Trætan skal loysast í ár

Vit mugu finna eina loysn á trætuni á Landssjúkrahúsinum, sum, sum bæði læknar og sjúkrasystrar kunnu góðtaka. Men so mugu báðir partar eisini verða verða til reiðar at slaka í sínum krøvum, sigur Helena Dam á Neystabø

? Ósemjan á Landssjúkrahúsinum skal verða loyst í ár.

? Tað er onki sum eitur.

Tann áralanga ósemjan um, hvør skal hava leiðsluna á Landssjúkrahúsinum er nú komin inn í eitt avgerandi tíðarskeið.

Í hvussu so er, er Helena Dam á Neystabø, heilsumálaráðharri, er púra avgjørd, tá ið vit biðja hana um eina viðmerking til tíðindini aðrastaðni í blaðnum, um ósemjuna á Landssjúkrahúsinum.

Høvuðs ósemjan á Landssjúkrahúsinum hevur øll árini snúð seg um, hvussu ovasta leiðslan á hvørjari deild skal mannast.

Læknarnir vilja bara vita av eini einstreingjaðari leiðslu, men sjúkrasystrarnar vilja bara góðtaka eina tvístreingjaða leiðslu, har sjúkrasystrar sita í leiðsluni á jøvnum føti við læknarnar.

Men sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre kunngjørdi fyrr í ár, at hann ætlaði at seta eina einstreingjaða leiðslu á Landssjúkrahúsinum, har ein einsamallur, leiðari, vanliga ein yvirlækni, hevði evstu ábyrgdina á hvørjari deild.

Samstundis skulu varaleiðarar setast og teir skulu vanliga vera sjúkrasystrar.

Hetta hevur so einaferð enn fingið sjúkrasystrarnar upp úr stólinum.

Tær hava mótmælt bæði hjá sjúkrahúsleiðaranum og hjá heilsumálaráðharranum, og tær siga, at nú er málið komið hartil, at tað er neyðugt, at Helena Dam á Neystabø, sum hevur evstu ábyrgdina av heilsuverkinum, viðurkennir sær sína ábyrgd og sker ígjøgnum.

Tær vænta nevniliga ikki, at tað ber til at fáa eina loysn annars.


Framvegis uppgávan hjá leiðaranum

Men hesum er Helena Dam á Neystabø grundleggjandi ósamd í.

Hon sigur, at tað er ein uppgáva hjá sjúkrahúsleiðaranum at seta tann nýggja leiðslubygnaðin í verk.

? Tað var eitt av endamálinum við at seta sjúkrahúsleiðaranum og harvið verður tað, sigur Helena Dam á Neystabø.

Men hon leggur afturat, at hon hevur víst sjúkrahúsleiðaranum á, at tað hevur skund at fáa málið avgreitt og at væntar at fáa eina afturmelding frá honum heilt skjótt.

Hon sigur eisini, at hóast hon hevur boðað sjúkrahúsleiðaranum frá, at málið má avgreiðast skjótt, hevur hon ikki givið honum nakað evstamark.

? Men málið skal í hvussu so er loysast í ár. Tað er onki sum eitur, sigur hon púra avgjørd.

Hon sigur afturat, at sjúkrahúsleiðarin hevur fingið at vita um tey fyrivarni, sum partarnir hava í málinum.

M.a. tað, at sjúkrasystrarnar noktaðu at góðtaka størvini sum varaleiðarar, tá ið sáttmálasamráðingar vóru í fyrr í ár.

? So sjúkrahúsleiðarin kennir fortreytirnar fyri arbeiðnum at gera ein nýggjan leiðslubygnað og so má hann laga sítt arbeiði eftir tí, sigur heilsumálaráðharrin.

Hon heldur annars ikki, at hetta er eitt mál, sum eigur at vera ímillum stovnsleiðsluna og fakfeløgini. ? Hetta er eitt mál ímillum stovnsleiðsluna og arbeiðsplásið.


Ikki mítt borð

Og Helena Dam á Neystabø fer ikki at gera eftir áheitanini frá sjúkrasystrunum um at taka málið um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum í egnar hendur og at skera ígjøgnum.

? So leingi sjúkrahúsleiðarin arbeiðir við málinum, kann eg ikki taka úr hondunum á honum.

?Leiðslubygnaðurin er eitt fyrisitingarligt mál at loysa, ikki eitt politiskt mál og tað skal vilja heilt illa til, áðrenn hon tekur tað á landsstýrisborð.

? Eg haldi ikki, at tað er rætt at taka málið á mítt borð fyrrenn partarnir eru komnar til ta niðurstøðu, at málið stendur fullkomiliga í botni.

? At gjørt tað so leingi málið ikki er fullkomiliga fastlæst, vildi verið at tikið ábyrgdina frá teimum, sum hava ábyrgdina. Politikarar kunnu heldur ikki ganga og leggja seg út í bygnaðin á hvørjum einasta arbeiðsplássið.

Tað er ein spurningur ímillum leiðsluna og arbeiðsplássið. Og partarnir á Landssjúkrahúsinum mugu sláa seg til tols við, at teir skulu finna eina semju. ?Heilsumálaráðharrin sigur, at so hon væntar ikki, at málið kemur har til, so leingi vit hava ein sjúkrahúsleiðara, sum arbeiðir við málinum.

Hon sigur, at landsstýrið hevur givið Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðara fríar hendur at seta eina leiðsluskipan í verk, sum hann heldur tænir endamálinum best.

? Tað vildi verið skeivt at álagt honum at sett eina ávísa skipan í verk.

? Men hann kennir fortreytirnar og eg vænti at hann finnur eina loysn útfrá tí.


Báðir partar skulu góðkenna loysnina

Men Helena Dam á Neystabø sigur, at sjálvsagt var útgangsstøði, at vit skulu hava eina leiðsluskipan á Landssjúkrahúsinum, sum bæði læknar og sjúkrasystrar vilja góðtaka.

Og tað liggur sjálvsagt framvegis í kortunum.

? Men málið er ómetaliga trupult at loysa.

? Og tað fer at krevja, at bæði læknar og sjúkrasystrar geva seg eitt sindur.

? Tað er trupult at hugsa sær eina loysn, har bara annar parturin skal vera noyddur at geva seg, sigur Helena Dam á Neystabø. ? Fortreytin fyri eini semju er, at allir partar í málinum eru liðiligir og vilja slaka. Tí verður neyðugt at finna eina loysn, sum onkusvegna liggur ímillum krøvini hjá læknunum og krøvini hjá sjúkrasystrunum- ella møguliga finst onkur heilt triðja loysn, sigur Helena Dam á Neystabø.