur postin til handilskvinnuna Birgit, og fær frá henni ein kláran posa við nøkrum ørkum innií: Eitt tilboðsblað.
Hetta tilboðsblaðið frá handlinum skal berast út í øll húski í Hósvík, Hvalvík, Streymnesi og Saksun, nú Sundalagsstevnan stendur fyri framman.
Klokkan er farin at nærkast 10 og Lis er klár at fara víðari til næstu húsini í bygdini.
Tað er ferð á henni og henni dámar arbeiðið sítt væl. Fólk eru altíð blíð at koma til - eisini tá tey fáa teir eyðkendu rútabrævbjálvarnir.
153 húski
Hvønn einasta morgun, tá onnur fólk júst er komin á føtur, er Lis Hansen longu møtt til arbeiðis á posthúsinum á Oyri saman við hinum postboðunum.
Klokkan er ikki nógvar minuttir yvir 7, tá hon fer í holt við at skilja postin sundur til tey 153 húskini á hennara rutu.
Eftir hetta leggur hon alt til rættis og fer síðani við sínum postbili koyrandi móti Hósvík. Her byrjar rutan.
Havnaøkið í bygdini er sunnasta og fyrsta staðið, har hon skal bera postin út, og soleiðis gongur tað allan vegin gjøgnum Hósvík og norður til Hvalvíkar.
Í Hvalvík byrjar hon við tey fyrstu húsini í bygdini og heldur síðani á til tey norðastu húsini, - tey húsini hagar markið til Streymnes gongur. Har steðgar hon, tí Streymnes hoyrir nevniliga við til hennara postrutu.
Mest týsdag
At ganga soleiðis við posti krevur sína tíð, og tíðin, ta tekur at bera allan postin út, er eisini ójøvn.
- Tað er minni at gera mánadagar nú - nei, tað vil siga, at soleiðis var tað fyrr. Í dag er tað ikki so.
- Tað vísir seg, at nú bløðini eru tikin burtur úr rutunum, so er allir dagar rættiliga líkir, hvat posti viðvíkur, sigur hon.
Tysdagur er kortini ein dagur, har tað kann verða meiri av posti. Hetta er orsakað av, at henda dagin skal ofta postur berast út og sum skal í hvørt einasta húski í bygdini.
Og eftir nøkur ár í bransjuni kann Lis bara staðfesta, at fólk altíð eru blíð, tá hon kemur á gátt - eisini tá rokningar eru millum postin.
- Tey eru altíð blíð, og tey geva so ikki mær skuldina fyri rokningarnar, sigur hon við einum brosi.
Skal kenna nøvnini
Eitt sum hevur sermerkt arbeiðið hjá Lis er at hon í verleikanum er fastur avloysari hjá hinum postboðunum á Posthúsinum á Oyri.
Tað hevur so aftur havt við sær, at hon mangan hevur skulað brúkt nógva tíð at seta seg inn í tær ymisku ruturnar.
- Ja, eg skal minnast til nógv nøvn - í verleikanum á hvørjum oldingi ella nýføðingi.
- Og eg skal eisini minnast til øll hesi ymisku partafeløgini, óansæð um tey hava eitt ordiligt navn ella bara brúka eina dagfesting sum navn á felagnum, sigur hon.
Hjá henni er tað tí ofta eitt puslispæl at fáa alt at ganga upp, - ikki minst tí at hon jú má skifta millum fýra ymiskar rutur.
Gøtunøvnini hjálpa
Hesi seinastu árini hava alt fleiri og fleiri bygdir fingið sær gøtunøvn. Og hetta er til stóran lætta hjá postboðunum og øðrum við.
Á rutuni, sum hon nú gongur, eru gøtunøvn í Hósvík, men enn eru tey so ikki komin í Hvalvík.
- Tað at tað eru gøtunøvn og gøtunummur í Hósvík, ger arbeiðið so nógvar ferðir lættari.
- Serliga lætt verður tað, tá gøtan er í samsvari við rætta navnið, sigur hon og brosar enn einaferð.
Tað er kortini ikki altíð at navnsetingin á brøvunum er eins neyv. Og hetta gevur tí eisini eyka høvuðbrýggj hjá postmonnunum.
- Ofta kann eg fáa eitt bræv har tað stendur eitt navn skrivað á, men har hann so býr á einum heilt øðrum staði.
- Men soleiðis er tað nú bara einaferð, sigur Lis Hansen.