Hátíðarhald fyri føroysku virðislønarmóttakarunum og øllum teimum føroysku tilnevndu

Tíðindaskriv, Almanna- og mentamálaráðið:

 

Í dag hevur verið skipað fyri almennari móttøku í Norðurlandahúsinum, nú Føroyar fyri fyrstu ferð eru umboðaðar í øllum fimm kategoriunum í virðislønum Norðurlandaráðsins, eitt frambrot fyri føroyska list og mentan. Og sanniliga um ikki tvey av umboðunum fyri Føroyar hava vunnið, bæði bókmentavirðislønina og filmsvirðislønina!

 

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum luttók og bar fram røður, sum til ber at lesa niðanfyri.

 

 

 

Góðu øll somul, sum eru komin til hesa hátíðarløtu í Norðurlandahúsinum í kvøld!

 

Í dag er ein serstakur dagur í Føroya søgu. Í ár er fyrstu ferð, at Føroyar luttaka á øllum økjum til Norðurlendsku virðislønirnar og í morgun bleiv alment, at umboðini fyri Føroyar hava vunnið bókmentavirðislønina og filmsvirðislønina!

 

Hjartaliga til lukku Vónbjørt Vang og øll tit í liðnum handan Seinasta paradís á jørð. Eg kann nevna Sakaris Stórá, Mads Stegger, Tommy Oksen og Jón Hammer.

 

Eg dugi illa at seta orð á, hvussu stórt hetta er fyri okkum sum tjóð, og eg skal koma nærri inn á bókmentavirðislønina um eina løtu, meðan Sirið Stenberg fer at koma inn á filmsvirðislønina.

 

Tí um vit venda aftur til tilnevningarnar, so høvdu Føroyar hesa ferð tilnevningar á øllum økjum. Umframt bókmentir og film, so eru tað barna- og ungdómsbókmentir, tónleikur og umhvørvi. Umhvørvistilnevningina og Hugla kemur Margit Stórá meira inn á um eina løtu, men sum landsstýrismaður í mentamálum eri eg sera glaður fyri hetta høvið í kvøld at siga, hvussu stóran týdning, eg haldi, tað hevur, at vit í Føroyum eru við, og at vit tilnevna á hvørjum ári, ella so ofta, tað yvirhøvur ber til.

 

Vit smæðast í øllum førum ikki burtur!

 

Vit hava so nógv góð listafólk, rithøvundar, tónaskøld, tónleikarar, filmsfólk og umhvørvisfólk. Tit eru einki aftan fyri tykkara norðurlendsku starvsbrøður og -systrar. Tit duga, tora, megna og skara framúr. So haldið á at skapa, skriva, smíða løg, filma, syngja o.s.fr. Brúkið tykkara framúr skapandi evni, tí tit ikki kunnu lata vera, men eisini tí at vit eru mong, sum ikki høvdu viljað verið fyriuttan alt tað, tit gera. Vit vilja fegin lurta, lesa, síggja og uppliva tykkara list og tykkara hugskot.

 

Tá so møguleiki er fyri at bjóða føroyingar fram sum móttakarar av ymsum virðislønum, so eiga vit sjálvandi at taka av. Tað er tó ikki bara sum at siga tað, tí eitt stórt arbeiði skal gerast fyri at finna fram til røttu fólkini at tilnevna. Tað arbeiðið gera tilnevningarnevndir við fakliga skikkaðum fólkum. Tey lesa, lurta, hyggja, kjakast og meta um. At enda velja tey, hvør skal umboða Føroyar júst tað árið, og tey skulu skriva eina góða grundgeving at hava við í norðurlendsku metingarnevndina, sum tekur endaliga avgerð um virðislønarmóttakararnar. Eg vil takka øllum tykkum, sum hava átikið tykkum hetta týdningarmikla arbeiði, og sum fara at gera tað í framtíðini. Uttan tykkara íkast var eingin tilnevning.

 

Og góðu tit øll, sum eru tilnevnd í ár og ikki fóru avstað við einari virðisløn. Tit eru virðismikil eisini uttan virðisløn. Tykkara íkast er við til, at tað ber til at hava eina árliga virðislønarhandan í hesum norðurlendska høpi. Tit eru framúrskarandi umboð fyri Føroyar, og tykkara arbeiði er við til at varpa ljós á tykkara listagrein, á okkara dýrabara umhvørvi og á okkara land. So verði errin av, at tit vóru við sum virðiligir møguligir móttakarar av ymsum virðislønum og drívið á at skapa.

 

 

Til Elina á Rógvi, høvundur, og Silju Eystberg, myndprýðari

 

-Góðu Elin á Rógvi, høvundur, og Silja Eystberg, myndprýðari, hjartaliga til lukku við, at Fornt var tilnevnd Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina. Fornt snýr seg um vinalag, tøkni og samleika. Bókin byggir brýr millum mentanararv og “gaming” ella virtuella telduspælsheimin, har tjóðminni verða partur av spælupplivingini í bókini. Fyri meg er tað hugtakandi, hvussu væl bókin skapar ein heilan heim, sum børn og ung kenna seg aftur í og veruliga taka til sín. Persónliga vil eg siga, at hugsa vit um tíðarandan í dag og dygdina á Fornt, so vil eg siga, at hetta er nakað tað besta tilfarið, sum nakrantíð er gjørt í Føroyum til málbólkin.

 

 

 

Til Helena Heinesen Rebensdorff, tónlistafólk

 

-Góða Helena Heinesen Rebensdorff, góða Elin Heinesen, mamma Helenu

 

Eg vil eisini brúka høvi at ynskja Helenu við listafólkanavninum Brimheim hjartaliga til lukku við tilnevningini til tónlistavirðislønina. Brimheim er ein lýsandi stjørna á tónleikahimmalinum. Vit síggja, hvussu Brimheim verður fagnað alla staðni, har hon kemur. Sjálvur upplivdi eg tað allar best til FMA í vár, har Brimheim við fantastiska tónleikinum og serstaka kjólanum bæði fekk heiðurin fyri ársins útgávu við Ratking og varð heiðrað sum ársins tónaskald. Viðurkenningin við tilnevning til tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum verður hvørki seinasta tilnevning ella virðisløn, sum Helena Heinesen Rebensdorff fer at fáa.

 

 

 

Til Vónbjørt Vang fyri bókina Svørt Orkidé

 

Góðu øll somul, góða Vónbjørt

 

Eg byrjaði við at siga, at í dag er ein serstakur dagur í Føroya søgu. Og lat meg byrja við at seta tað eitt vet í perspektiv, hvussu sjáldsamt tað er, at ein føroyingur verður heiðraður við bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

 

Eitt banalt dømi kundi verið, at tá Rói Patursson fekk virðislønina í 1986, var eg neyvan ein tanki. Í dag eri eg ein byrjandi gráhærdur maður.

 

Skal eg siga tað eitt sindur minni banalt, so ert tú Vónbjørt, nú blivin partur av norðurlendsku bókmentasøguni. Tú stendur í dag saman við Jon Fosse, Einari Már Guðmundsson, Johan Borgen, Bo Carpelan, Herbjørg Wassmo, Róa Patursson, Niviaq Korneliussen, Kim Leine, Klaus Rifbjerg og Williami Heinesen, um vit bara nevna nøkur heilt fá úr rúgvuni, sum saman við tær eru heiðrað við bókmentavirðislønini hjá Norðurlandaráðnum.

 

Av 14 verkum er verkið hjá okkara Vónbjørt kosið at vera tað allar allar besta í 2025 og vinnaraverkið er yrkingasavnið Svørt orkidé.

 

Tað er ikki minni enn eitt risastórt bragd, og, góða Vónbjørt, eg ynski tær hjartaliga hjartaliga til lukku við virðislønini. Tú hevur við tínum orðum og tínum dirvi givið okkum eina rødd, sum bæði er heilt serføroysk og samstundis altjóða. Tú hevur víst okkum, at tað lítla samfelagið og tann lítli heimurin kunnu rúma stórar tankar og djúpar kenslur.

 

Svørt orkidé er eitt savn av yrkingum, stuttum prosatekstum, sitatum og myndum. Verkið snýr seg um sambandið millum eina mammu og eitt barn, um sorg og ørkymlan, myrkur og ljós, leitan og tráan, vón og vónloysi, megd og ómegd. Verkið er bæði djarvt og nærlagt, poetiskt og sannførandi. Við verkinum hevur tú megnað tað, sum bara tey bestu duga.

 

Samstundis hevur tú greitt frá einari støðu, sum øll, sum hava børn, kunnu kenna seg aftur í. Tað eru ikki øll, sum koma í somu støðu, men vit hava øll tankarnar, og kunnu øll enda í henni. Tú lýsir eina av heilt stóru avbjóðingunum í okkara samfelag. Hetta er í allar mátar eitt trupult evni, og stórir partar av savninum eru harðir at lesa, men sympatiin fer ongantíð frá mammuni og soninum. Og sjálvt um vónloysið alla tíðina liggur undir savninum, so hevði eg eina vón, tá eg legði savnið saman.

 

Vónbjørt, tú hevur við tínum sermerkta máli, við tínum gløgga eyga og sterku rødd givið føroyskum bókmentum nýtt lív. Tú hevur bygt brýr millum orðini og tøgnina. Tú hevur víst, at tað mjúka kann vera sterkt, at tað persónliga kann vera alment.

 

Eg eri ómetaliga errin og so sera fegin. Hetta er størsti bókmentaheiður í Norðurlondum, og tað hevur stóran týdning fyri teg sum rithøvund og okkum sum tjóð. Tú hevur við verkinum Svørt orkidé víst, at ritlistin og tann føroyska røddin kunnu røkka langt út um landoddarnar. Røkka lesarum í Norðurlondum og eisini út um Norðurlond.

 

Eg vil fegin bera eina heilsan til forlagið Eksil, sum hevur givið bókina út. Eksil hevur gjøgnum árini givið nógvar dygdargóðar bókmentir út, og summar av hesum hava eisini verið tilnevndar bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Takk til forlagið fyri áhaldandi at arbeiða føroyskari bókaútgávu og bókmentum at frama. Sum flestum kanska kunnugt, eitur forlagsstjórin Kim Simonsen, sum eisini er unnusti Vónbjørt, so góði Kim hjartaliga til lukku við útgávuni og unnustuni og blíðan byr frameftir.

 

Vegna okkum øll, sum elska bókmentir og at lesa tær á okkara móðurmáli, og sum vita, hvussu stórt arbeiði liggur aftan fyri hesa løtu, vil eg takka tær fyri orðini og fyri orkidéina. Hjartaliga tillukku við Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri 2025, Vónbjørt. Tú hevur víst okkum, at føroyskar bókmentir kunnu blóma, svartar, vakrar og livandi.

 

Hetta er tín dagur — og tað er okkara heiður at sleppa at fagna tær.

 

Stóra takk fyri.