góð skipan, og eg haldi, at tað átti framvegis at verið soleiðis. Smáu tjóðirnar skuldu ikki verið útilokaðar, men tær áttu at spælt í einari kvalifikatiónskapping, og so skuldi bara tey bestu av teimum [...] í, og eg haldi, at tað hevði verið uppá sítt pláss, um tað í smálandakapping av tí slagnum hevði verið avgjørt, hvørjar av smátjóðunum skuldu komið við í EM undankappingina, var boðið hjá Craig Brown. [...] tíðindafundinum eftir javnleikin minti skotska venjaran á útsøgnina og fregnaðist, um hann framvegis var av hesi áskoðan, var Craig Brown avgjørdur: ? Hetta hevur einki við misnøgd ella mótstøðu móti Føroyum
aðra staðni, eru bert partur av grundini fyri, at læknar ikki eru so altráir eftir at koma higar at arbeiða. Londini rundan um okkum hava eisini trupult við at útvega nóg mikið av læknum, og tað er har vit [...] vit við onnur lond eru vit ikki eftirbátur, tá ið tað snýr seg um at hava nóg mikið av stovnsplássum. Í Havn er 70% av tørvinum nøktaður. Men eg veit væl, at tað kortini er ein trupulleiki, og eg havi verið [...] starvsfólk arbeiða á Landssjúkrahúsinum eitt stutt skifti, nógv koma í útbúgvingarørindum og fara síðani av stað aftur. Tey koma úr útlandinum og hava tí ikki somu fortreytir og møguleikar sum onnur at skriva
aðra staðni, eru bert partur av grundini fyri, at læknar ikki eru so altráir eftir at koma higar at arbeiða. Londini rundan um okkum hava eisini trupult við at útvega nóg mikið av læknum, og tað er har vit [...] vit við onnur lond eru vit ikki eftirbátur, tá ið tað snýr seg um at hava nóg mikið av stovnsplássum. Í Havn er 70% av tørvinum nøktaður. Men eg veit væl, at tað kortini er ein trupulleiki, og eg havi verið [...] starvsfólk arbeiða á Landssjúkrahúsinum eitt stutt skifti, nógv koma í útbúgvingarørindum og fara síðani av stað aftur. Tey koma úr útlandinum og hava tí ikki somu fortreytir og møguleikar sum onnur at skriva
sneiddi Milan Culjic fleiri av í høgru, men skotroyndin var ov jánkaslig, og í síðsta álopinum undan steðginum stútaði Jón Pauli Olsen frísparksinnlegg úr høgru í ytru síðuna av stólpanum. Tá VB í 2. hálvleiki [...] teir á. Men hvat spælinum viðvíkur, so fara teir í NSÍ ikki at síggja aftur á henda dystin sum ein av teimum mest minnisríku. Vit hava onkuntíð fyrr nevnt, at NSÍ fær fá kort. Hesa ferð fingu teir okkurt [...] slapp hann at renna framvið trimum ella fýra mótstøðumonnum, sum fittir og hampuligir runnu við síðuna av honum uttan at gera minstu royndina at takla. Tað er ikki altíð, at eitt lið megnar at fáa so nógv
og Føroyar á demokratiskan hátt valdi sær fullveldið eftir kríggið. Teir fingu sína demokratisku skipan, sum teir eru væl nøgdir við, meðan vit fingu nakað heilt annað, sum allir flokkar í dag siga seg [...] Liktenstein, har kunnað verður um gongdina hjá einum ungum fullveldi, sum bæði so og so gjørdist eitt av Evropas ríkasta. Alment kent er, at Javnaðarflokkurin ræðist allar upplýsingar um framtíðarstøðu Føroya
árini snúð seg um, hvussu ovasta leiðslan á hvørjari deild skal mannast. Læknarnir vilja bara vita av eini einstreingjaðari leiðslu, men sjúkrasystrarnar vilja bara góðtaka eina tvístreingjaða leiðslu [...] at nú er málið komið hartil, at tað er neyðugt, at Helena Dam á Neystabø, sum hevur evstu ábyrgdina av heilsuverkinum, viðurkennir sær sína ábyrgd og sker ígjøgnum. Tær vænta nevniliga ikki, at tað ber [...] tað er ein uppgáva hjá sjúkrahúsleiðaranum at seta tann nýggja leiðslubygnaðin í verk. ? Tað var eitt av endamálinum við at seta sjúkrahúsleiðaranum og harvið verður tað, sigur Helena Dam á Neystabø. Men
veruliga er, verða vit noydd at hugsa øðrvísi. Síðstu 20 árini hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við eini skipan, sum týðiliga prógvar, at hon ikki virkar. Foreldrafelagið hevur víst á í uppskoti til nýggjar reglur [...] býráð arbeiðir við at útvega nýggj pláss. Teirra partur liggur ikki eftir. Hinvegin fóru foreldur av fundinum aftur við teirri kenslu, at tey máttu góðtaka støðuna sum hon er. Neyðin hjá teimum er akkurát
Undir seinasta valstríðnum og teim undanfarnu við var stovnsetan av einum barnsburðargrunni eitt av málunum, nógv varð tosað aftur og fram um. Semja tykist at vera tvørtur um floksmørk og onnur at mørk [...] barnsburðargrunnurin nevndur sum eitt av málunum, landsstýrið raðfestir høgt. Finnbogi Arge, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðar- og vinnumálum, hevur nevniliga gjørt av at leggja fyri tingið í næstu tingsetu [...] tað vit arbeiða fram ímóti. Tí er gott við eini skipan, sum tryggjar, at hvørki virkir ella einstaklingar koma út í keðiligar og óneyðugar støður orsakað av barnsferð. Spurningurin er so, hvussu skipanin
føra við sær slakkan av trygdarreglunum. Flestu minnast rokið, sum stóðst av Brent Spar pallinum, tá hann skuldi riggast av. Ætlanin var at søkkja hann á djúpum vatni, og var hetta av serfrøðingum mett at [...] til onnur endamál. Hesir spurningar verða millum evnini, sum nortið verður við í fyrilestrinum um skipan av lógarverkinum í samband við oljuvinnuna. Føroyingar lisið í Aberdeen Stigtakararnir eru tveir ungir [...] oljurætt, hevur bæði starvast við hesum lógarøki í Dundee og í Aberdeen. Oljurættur er ein samanrenning av ymsum lógargreinum, ið hava týdning fyri oljuvinnuna. Talan er bæði um altjóðarætt (marknaðarspurningar)
er, at Føroya Tele hevur yvirtikið alt uttanlandssamskifti. Tískil verður ein stórur partur av inntøkunum av uttanlandssamskftinum liggjandi í Føroyum. Ein annar bólkur, sum er vaksin ógvuliga nógv er [...] 444 túsund krónur av Internet samskiftinum, men í 1997 var tað longu trífalda til uml. 1,6 mió. krónur Men tað var ikki lat, tí longu eitt ár seinni, við árslok í fjør, vóru inntøkurnar av internetsamskiftinum [...] hevur tilgongdin av brúkarum á GSM skipanini verið stórur. Einir 500 føroyingar høvdu við árskiftið longu fingið sær GSM telefon og síðani tá eru nógvir nýggir brúkarar lagstir til. Av tí at Føroya Tele