- Í dag hevði eg fundir við umboð fyri USA. Ein betýðilig sendinevnd og ein sera týdningarmikil samrøða.
Soleiðis skrivaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á Telegram í gjárkvøldið.
Sambært forsetanum hevur USA lagt fram fleiri punktir í einari ætlan um at fáa ein enda á krígnum millum Russland og USA, sum skjótt hevur vart í fýra ár.
Forsetin segði, at málið hjá Ukraina er ein "ektaður og virðiligur" friður, sum tryggjar landsins sjálvræði.
Volodymyr Zelenskyj sigur, at partarnir eru samdir um at arbeiða víðari við amerikansku uppskotunum.
Útsagnirnar hjá ukrainska forsetanum koma eftir, at tað gjørdist alment, at USA og Russland hava umrøtt eina møguliga friðarætlan fyri Ukraina.
Á Telegram skrivar ukrainski forsetin, at landið vil gera alt fyri ikki at verða lagt undir at mótarbeiða einari friðarætlan.
Volodymyr Zelenskyj hevur eisini havt samrøður við evropeiskar leiðarar.











