Úti á Hamrinum á Argjum situr ein tann fremsti læknin í Føroyum, Jóhan Petur Davidsen, og tekur sær av løttum. Fyri fáum døgum síðani var hann leiðandi skurðlækni og yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, men so gav sjúkrahúsleiðslan honum sekkin, og hann er tí farin til hús.
Ósamdur í at niðurleggja virksemið
Jóhan Petur Davidsen sigur, at hann í farnu viku hevði ein fund við leiðsluna á sjúkrahúsinum, har tosað var um støðuna í sambandi við verkbannið á almenna arbeiðsmarknaðinum.
- Eg var ósamdur við leiðsluna í at niðurleggja alt virksemi, meðan arbeiðssteðgur var. Eg haldi, at Landssjúkrahúsið er ov skjótt til at fara út og fremja samhugatiltøk í staðin fyri at verja okkara kundar, sjúklingarnar, ið verða sleptir upp á fjall. Vit skulu minnast til, at Landssjúkrahúsið er ein tænastufyritøka, sigur Jóhan Petur Davidsen.
Uppsagdi yvirlæknin sigur, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum nú arbeiðir við, hvussu man kann arbeiða, hóast arbeiðssteðgur er, og tað heldur hann verða pínligt.
Maktdemonstratión
Talan er ikki um fyrstu ferð, at Jóhan Petur Davidsen er komin upp á kant við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, og sjálvur ivast hann ikki í, at tað er høvuðsorsøkin til, at hann er sagdur úr starvi.
- Mín loyalitetur liggur fyrst og fremst á skurðdeildina, har eg havi havt mína dagligu gongd, og tað hava starvsfólkini altíð vita. Eg havi verið sera opin í mínum leiðsluhátti, og starvsfólkini vita, at tey altíð hava mín fulla stuðul. Tað hevur ikki dámt leiðsluni, og nú vilja tey bara av við meg, bæði sum leiðandi yvirlækna og sum serlækna. Hetta eyðkennir systemið, at man velur at offra eitt serøki fyri at vísa sín makt, tí talan er í veruleikanum um eina maktdemonstratión. Í veruleikanum kunnu vit staðfesta, at sjúkrahúsleiðslan er diktatorisk. Tey vilja geva eitt dømi um, at tað eru tey, ið hava maktina, sigur Jóhan Petur Davidsen.
Skal síggja gott út
Sambært Jóhan Peturi Davidsen er tað ein afturvendandi trupulleiki, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum í alt ov stóran mun hugsar um, at tað skal síggja gott út, heldur enn at hugsa um sjúklingarnar.
- Í mínari verð er tað sjúklingaviðgerð, ið tað snýr seg um á Landssjúkrahúsinum. Leiðslan hevur í alt ov stóran mun hugsa um prestiguprojekt og ikki um tað, sum hevur við sjúklingarnar at gera. Hesum havi eg ikki verið samdur í, og tað hevur verið ein pína fyri leiðsluna. Leiðslan hevur ynskt fleiri ting, ið síggja gott út, men har havi eg ikki verið við, tí vit tá gloyma, hvat sjúkrahúsverkið er til, sigur Jóhan Petur Davidsen, sum heldur, at sjúkrahúsleiðslan als ikki hevur føling við, hvat gonfur fyri seg á sjúkrahúsinum, og heldur ikki vísir hesum áhuga.
Stuðul frá starvsfólkunum
Jóhan Petur Davidsen sigur, at síðani hann fór til hús, hava nógv av starvsfólkunum á skurðdeildini vent sær til hansara og stuðla honum.
Sjálvur heldur Jóhan Petur Davidsen, at skurðdeildin er ein vælvirkandi deild, har trivnaðurin er góður. Sambært uppsagda yvirlæknanum er stórur áhugi fyri at sleppa at arbeiða á deildini.
Nú arbeiðir Jóhan Petur Davidsen so við einum svari til hoyringarskrivi, ið hann hevur fingið frá leiðsluni, men sjálvur trýr hann ikki uppá, at svarið hjá honum fer at broyta nakað.
- Sum so hava vit onga rættartrygd her í Føroyum. Tað endar helst við, at málið endar í rættinum, og so fái eg í mesta lagi eitt endurgjald. Tað er ongantíð komið fyri, at rætturin krevur, at tænastumaðurin verður settur aftur í starvið, sigur Jóhan Petur Davidsen at enda.