Barnsburðargrunnurin verður loksins veruleiki

- Endamálið við grunninum er, at allar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum eru á jøvnum føti, tá ið tær skulu í barnsburðarfarloyvi, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnumálum, ið í næstu tingsetu fer at leggja uppskot fyri tingið um stovnan av barnsburðargrunni

Undir seinasta valstríðnum og teim undanfarnu við var stovnsetan av einum barnsburðargrunni eitt av málunum, nógv varð tosað aftur og fram um. Semja tykist at vera tvørtur um floksmørk og onnur at mørk, at tað er alneyðugt, at ein slíkur grunnur verður settur á stovn. Hann er eisini komin í samgonguskjalið, har sagt verður, at virkast skal fyri, at barnsburðargrunnur verður settur á stovn fyri allar partar á arbeiðsmarknaðinum.

Síðani samgongan skrivaði undir skjalið, ið hon skal arbeiða út frá næstu árini, hevur einki verið at hoyrt til henda góða grunn, og avvarðandi landsstýrismaður ásannar, at hann hevur ikki havt stundir til at arbeiða við málinum. Men nú eru útlit til, at barnsburðargrunnurin verður veruleiki um ikki so langa tíð. Í røðuni, sum løgmaður fer at halda fyri tingkvinnum og -monnum á ólavsøku, verður barnsburðargrunnurin nevndur sum eitt av málunum, landsstýrið raðfestir høgt. Finnbogi Arge, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðar- og vinnumálum, hevur nevniliga gjørt av at leggja fyri tingið í næstu tingsetu uppskot um stovnsetan av barnsburðargrunni.

- At barnsburðargrunnurin nú verður veruleiki, er greitt, men hvussu hann verður háttaður og skipaður løgfrøðiliga og á annan hátt, eru vit ikki komin til enn. Endamálið við grunninum er, at allar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum eru á jøvnum føti, tá ið tær skulu í barnsburðarfarloyvi, sigur Finnbogi Arge.

Og tað er júst hetta, at allar kvinnur og fyri so vítt eisini menn, vera líka fyri lógini, ið fer at gera allan munin. Sum er er stórur mismunur millum kvinnurnar á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Meðan tær alment løntu fáa fulla løn í farloyvistíðini, fáa tær á privata arbeiðsmarknaðinum antin úr dagpeningaskipanini, ið er 80% av forvunnu inntøkuni seinastu fáu vikurnar, ella sambært funksjónerlógini, ið ásetur hálva løn í samanlagt tveir mánaðir og restina sum dagpening.


Eyka byrða

- Tað besta er jú, at tað hvørki ávirkar kvinnuna, gerandisdagin ella arbeiðsplássið hjá viðkomandi negativt, tá ið ein fær eitt barn. Tað er hetta, ein barnsburðargrunnur skal byrgja upp fyri, og tað vit arbeiða fram ímóti. Tí er gott við eini skipan, sum tryggjar, at hvørki virkir ella einstaklingar koma út í keðiligar og óneyðugar støður orsakað av barnsferð. Spurningurin er so, hvussu skipanin verður gjørt, og tá koma vit inn á ein annan trupulleika. Vit eiga at vera sera varin við at áleggja virkjum og persónum fleiri byrðar. Sum nú er rinda vit øll til Arbeiðsloysistryggingina og hetta gjaldið hava vit øll vant okkum við at skula av við. Í mínum sinni havi eg hugsað mær, at tað sum henda tryggingin minkar, verður brúkt til henda grunnin, sigur Finnbogi Arge.

Vinnumálastýrið hevur enn ikki gjørt nakrar fyrireikingar til stovnsetan av barnsburðargrunni, men hetta verður eftir øllum at døma í næstum.