Læknaumhvørvið skal mennast

- Fáa læknar eyguni upp fyri, at tað víðkar um teirra fakliga førleika at koma higar at arbeiða og granska, verður lættari at bjóða størvini í Føroyum fram sum áhugaverd, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna

At Føroyar eru í stórum vanda fyri at tømast fyri læknar um nøkur fá ár, er landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, væl greið yvir. Í blaðnum í gjár førdi formaðurin í Læknafelagnum, Sølvi Winther Olsen, ið er kommunulækni í Havn, fram, at um vit lata standa til, verður stórt trot á læknum í Føroyum um eini fimm ár. Innan stutta tíð er talið á yngri læknum á sjúkrahúsunum farið niður í helvt, nógv serlæknastørv eru ómannað, og um fá ár fara fleiri kommunulæknar frá fyri aldur.

At lønarlagið er lægri og at arbeiðs- og vaktarbyrðan eru størri í Føroyum enn aðra staðni, eru bert partur av grundini fyri, at læknar ikki eru so altráir eftir at koma higar at arbeiða. Londini rundan um okkum hava eisini trupult við at útvega nóg mikið av læknum, og tað er har vit rekruttera læknar.

- Maður kemur í mans stað, men eg veit, at útlitini eru vánalig fyri at fáa nóg nógvar læknar henda vegin um nøkur ár. Tí eiga vit at satsa á fleiri økjum, eitt nú at menna umhvørvið hjá læknum soleiðis at tað verður ein avbjóðing fakliga at koma hendavegin. Har kemur granskingin inn, og fáa læknar eyguni upp fyri, at tað víðkar um teirra førleika at koma higar at arbeiða og granska, verður lættari at bjóða størvini í Føroyum fram sum áhugaverd.

- Tá ið tað umræður yngri læknar, kunnu sjúkrahúsini í Føroyum metast sum áhugaverd lærupláss, tí læknarnir sleppa víða um og fáa møguleikan at royna seg í einum fjøltáttaðum umhvørvi við nógvum ymiskum uppgávum og avbjóðingum. Tað ger útbúgvingina meiri verda, sigur Helena Dam á Neystabø.


Barnaansing

Formaðurin í Læknafelagnum vísti í blaðnum í gjár á dømi, har læknar, ið hava havt ætlanir um at koma hendavegin, hava givið skarvin yvir, tá ið teir sóu stóra trotið á stovnsplássum til børn í Føroyum.

- Samanbera vit við onnur lond eru vit ikki eftirbátur, tá ið tað snýr seg um at hava nóg mikið av stovnsplássum. Í Havn er 70% av tørvinum nøktaður. Men eg veit væl, at tað kortini er ein trupulleiki, og eg havi verið í sambandi við Tórshavnar býráð fyri at vita, um tað er møguligt at nøkur heilt fá pláss kunnu eyðmerkjast til fólk innan heilsuverkið, ið koma uttaneftir og ikki fáa børnini ansað. Men higartil hevur einki úrslit spurt burturúr. Vit mugu sjálvsagt um somu tíð verða greið yvir, at hetta kann fatast sum um vit gera mismun á fólki.

Tað hevur verið frammi áður, at eitt so stórt arbeiðspláss sum Landssjúkrahúsið, sjálvt eigur at gera egnan barnagarð.

- Sum er er fíggjarliga orkan ikki til staðar, at tað kann gerast veruleiki. Men vit fara at kanna, um tað ber til at seta ein barnagarð á stovn á Landssjúkrahúsinum innan fíggjarkarmarnar, sum vit hava. Nær og um hetta fer at lata seg gera, dugi eg ikki at siga nakað um enn. Landssjúkrahúsið er eitt serligt arbeiðspláss sum veitir tænastu døgn runt og vit vita, at flestu starvsfólkini eru konufólk. Nógv starvsfólk arbeiða á Landssjúkrahúsinum eitt stutt skifti, nógv koma í útbúgvingarørindum og fara síðani av stað aftur. Tey koma úr útlandinum og hava tí ikki somu fortreytir og møguleikar sum onnur at skriva síni børn upp til stovnarnar. Hini sjúkrahúsini hava somu trupulleikar, men vit taka eitt mál í senn.

- Privatar fyritøkur og arbeiðspláss kunnu undir verandi skipan ikki fáa neyðugu góðkenningarnar. Ein arbeiðsbólkur situr í løtuni og útgreinar greiðar reglur fyri ábyrgd og uppgávubýti millum land og kommunu innan barnaansingarøkið. Tað ger altíð støðuna ógreiðari, tá ið bæði land og kommuna eru inni í myndini, men kortini loysir tað ongan trupulleika her og nú í og við, at eingi tøk stovnspláss eru, sigur Helena Dam á Neystabø.