- Skilji ikki alt!

Nú er tøknin komin so væl ávegis, at ein við DVD kann hyggja eftir filmum uttan tekst. Ein kann haraftrat velja um ein vil hava undirtekstir á fleiri ymiskum málum, ella um ein ynskir at leikararnir skulu tosa eitt ávíst mál.
Vit spurdu eisini børnini í Velbastaðar skúla, hvat tey gera um nú filmurin ikki hevur undirtekst og har leikararnir tosa enskt. Skilja tey nakað tá?
Tinna: - Eg fái ikki alt við tá. Men er tað eitt orð, sum eg kanska havi gloymt, so minnist eg til tað, tá eg nú hoyri tað í filminum.
Rannvá: - Eg dugi ofta at skilja út frá handlingini, hvat tað handlar um. Um onkur skeldast um okkurt, so veit eg hvat tey skeldast um, tí eg havi sæð hvat hendi áðrenn. Soleiðis kann eg vita, hvat tey skeldast um, hóast eg ikki altíð skilji tað sum tey siga.
Egi: - Eg skilji ikki so nógv av tí, sum tey siga. Men um eg hyggi fleiri ferðir eftir filminum, so er tað betri.