Drama: Nærum øll nevndin frá eftir ósemjur

Bæði formaðurin í Novo Nordisk, sum eisini er størsti partaeigari og nevndarlimur í føroyska íløgufelangum P/F Tjaldur, og næstformaðurin fara úr nevndini hjá Novo Nordisk.

Novo Nordisk skal hava nýggj fólk fyri meginpartin av nevndini sum leggur frá sær fyri tíð

í einum dramatiskari uppgerð millum núverandi nevndina hjá felagnum og eigaran, Novo Nordisk-grunnin.

Tað sæst í børsfráboðan. Skiftið í nevndini fer fram á eykaaðalfundi 14. november.

Bæði formaðurin Helge Lund og næstformaðurin Henrik Poulsen eru millum teirra, sum ikki stilla upp til afturval.

Harumframt leggja allir óheftu nevndarlimirnir frá sær. Bert ein uttanhýsis limur, bretin Kasim Kutay, verður eftir í nevndini. Teir fýra starvsfólkavaldu limirnir halda eisini fram.

Tey sjey fólkini, sum leggja frá sær, hava tilsamans 48 ára royndir í nevndini í Novo Nordisk.

Risastóra útskiftingin fer fram, eftir at høvuðseigarin, Novo Nordisk Grunnurin, ikki hevur megnað at semjast við stjórnina um framtíðar samansetingina.

 

##med2##

- Stjórnin legði upp til eina endurnýggjan við fokus á at leggja útvaldar nýggjar førleikar afturat, samstundis sum samhaldsfesti verður varðveitt, samstundis sum stýrið í grunninum ynskti eina meira umfatandi umskipan, sigur núverandi formaðurin, Helge Lund.

- Eftir gjølla umhugsan og við atliti til støðu og ræði grunsins við meirilutanum av atkvøðunum í Novo Nordisk, er stjórnin komin til ta niðurstøðu, at tað er tað besta fyri felagið og partaeigararnar at kalla inn til eykaaðalfund at velja nýggjar nevndarlimir og geva greiðu á framtíðar leiðsluni av Novo Nordisk.

Norðmaðurin Helge Lund, sum er nevndarformaður í Novo Nordisk, er ein

 

 

Størsti partaeigarin í føroyska íløgufelagnum, P/F Tjaldur, Helge Lund, er nevndarformaður í danska heilivágsrisanum Novo Nordisk. Hann er ein teirra, sum nú leggur frá sær.

Mynd: Chatgbt