Stórur eftirspurningur eftir tænastum frá Føroya Tele

Nýggjastu tænasturnar hjá Føroya Tele eru samstundis tær, sum størsti eftirspurningurin er eftir. Internetfelagarnir eru tíggjufaldaðir upp á tvey ár og fartelefonfelagarnir eru áttafaldaðir síðani 1991

Fyri umleið einum ári síðani varð Telefonverk Føroya Løgtings sent í søguna og ístaðin reis Føroya Tele upp og fór undir sítt vikrsemi.

Næstan eingin munur er á tí, sum Føroya Tele ger og á tí, sum Telefonverkið gjørdi, men munurin er sum kunnugt, at Føroya Tele er alment partafelag.

Tískil var 1998 eisini fyrsta roknskaparári hjá »nýggju« fyritøkuni, sum kortini ikki er so nýggj.

Og ikki kann sigast annað enn, at byrjanin hjá nýggja felagnum var á leið.

Ein nógv vaksandi umsetningur og eitt yvirskot, sum liggur ájavnt tað sum Telefonverkið hevði sítt seinasta roknskapaár.

Niðasta linjan í ársroknskapinum hjá Føroya Tele vísti at úrslitið fyri 1998 var eitt avlop upp á góðar 16 mió. krónur, og tað var eftir at landskassin hevði fingið knappar seks milliónir krónur í skatti.


Umsetningsvøkstur

Sum nevnt vaks umsetningurin hjá Føroya Tele rættiliga fitt fyrsta ári sammett við seinasta roknskaparári hjá Telefonverkinum.

Umsetningurin fyri 1998 var góðar 180 mió. krónur móti góðum 155 mió. árið fyri. Hetta er ein vøkstur uppá umleið 16 prosent.

Størsta hækkingin er, sum verða man, á fastnetøkinum. Har hækkaðu inntøkurnar við næstan 20 mió. krónum.

Í roknskaparfrágreiðingini stendur at lesa, at orsøkin til henda stóra vøkstur er, at Føroya Tele hevur yvirtikið alt uttanlandssamskifti. Tískil verður ein stórur partur av inntøkunum av uttanlandssamskftinum liggjandi í Føroyum.

Ein annar bólkur, sum er vaksin ógvuliga nógv er internetsamskifti.

Í 1996 var inntøkan hjá Telefonverkinum, sum tað æt tá, vara 444 túsund krónur av Internet samskiftinum, men í 1997 var tað longu trífalda til uml. 1,6 mió. krónur

Men tað var ikki lat, tí longu eitt ár seinni, við árslok í fjør, vóru inntøkurnar av internetsamskiftinum hjá Føroya Tele enn einaferð trífaldaðar til 4,6 mió. krónur.


Tilgongdin gav

trupulleikar

Tá farið varð undir at arbeiða við internetinum í Føroyum var talið av Internetbrúkarum rættiliga avmarkað.

Umstøðurnar vóru ikki so góðar, og tað tók eitt sindur longri tíð at fáa føroyingar við »upp á vognin« enn tað gjørdi í grannalondum okkara.

Men smátt um smátt fingu alt fleiri føroyingar áhugað fyri hesum heimsumfatandi neti.

Í 1997 vaks felagatalið so ógvusliga nógv, at tað fór upp um allar framrokningar sum vóru gjørdar. Um 2000 felagar vóru við árslok 1997.

Søgan endurtók seg í 1998 tá tilgongdin gjørdist rættiliga stór.

Tí varð farið undir eitt miðvíst arbeiði fyri at dagføra alla internetskipanina í Føroyum, og tað arbeiðið innber eisini, at nýggj meting var gjørd um internettilgongdina.

Henda nýggja meting sigur, at Føroya Tele roknar við, at tað vera 5000 internetfelagar í Føroyum við árslok í ár.

Verður hetta veruleiki, so merkir tað, at umleið ein triðingur av húsarhaldunum í Føroyum hava internetsamband.


Endiliga kom GSM

Fartelefoni er ikki nýtt fyribrigdið í Føroyum, men hóast tað, so kann ikki sigast, at vit hava verið líka langt frammi tøkniliga, sum grannalond okkara hava verið.

NMT skipanin hevur verið einasta skipan, sum er brúkt í Føroyum, og hóast nógv hevur verið tosað um GSM í Føroyum, so hevur Føroya Tele, ella Telefonverkið verið meiri enn afturhaldandi á hesum øki.

Afturhaldni hevur givið ávísar trupulleikar og nógvir útlendingar, sum hava verið í Føroyum seinastu árini, hava staðið spyrjandi hví GSM-skipanin ikki virkaði í Føroyum. Tað gjørdi hon so at siga alla aðrastaðni í Europa í hvussu er.

Men í fjør kom rættiligt glið á útbyggingina av GSM-skipanina.

Kostnaðarmetingarnar, sum vóru gjørdar fyri nøkrum árum síðani, vóru alt ov høgar, og tað hevði við sær, at skipanin gjørdist munandi bíligari at seta upp enn væntað var frammanundan.

Men trupulleikarnir vóru ikki burtur fyri tað.

Fyri tað um skipanin virkaði í Føroyum, og undirtøkan var góð, so kk striltið hjá Føroya Tele, at fáa »roamingavtalurnar« upp á pláss.

Hesar avtalur skuldu tryggjað, at føroyingar eitt nú í Danmark kundu brúka føroyska GSM-telefon har, og danir sína í Føroyum, men tað gekk sera striltið at fáa hesar avtalurnar upp á pláss.

Hóast tað, so hevur tilgongdin av brúkarum á GSM skipanini verið stórur.

Einir 500 føroyingar høvdu við árskiftið longu fingið sær GSM telefon og síðani tá eru nógvir nýggir brúkarar lagstir til.

Av tí at Føroya Tele í tíðarbilum hevur lækkað takstirnar rættiliga nógv á fartelefoni, er inntøkan ikki vaksin í fjør. Men verður tilgongdin tann sama sum higartil, so er einki at ivast í, at Føroya Tele fer at forvinna ein góðan part av inntøkum sínum frá júst fartelefoni.

Við árslok 1998 høvdu 6514 føroyingar fartelefon, og tað svarar til at umleið 14 av øllum føroyingum hava fartelefon.

Skulu vit líkjast grannum okkara, so er langt á mál. Í hinum Norðurlondunum eru títtleikin av fartelefonum nógv størri enn hann er her heima.