bakið - nakað sum eg annars luktaði av sniðfundigari ætlan. . Hin hógligi Men tó skal sigast, at so mikið av vekt var í greinini, at tað kom fram, at HPS var rættiliga troyttur av, at Høgni Hoydal gjørdi [...] áhaldandi fórt fram , at vit ikki kunnu brúka Ìsland sum fyrimynd í fullveldisgongdini, tí Ísland var so nógv øðrvísi í 1918 enn Føroyar eru í dag. Men til hetta er bara at siga, at hvørki Ísland ella Malta [...] ferð eftir ferð kemur við útsagnum um, at Jf eisini vil av við blokkin, og at JF eins og samgongan heldur, at hetta skal gerast yvir eitt ávíst áramál, tí sum teir siga: JF vil hava eitt sjálvberandi samfelag
tað sama kundi royna at eftirgera náttúruna, við at geva svimjarunum hála húð sum hvalir, ella rúruta sum hávar. Speedo LZR Racer broytti alt Hesar fyrstu draktir verða í dag hildnar at bara optimera evnini [...] framleiðarar sum til dømis BlueSeventy og Jaked komu við draktum ið toygdu reglurnar enn meira. Teir fóru nevniliga undir at brúka Neopren í draktunum, sum er sama evnið sum verður brúkt til at framleiða [...] Lausanne meldar út, at ætlanin altso upp á sikt er at sleppa av við allar superdraktirnar, so at svimjingin aftur kemur at handla um svimjarar, heldur enn um útgerð. Støðan er í løtuni, at FINA forbjóðar draktum
Myndin var, at tað var islamisman, sum skuldi skola inn yvir Ísrael. Hamas leiðarar søgdu fleiri ferðir, at hetta var eitt religiøst stríð, og at teir gleðiliga offraðu sítt egna fólk fyri at náa málinum [...] Johan so illur um, at hann straks eftir kallaði tað ”moralskt streymslit”, ”dalandi samvitsku” og ”feikleika”. Logikkurin hjá honum var, at tað, at fólk átalaðu ótangarnar, merkti, at tey hildu tann ”blóðuga [...] virðum. Ikki minst móti teirri læru, sum hesi virði í stóran mun byggja á: kristindóminum. At lesa tær nógvu viðmerkingarnar hjá Carl Johan um kríggið í Gaza, er sum at lesa eina kommunistiska avís frá 1973
vísir seg, at tað er arbeiði til allar hendur í Føroyum, og tí skuldu heilsuskadd eisini havt arbeiðsmøguleikar. Grannalond okkara hava øll eina skipan hesum viðvíkjandi. Sum dømi kann nevnast, at í Danmark [...] síðani varð eitt ískoyti í forsorgarlógini sett í gildi, sum sigur, at tað kunnu játtast vard størv, umskúling og annað til avlamin og onnur, sum hava avmarkaðan vinnuførleika. -Hetta kom í gildi fyri 4 [...] duga ikki at umsita hana, sigur Doris Hansen. ?Tað er soleiðis, at um eitt fólk, ið hevur verið í vinnu, og síðan verður avmarkað á ein ella annan hátt í arbeiðsførleika, so eigur viðkomandi at fáa eina
manningarnar nógv fyri í royndunum at fáa Frúnna aftur, og endin á róðrunum hjá 5-mannaførunum við kvinnum bleiv ógvuliga spennandi. Tá bátarnir nærkaðust málinum var so at siga eingin munur á, men í øllum rokanum [...] munurin eisini var stórur í fleiri av róðrunum á Sundalagsstevnuni, líka sum hann var tað á Norðoyastevnuni, so gjørdist onkur róður tó sera, sera spennandi. Serliga róðrarnir hjá 5-mannaførum við kvinnum [...] var tað serliga Frúgvin, sum gjørdi sær dælt av hesum. Hon streyk avstað, og stóran part av róðrinum var hon knappa bátslongd framman fyri hinar bátarnar. Hetta merkti tó ikki, at Fípan Fagra og Sílið høvdu
ógvuslig, at hann noyddist at leggja seg upp á land. Eftir stuttari tíð fór hann á beinið. Staðfest varð, at hann hevði ógrøðiligan livrabruna. Á heystið sama árið herjaði brunin so hart, at hann mundi [...] Marnars á Skúr til verndareingil sín. Onkur nólsoyingur hevur mælt Marnari til at nýta standmyndina til gravstein, men um so verður, veit bygdarráðsformaðurin ikki at siga. Mynd: Jens Kristian Vang MYNDATEKSTUR [...] - Eg var ongantíð ræddur, men eg fór at hugsa um lívið, ið eg helt hava verið gott, sigur Marnar á Skúr, ið væntaði, at deyðin var vísur. - So upptærdur var eg, at tað gjørdi ikki mun um eg andaði ella
inn. Tað er synd at siga, at íbúðirnar eru stórar, men kortini so dugir ein at ímynda sær, hvussu heimligt tað kann fara at verða, tá møblar, gardinur og annað er komið inn. Og ikki at gloyma fólkini. Íbúðirnar [...] soleiðis fyri, at tað er stutt ímillum bygningarnar, og ein dugir at ímynda sær, at tey, sum har búgva, fara at savnast uttan fyri til hugnaligt prát ein góðveðursdag. Har er slætt og gott at ganga. Asfalterað [...] ivi um, at tílíkar íbúðir fara at gera tað lættari hjá fólki, sum eru komin upp í árini. Tað viðlíkahald, sum hoyrir til eitt húsarhald, kemur ein húsavørður, sum verður settur til býlingin, at taka sær
rokna við, at sigurin ímóti Malta var í pottinum, og at nú var tað ikki ein spurningur, hvar stigini fóru at enda, men heldur hvussu nógv málmunurin hjá okkum fór at gerast betri. Út frá tí, sum hevði verið [...] og Una Arge, sum hevði rætta hugburðin, arbeiddi nógv og so fegin vildi vísa, at tað var rætt av venjaranum at taka hann framum John Petersen. Svarta løtan Og so var tað, at alt tað, sum var borðreitt [...] føroyingar vóru teir sum heild eins tannleysir á útivølli, sum teir so at siga altíð hava verið, og teir høvdu ongan hundrað prosents møguleika. Spæligleðin Heldur var tað soleiðis, at okkara menn vóru v
einum høvundi fevnir um at skriva eitt og annað, sum ongin hevði roknað við?. Oddfríður Marni Rasmussen byrjar við at endurgeva kenda heimsspekingin Friederich Nietzche fyri at siga, ?Gud er deyður?. - Við [...] alt til at siga og skriva, tá ein er høvundur, hvussu grunt og tunt tað enn er, samstundis sum roknast kann við, at tað verður tikið fyri fult?. Hann eygleiðir víðari um 70 prosent av fólkinum, sum tykjast [...] tykjast at hava eina meira avslappaða tilveru við sínum kristindómi, meðan hini 30 prosentini ?prædika fyri teimum 70 prosentunum, at okkurt er, sum er rætt og okkurt sum er skeivt ? mest okkurt sum er skeivt
formaður í landsnevndini hjá Bláa Krossi fara eisini at siga nøkur orð. Monika Stauss Joensen, spælir violin, og Helga Gerðalíð, klaver. Høvi er eisini at bera fram eina heilsan. Eftir sjálva móttøkuna og [...] neyðugt at ganga allan vegin. Bussurin koyrir eisini omanaftur til Fríðrikskirkjuna og missiónshúsið eftir móttøkuna. Fyrstu ferð í Føroya søgu Tað er fyrstu ferð í Føroya søgu, at eitt viðgerðarheim at hjálpa [...] móttøka, 30 ára hald, opið hús, sangløta og blákrossmøti. Um fólk ynskja at síggja nýggja og stásiliga Blákrossheimið á Nesi, so ræður um at fara á vitjan um vikuskifti. Tí eftir vikuskifti er heimið ikki opið