Heilsuliga skadd fáa einki arbeiði

-Eftirløn verður nýtt sum eitt slag av trygdarneti fyri at sleppa undan at seta heilsuskadd og rørslutarnað í starv, sigur Doris Hansen, formaður í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum

 

Arbeiðsførleiki


Føroyar hava ongan skipaðan politikk viðvíkjandi arbeiði hjá heilsuliga skaddum.

-Heilsuskadd fáa bara eftirløn, og eru nógv fólk ónøgd við hetta, tí arbeiðið er ofta nakað, ið sigur eitt sindur um tín samleika, sigur Doris Hansen.

-Tað vísir seg, at tað er arbeiði til allar hendur í Føroyum, og tí skuldu heilsuskadd eisini havt arbeiðsmøguleikar.

Grannalond okkara hava øll eina skipan hesum viðvíkjandi.

Sum dømi kann nevnast, at í Danmark hava heilsuskadd møguleika fyri "flex-job", "skåne-job" og eisini arbeiða við hjálpara, meðan vit ikki hava nakað av hesum slagi í Føroyum.


Óvirkin skipan


Fyri nøkrum árum síðani varð eitt ískoyti í forsorgarlógini sett í gildi, sum sigur, at tað kunnu játtast vard størv, umskúling og annað til avlamin og onnur, sum hava avmarkaðan vinnuførleika.

-Hetta kom í gildi fyri 4 árum síðani, men skipanin er enn óvirkin, tí fólk duga ikki at umsita hana, sigur Doris Hansen.

?Tað er soleiðis, at um eitt fólk, ið hevur verið í vinnu, og síðan verður avmarkað á ein ella annan hátt í arbeiðsførleika, so eigur viðkomandi at fáa eina umskúling, so at hann kann fáa eitt starv, har hann er førur fyri at arbeiða. Men soleiðis er tað nærum ongastaðni.

-Tað eru nógv arbeiði, ið heilsuskadd kundu gjørt. Vit hava onkur vard verkstøð, men tey eru fyri menningartarnað. ALV hevði eitt verkstað, serliga fyri rørslutarnað, men tað varð niðurlagt, tí ongin leiðari var.

Nú ætlar ALV at taka hetta uppaftur, og hava tey leigað høli í Smiðjugerði til hetta endamál.


Hugburðurin má broytast


-Tað er ofta ein spurningur um hugburð hjá arbeiðsgevara og fakfeløgum um tey vilja taka ein við skerdum arbeiðsførleika á arbeiðsplássið. Tað er eisini ein spurningur um viðkomandi verður sæddur, sum ein byrða, ella sum tilfeingi, sigur Doris Hansen.

-Politikkararnir tosa um hendan trupulleikan upp undir hvørt val, men tað verður ongantíð til meira enn tos. Ein viðtøka úti í landstýrinum sigur annars, at ein og hvør almennur stovnur (við ávísari stødd) skal hava eitt til tvey brekaði í arbeiði, men heldur ikki hetta er nakrantíð gjøgnumført.

-Í hesum teldutíðum skuldi tað uttan trupulleikar verið møguligt við upplæring soleiðis, at heilsuskadd eisini kunnu fáa arbeiði. Vit høvdu eitt uppskot uppá 40/60. Tað vil siga, at arbeitt verður 60%, og harav skal Almannastovan gjalda 40% av lønini, fortelur Doris Hansen.


Fundur


Hesi evnini verða tikin upp á pallborðsfundi 7. novembur 2001. Pallborðsfundurin verður um arbeiðsmøguleikar hjá heilsuliga skaddum.

Við vera Sámal Petur í Grund, Bjarni Djurholm, Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni, Marius Dam, løgtingslimur, Vilhelm Johannesen, formaður í Arbeiðsgevarafelagnum, Pál Weihe, læknaligur ráðgevi á Almannastovuni, Gunnleivur Dalsgarð, formaður í starvsmannafelagnum, Kristina Larsen, fyristøðufólk í Alv og Ingrid Jacobsen fyri Meginfelag teirra brekaðu.