Óli skoraði og legði upp til 12 mál í heimasigri hjá GOG

Eldri bróðurin, Pauli og Pætur Mikkjalsson vóru fyri tapi í næstbestu deildini

Tað hevur ligið væl fyri hjá Óla Mittún at leggja upp til mál hjá liðfeløgunum í GOG, og í dag var einki undantak.

 

GOG vann í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini 39-31 á Mors-Thy. Í steðginum vóru Óli og liðfelagarnir á odda 22-14 í steðginum.

 

Óli skoraði fýra mál, og hann legði upp til heili átta mál (assist).

 

GOG er nummar fýra í deildini við 11 stigum. Aalborg er fremst í deildini við 16 stigum.

 

Í næstbestu deildini taptu eldri bróðir Óla, Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne 28-34 (14-15) fyri Odder. 

 

Pauli skoraði trý mál, og Pætur skoraði eitt mál. 

 

Team Sydhavsøerne er nummar seks í deildini við 10 stigum. Skive er fremst í deildini við 14 stigum.