Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn ella Foreldrafelagið, sum tað eisini verður rópt, hevur hingið í politikarunum og teimum, ið taka avgerðir, síðani tað varð stovnað fyri tveimum árum síðani. Felagið er rættiliga virkið, nógv fundarvirksemi fer fram, og endamálið, ið felagið hevur, verður tikið í ramasta álvara. Og tað er eittans: at síggja til, at stóri tørvurin á stovnsplássum í Havn verður nøktaður, og at betri umstøður á ansingarøkinum verða skaptar fyri øll børn undir skúlaaldur.
Arbeiðssetningurin hjá nýggju nevndini, ið kom til í vár, er at vísa á alternativar loysnir, soleiðis at trupulleikin verður loystur.
- Sum dømi kunnu vit nevna ansingarpláss, sum bert verða nýtt hálva tíð. Møguliga døgnstovn til tey, sum arbeiða skeivar arbeiðstíðir, sigur Bryndis á Dunga, forkvinna í Foreldrafelagnum.
Felagið hevur arbeitt miðvíst við nýggju upptøkureglunum, sum Tórshavnar býráð samtykti í vár, og hevur eisini gjørt egið uppskot.
- Vit fara at síggja til, at skeringsdagurin 1. jan. næsta ár, tá ið upptøkureglarnar skulu koma í gildi í seinasta lagi, verður yvirhildin, og at reglarnar koma at virka til fulnar. Ikki minni vísa á skeivleikar. Útisetar eru greitt fyri vanbýti í teim nýggju reglunum. Hesi hava ongar møguleikar fyri at skriva børn síni upp fyrr enn tey flyta til kommununa. Hetta má kunna broytast, eitt nú við at tey fáa ein ávísan ansinitet við sær ella at nýta føðingardagin hjá barninum í staðin fyri uppskrivingardagin, tá ið foreldur ynskja stovnspláss.
Noydd at hugsa øðrvísi
Í Danmark nýta heilt nógvar kommunur uppskrivingardagin, tá ið eingin bíðilisti er, og føðingardagin, tá ið bíðilisti er, fyri at fáa so stórt rættvísi sum yvirhøvur møguligt, vísir forkvinnan í Foreldrafelagnum á.
- Her ber til bæði at tosa fyri og ímóti, men fyri at fáa ein reellan bíðilista og soleiðis kunnu gera nágreiniligar framrokningar, hvussu stórur tørvurin veruliga er, verða vit noydd at hugsa øðrvísi. Síðstu 20 árini hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við eini skipan, sum týðiliga prógvar, at hon ikki virkar. Foreldrafelagið hevur víst á í uppskoti til nýggjar reglur fyri upptøku, at føðingardagurin eigur at verða nýttur sum uppskrivingardagur.
- Hinvegin hevur kommunan ikki skyldu til at útvega øllum barnagarðspláss, men hon hevur í øllum førum skyldu til at viðgera allar borgarar eins. Við at nýta føðingardagin hjá barninum sum uppskrivingardag, kunnu vit kanska rokna við, at barnið verður hálvt annað ella tvey ár, áðrenn tað fær eitt tilboð, men tá hava myndugleikarnir so møguleika at arbeiða fram ímóti, at foreldur kunna fáa foreldrafarloyvi við t.d. lægstu almannaveting við fígging úr einum møguligum barnsburðargrunni í eitt tíðarskeið, akkurát sum tey gera í londunum rundan um okkum. Børnini hava jú eisini best við at vera heima í øllum førum fyrsta árið.
Einki hoyrist aftur
Viðvíkjandi kontantstuðlinum til foreldur at børnum undir eitt ár, sum Tórshavnar kommuna fór undir at veita í fjør summar, hevur Foreldrafelagið mutað harðliga ímóti alla tíðina, við teirri grundgeving, at hesir pengar kunnu verða betur brúktir til varandi loysnir, sum til dømis at byggja nýggjan stovn fyri. Foreldrafelagið kærdi Tórshavnar býráð til Kommunala Eftirlitið í nov. í fjør fyri at veita kontantstuðul uttan at hava heimild í lóg, men hóast felagið bæði so og so hevur rykt eftir svari, er einki frætt enn.
Foreldrafelagið hevur ætlanir um at skipa fyri limafundum so hvørt nýggj mál skulu viðgerast. Felagið er væl nøgt við fundin, sum tað skipaði fyri mánakvøldið í Mettustovu.
- Tað skapar áhuga fyri felagnum, at landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, og forkvinnan í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð, vildu taka lut á fundinum, og tað eru vit takksom fyri. Tað var gleðiligt at síggja, at so nógv møttu upp, og at hoyra, at Tórshavnar býráð arbeiðir við at útvega nýggj pláss. Teirra partur liggur ikki eftir. Hinvegin fóru foreldur av fundinum aftur við teirri kenslu, at tey máttu góðtaka støðuna sum hon er. Neyðin hjá teimum er akkurát líka stór eftir fundin, sum hon var áðrenn, sigur Bryndis á Dunga.
Foreldrafelagið leggur stóran dent á gott samstarv við avvarðandi myndugleikar og felagið verður eisini tikið uppá ráð. Felagið hevur í dag 172 limir, fleiri hava teknað seg síðstu dagarnar, men enn fleiri eru vælkomnir.
- Vit heita á øll foreldur um at stuðla felagið, soleiðis, at vit framhaldandi kunnu gera okkara ávirkan á politikararnar, sigur Bryndis á Dunga.









