Heini vunnið heiðursløn fyri ársins donsku røðu

Røðan hjá Heina í Skorini, lektara á Fróðskaparsetri Føroya, um gloymda tvíburan hjá framsøgufrælsinum, er kosin at vera ársins danska røða

Tíðindaskriv, Fróðaskaparsetrið:

 

Næstan øll heima í Føroyum kenna Heina, sum so væl skorin fyri tungubandið javnan er frammi og greinar alheims viðurskifti, so øll skilja og noyðast at lurta. 

 

Heini í Skorini er lektari í altjóða politikki á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, og eisini í Danmark kenna lutfalsliga mong mannin við góða knokkinum og talugávunum. Í juli kom ein umbøn frá Rahbeks Sommerhøjskole til hansara. Tey vildu hava Heina at halda røðu undir døgurðanum á endaveitsluni, og hann so gjørdi.

 

Røðan eitur "Diktatorer i uniformer og techgiganter i hættetrøjer - og nogle tanker om ytringsfrihedens oversete tvilling". Og í henni vísir Heini á eina nýggja hóttan móti framsøgufrælsinum, sum ikki er sensurur, men gangur:

 

"...trýstið á andsfrælsið og dannilsið stavar ikki bara frá diktatorum í uniformum ella wannabe-diktatorum í kasjettum. Tað stavar eisini frá tøknirisum í hettutroyggjum í Silicon Valley", segði Heini og helt fram:

 

"...vit gloyma mangan tann meira fálátaða tvíburan hjá framsøgufrælsinum, og tað er upplýsingarfrælsið. Rætturin til at fáa og leita sær vitan og sannleika. Møguleikan at blíva klókari og fáa atgongd til upplýsingar, sum einum tørvar fyri at vera eitt upplýst menniskja og ein kritiskur borgari", segði Heini m.a.

 

Dómsnevndin skrivar soleiðis í síni grundgeving fyri at lata Heina í Skorini heiðurin fyri ársins donsku røðu í ár:

 

"Talen udmærker sig ved sit fornemme teksthåndværk og sin evne til at formidle komplekse idéer klart med et for genren usædvanligt højt informationsniveau. Í Skorini forener i talen klassiske dannelsesidealer med et skarpt blik for tidens digitale udfordringer. Han balancerer elegant mellem humor og alvor, men alvoren dominerer og får os til at mærke et stik af uro. Det er en tale, der vækker eftertanke og demonstrerer, at det talte ord kan gøre en forskel."

 

Á Fróðskaparsetri Føroya undirvísir Heini, men hann granskar eisini, og tað er fyrst av øllum í talufrælsi, religión og altjóða politikki. Og Heini er sera glaður fyri hesa viðurkenningina.

 

- Ja, eg eri glaður og eisini ovfarin, sigur hann.

 

- Í hesum talgildu tíðum, har vitlíkið er komið væl á leið at yvirtaka alla menniskjuliga hugsan og samskifti, eri eg fegin um at kunna geva mítt íkast við nøkrum so gamalsligum sum einari røðu, har eitt menniskja av kjøti og blóði reisir seg upp og samskiftir nakað til onnur, sum eisini eru av kjøti og blóði. Tøkniliga menningin í okkara tíð setir spurningin, um hetta slagið av samskiftið yvirhøvur fer at vera til í einari ikki so fjarari framtíð. Tí er hendan heiðurslønin eisini ein møguleiki at stuðla gomlu verðini, har menniskju hittast og standa andlit til andlits uttan filtur og algoritmur", sigur Heini í Skorini.

 

Hendan heiðurslønin verður latin á hvørjum ári av Danske Taler, sum er ein sjálvsognarstovnur, sum rekur heimasíðuna dansketaler.dk. Endamálið er m.a. at savna søguligar og aktuellar røður og gera tær atkomiligar fyri almenningin. Handanin verður 11. november, tá árliga ráðstevnan, Logograf, verður fyri røðuskrivarar, og sum Rhetor - ráðgevandi retorikarar skipa fyri.

 

Lesið meira her.

 

Og her.

 

Vit á Fróðskaparsetrinum ynskja Heina hjartaliga til lukku við heiðurslønini og gleða okkum til eina góða røðu skjótt :-)