Fyrislestur um oljubúskap og oljulóg

Í læraskúlahøllini hin 30. juni klokkan 19:30 fara tveir professarar úr Aberdeen at halda fyrilestur og svara spurningum. Teir fara at røða um búskap og lóg í samband við eina komandi oljuvinnunu.

Jan Müller


Teir báðir Alex Kemp, professari í oljubúskapi, og Scott C. Styles, lektari í oljurætti, undirvísa á universitetinum í Aberdeen í Skotlandi. Teir fegnast um høvið at sleppa til Føroya bestu ársins tíð at halda fyrilestrar um í samband við komandi oljuvinnuna í Føroyum.

Fíggjarmálastýrið saman við Atlantic Airways og Strandferðsluni hava stuðlað ferðini hjá teimum báðum oljuserfrøðingunum. Teir steðga nakrar dagar í Føroyum, áðrenn teir aftur halda leiðina til Aberdeen, har fleiri føroyingar nú nema sær kunnleika innan ymsar oljuvinnutættir.


Búskapur og Olja

Alex Kemp hevur fylgt oljuvinnuni síðani hon tók seg upp í Skotlandi. Frá fyrsta degi legði univ-ersitetið í Aberdeen seg eftir at fylgja vísindaliga við virkseminum í Norðsjónum. Búskaparárinini eru tessvegna greidliga lýst ígjøgnum eitt longri tíðarskeið. Sjálvur hevur Alex Kemp skrivað omanfyri 160 almennakunngjørdar vísindaligar greinar innan oljubúskap. Herfyri leit Tony Blair, forsætisráðharri, honum latin upp í hendi at granska og skriva søguna um olju og gassídnaðin í bretska Norðsjónum.

Tann nógva vitatnin, sum universitetið í Aberdeen hevur savnað um oljuvinnu og árin hennara á búskapin hevur givið búskaparfrøðingunum nógva at gera við at ráðgeva virkjum og londum innan oljuvinnu. Til tess at samskipa ráðgevingina er eitt virkið, AUPEC, stovnað at samskipa konsulentvirksemið, sum universitetið veitur kring allan heim.

Eisini í Føroyum hava boð verið eftir AUPEC, har Alex Kemp er nevndarlimur, sum hava lagt oljuráðleggingarnevndini lag á í samband við oljuskattaskipanina. Royndir hava víst, at besti skattingarháttur er ein vinningsskattur, heldur enn framleiðslugjald, tí hetta økir um áhugan at leita eftir nýggjum oljuleiðum.


Lóg og rættur

Scott C. Styles hevur drúgvar royndir innan oljurætt, hevur bæði starvast við hesum lógarøki í Dundee og í Aberdeen. Oljurættur er ein samanrenning av ymsum lógargreinum, ið hava týdning fyri oljuvinnuna. Talan er bæði um altjóðarætt (marknaðarspurningar), almennan rætt (loyvi, trygd), avtalurætt (samstarv), og aðrar lógartættir, sum fáa sína serligu nýtslu á oljuøkinum.

Ein spurningur, sum hevur serligan áhuga innan oljurætt, eru trygdar og umhvørviskrøv. Í Bretlandi var ov lítið gjørt við henda spurning frá byrjan. Ov vánalig trygdarviðurskifti førdu við sær ta syndarligu Piper Alpha vanlukkuna. Síðan óhappi, ið kostaði omanfyri hundrað fólkum lívið, vórðu trygdarkrøvini almikið herd og umhvørvisfyrisitingin var skild frá oljufyrisitingini til tess at forða fyri, at landsins ynski um framleiðslu og skattir skuldi føra við sær slakkan av trygdarreglunum.

Flestu minnast rokið, sum stóðst av Brent Spar pallinum, tá hann skuldi riggast av. Ætlanin var at søkkja hann á djúpum vatni, og var hetta av serfrøðingum mett at vera besta loysnin. Umhvørvisfelagsskapir fingu tó steðga ætlanini, og verður tí pallurin tikin sundur á landi og endurnýttur til onnur endamál.

Hesir spurningar verða millum evnini, sum nortið verður við í fyrilestrinum um skipan av lógarverkinum í samband við oljuvinnuna.


Føroyingar lisið í Aberdeen

Stigtakararnir eru tveir ungir føroyskir lesandi í Aberdeen, Teitur Poulsen, sum er liðugur at lesa olju- og búskaparfrøði (M.A.), og Kári á Rógvi, sum eftir lokna løgfrøðiútbúgving hevur lisið LL.M. innan vinnu- og oljulóg. Teir báðir hildu, at føroyingar eiga at gerast kunnugir við tær royndir, skotar hava gjørt, síðan oljuvinnan tók seg upp hjá teimum. Samstundis eiga føroyingar at umhugsa at lesa í Skotlandi, tí Skotland hevur gott orð á sær innan útbúgving á økjum av týdningi fyri føroyingar, og málsliga er tað eisini ein stórur fyrimunur at lesa á enskum.