Hóast FC Suðuroy í dag tapti 4-0 á heimavølli ímóti Víkingi, so er FC Suðuroy framvegis røttu megin niðurflytingarstrikuna.
Tað vil kortini ikki siga, at FC Suðuroy hevur tryggjað sær plássið í bestu deildini.
Hvussu tað verður við tí fæst at vita í síðsta umfari, sum verður leygardagin. Tá fer FC Suðuroy at spæla á útivølli ímóti B36. Um FC Suðuroy fer at hava fulla úrtøku við sær úr Gundadali, so verður atgongumerkið at spæla í bestu deildini í 2026 eisini við í viðførinum suður aftur um fjørðin.
Hvussu tað verður við bestu deildini í 2026, um FC Suðuroy ikki fær stig við sær úr Gundadali valdast um, hvussu úrslitið verður, tá ið 07 Vestur leygardagin fær vitjan av EB/Streymi. 07 Vestur hevur 14 stig, og FC Suðuroy hevur 15 stig. Málmunurin hjá 07 Vestur er -20, og hjá FC Suðuroy er málmunurin -44.
Hjá FC Suðuroy gjørdist brekkan brattari beinanvegin, tá ið teir á heimaliðnum vóru so óhepnir at gera sjálvmál.
Tað var eftir sjey minuttir, og smáar tíggju minuttir undan steðginum økti Olaf Bárðarson um munin til 2-0 eftir upplegg frá Inga Jonhardsson. Olaf Bárðarson hevur av álvara funnið stevið. Tá ið ein tími var farin, átti hann uppleggið, tá ið Jørgen Nielsen økti um munin til 3-0. Olaf Bárðarson hevur nú skorað fýra mál í bestu landskappingini í ár, og Jørgen Nielsen hevur skorað níggju mál í bestu landskappingini. Hann er toppskjútti hjá Víkingi.
Eftir deyðbólt var tað miðverjin Arnbjørn Svensson, sum tveir minuttir undan dystarloki staðfesti 4-0 sigurin. Hetta var fyrsta málið hjá Arnbjørn í landskappingini í ár.
Tað hevur ligið í kortunum, og nú er tað endaliga staðfest, at Víkingur eisini í 2026 fer at luttaka í Europa. Víkingur hevur undan síðsta umfari, tá ið HB verður gestur í Sarpugerði, 44 stig. B36 er á fimta plássi við 39 stigum.
Umfamt at spæla leygardagin á heimavølli ímóti HB, so eigur Víkingur steypafinaluna á. Hon verður annað fríggjakvøld ímóti KÍ.
FC Suðuroy – Víkingur 0-4 (0-2)
0-1: Sjálvmál
0-2: Olaf Bárðarson
0-3: Jørgen Nielsen
0-4: Arnbjørn Svensson
Dómari: Leivur Zachariassen
FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Bjartmar Holm, Jimmy Abdul, Jákup Joensen – Salmundur Bech, John Villi Wøldike Leo, Pætur Augustinussen, Alexander Holm Kilgour, Olivur Renéson Thomsen – Fríði Holm
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Sølvi Vatnhamar, Ragnar Skála, Ingi Jonhardsson – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðar