Í kvøld veit ukrainski forsetin at siga, at eitt amerikanskt skjal um eina trygdarváttan fyri Ukraina nú liggur púrasta klárt til undirskrivingar.
- Kyiv bíðar nú eftir tíð og staði til undirskrivingar, sigur forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur.
Hann vísir á, at fyri Ukraina er talan um trygdarváttan frá USA, og hann sigur, at skjalið er 100 prosent klárt til undirskrivingar.
Tað var á einum tíðindafundi í litaviska høvuðsstaðum, Vilnius, at ukrainski forsetin boðaði frá hesum.
Volodymyr Zelenskyj leggur aftrat, at tá trygdarváttanin er undirskrivað, skal amerikanska kongressin og ukrainska tjóðartingið góðkenna avtaluna.











