Brown vil ikki spæla móti Føroyum

Men Allan Simonsen er ikki samdur við honum í, at føroyingar skulu smyrja seg við bara at luttaka í oyggjaleikunum

Tríggjar ferðir hevur skotski venjarin, Craig Brown, vunnið á Føroyum. Fjórðu ferðina var mótstøðan so stór, at skotski venjarin bara fekk javnleik burturúr, men alíkavæl helt Craig Brown fast um á tíðindafundinum eftir dystin, at tað hevði verið best, um føroyingar als ikki vóru við í EM undankappingini.

Uppundir dystin varð Craig Brown endurgivin fyri at siga í skotsku fjølmiðlunum, at eftir hansara tykki skuldu føroyingar als ikki verið sjálvsagdir luttakarar í EM undankappingini.

Sjónarmiðið hjá skotska venjaranum er, at tað eru ov nógv lond við í EM undankappingini, og at tað átti at verði sáldað meiri.

? Áður vóru tað fýra lið í hvørjum bólkinum, og tað var bara vinnarin, sum slapp víðari í endaspælið. Hetta var ein góð skipan, og eg haldi, at tað átti framvegis at verið soleiðis. Smáu tjóðirnar skuldu ikki verið útilokaðar, men tær áttu at spælt í einari kvalifikatiónskapping, og so skuldi bara tey bestu av teimum smáu londunum komið við í kappingina saman við stóru tjóðunum í Europa, var boðið hjá Craig Brown undan dystinum í Føroyum.

Og tá Ítróttarsosialurin á tíðindafundinum eftir javnleikin minti skotska venjaran á útsøgnina og fregnaðist, um hann framvegis var av hesi áskoðan, var Craig Brown avgjørdur:

? Hetta hevur einki við misnøgd ella mótstøðu móti Føroyum at gera. Eg haldi bara, at tað eru ov nógv lið í hvørjum bólkinum, og tað haldi eg gongur út yvir tey fremstu landsliðini. Feløgini eru ikki serliga fegin um, at landsliðsspælararnir eru so ofta burturfrá til landsdystir, og vit høvdu sloppið undan nógvum av spenningunum, um talið á landsliðum hevði verið lægri.

Men heldur tú ikki, at føroyingar hava víst, at teir eru kvalifiseraðir at luttaka í EM undankappingini?

? Eg ynski avgjørt ikki at taka nakað burtur frá avrikinum hjá Allan Simonsen og hansara spælarum í dag. Eg visti, at teir fóru at vera góðir, og teir vóru góðir, men eg haldi framvegis, at tað hevði ikki verið órímuligt, um tjóðir av tí støddini, sum Føroyar eru, noyddust at spæla í innleiðandi umfari fyri at koma víðari. Í Europa Cup verður Skotland ikki mett millum sterkastu tjóðirnar, og tað hevur við sær, at bestu liðini hjá okkum mugu spæla í innleiðandi umfari fyri at koma í meistarakappingina.

? Eg veit um oyggjaleikirnar, sum millum onnur Føroyar taka lut í, og eg haldi, at tað hevði verið uppá sítt pláss, um tað í smálandakapping av tí slagnum hevði verið avgjørt, hvørjar av smátjóðunum skuldu komið við í EM undankappingina, var boðið hjá Craig Brown.


Avbjóðingin skundar undir

Stjórin í Atlantsflog, sum er høvuðsstuðul hjá landsliðnum, Magni Arge, leiddi tíðindafundin, og hann kundi ikki bara sær at biðja venjaran hjá føroyingum at koma við síni áskoðan á sjónarmiðið hjá Craig Brown, og Allan Simonsen duldi ikki, at hann var ósamdur við skotska venjaran:

? Eg skilji, hvat tað snýr seg um hjá honum, og at tað eru trupulleikar við feløgunum, sum ikki eru so fegin um nógvu landsdystirnar, men út frá okkara sjónarmiði kunnu vit á ongan hátt taka undir við kvalifikatiónskapping. Fyri okkara spælarar liggur avbjóðingin í, at vit sleppa at spæla móti stórum fótbóltstjóðum, og eg dugi ikki at ímynda mær, at áhugin hjá spælarunum og áskoðarunum hevði verið tann sami, um talan bara var um smá og í fótbóltshøpi veik mótstøðulond, var viðmerkingin hjá Allani Simonsen.