Mest óvæntaðu úrtøkan higartil í ár er tann hjá vágbingum. Teir eru ímillum aftastu liðini, og botnliðum líkt hava teir ikki marginalirnar við sær.
VB hevur altíð átt góðar bóltspælarar, og í Runavík leygardagin var tað sjón fyri søgn, at vágbingar duga framvegis at spæla bólt, men teir megnaðu ikki at skora mál, og teir lótu eitt bíligt mál fara ígjøgnum, og so fóru teir tómhentir suður aftur.
Fyritreytirnar hjá VB at fáa nakað burturúr viknaðu beinanvegin. Tað vóru bara tólv minuttir farnir, tá teir mistu ein mann. Jónstein Petersen dró móti brotsteiginum í vinstru, og Dan Djurhuus, sum í útgangsstøðuni var vongverji í høgru í 5-3-2 uppstillingini, royndi at takla. Tað miseydnaðist, og Lassin Isaksen fór í lumman eftir reyða kortinum.
So var neyðugt hjá VB at sumskipa. Kryzsztof Popzynski, sum saman við Jón Paula Olsen hevði verið í álopinum, gjørdist meiri ella minni vongverji í høgru, og so varð vónað, at Jón Pauli Olsen einsamallur skuldi megna at gera mál.
Tað gjørdi hann ikki, men tað var onkra ferðina tætt við, at VB fekk mál. Fimm minuttir undan steðginum sneiddi Milan Culjic fleiri av í høgru, men skotroyndin var ov jánkaslig, og í síðsta álopinum undan steðginum stútaði Jón Pauli Olsen frísparksinnlegg úr høgru í ytru síðuna av stólpanum.
Tá VB í 2. hálvleiki var komið afturum, gjørdist spælið ofta ov fløkjaligt. Í onkrum støðum eydnaðist at samanspæla, og Tórður Holm hevði eitt fínt skot, sum Dejan Milanivoc sneiddi út um samankomingina, men tað knípti ov ofta at velja lættastu loysnina, og sum tað leið móti endanum var tað sjón fyri søgn, at vágbingar høvdu sligið seg til tols við, at teir enn eina ferð skuldu vera við undirlutan.
Lítið avgjørdir
Heimaliðið fekk øll trý stigini, og tað fer stevnusteypið, sum teir eisini vunnu, altíð at minna teir á. Men hvat spælinum viðvíkur, so fara teir í NSÍ ikki at síggja aftur á henda dystin sum ein av teimum mest minnisríku.
Vit hava onkuntíð fyrr nevnt, at NSÍ fær fá kort. Hesa ferð fingu teir okkurt gult kort, men tað var merkisvert, hvussu lítið avgjørdir teir vóru at takla. Omanfyri er møguleikin hjá Milan Culjic nevndur. Ta ferðina slapp hann at renna framvið trimum ella fýra mótstøðumonnum, sum fittir og hampuligir runnu við síðuna av honum uttan at gera minstu royndina at takla.
Tað er ikki altíð, at eitt lið megnar at fáa so nógv burturúr einari fleirtalsstøðu. Soleiðis var tað hjá NSÍ leygardagin.
Tað lætnaði, tá teir sjey minuttir eftir steðgin fingu einasta málið. At teir megnaðu at fáa mál í tí støðuni, má fyrst og fremst málverjin hjá VB taka á seg. Jónstein Petersen sendi høgt og langt fríspark inn úr vinstru, bólturin dalaði niður í brotsteigin, og Helgi L. Petersen fekk høvi ótarnaður at renna til og seta høvdið á.
NSÍ hevði onkran annan møguleika, og Bjarni Johansen hálvbjargaði sera væl, tá Gert Langgaard var einsamallur ígjøgnum, men heildarmyndin var, at hóast teir vóru fleiri enn mótstøðumenninir, so høvdu teir á heimaliðnum tað torført móti VB verjuni, sum við røsku tvíburðunum Eyðuni og Magna Jacobsen á odda stríddist væl.
Ofta spældu teir á heimaliðnum høgt og langt, og tað er ikki serliga heppið, tá tú á miðvøllinum hevur ein fínan bóltspælara gangandi, sum eitur Ian Højgaard. Tá NSÍ hevur lagt seg meiri eftir at fáa nyttu burturúr honum, fer fótbóltsspælið at hanga betri saman, enn tað gjørdi leygardagin.
NSÍ-VB 1-0 (0-0)
1-0: Helgi L. Petersen 49
NSÍ: Dejan Milanovic ? Kári Sigvardsen, Dánial Hansen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Helgi L. Petersen, Eyðstein Skipanes, Ian Højgaard, Jónstein Petersen ? Gert Langgaard, Christian Høgni Jacobsen
VB: Bjarni Johansen ? Dan Djurhuus, Jón Gærdbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Petur Óli Samuelsen ? Tórður Holm, Milan Culjic, John Eystberg ? Kryzsztof Popzynski, Jón Pauli Olsen