Tveir spennandi róðrar

Bæði hjá 5-mannaførum við kvinnum og hjá 6-mannaførum við monnum gjørdust róðrarnir sera spennandi á Sundalagsstevnuni, og at enda vóru tveir nýggir vinnarar funnir í hesum róðrunum í mun til á Norðoyastevnuni

Sjálvt um munurin eisini var stórur í fleiri av róðrunum á Sundalagsstevnuni, líka sum hann var tað á Norðoyastevnuni, so gjørdist onkur róður tó sera, sera spennandi. Serliga róðrarnir hjá 5-mannaførum við kvinnum og 6-mannaførum við monnum gjørdust spennandi á Sundalagsstevnuni, og at enda vóru bert stavnar á muni millum fremstu bátarnar.


Frúgvin gjørdi bart

Hjá 5-mannaførum við kvinnum hevði Sílið fingið bestu byrjanina uppá kappingarárið, tá tær vunnu rættiliga sannførandi á Norðoyastevnu. Hesaferð gekk tó ikki eins væl hjá Sílinum. Longu í byrjanini duttu tær eitt sindur aftur um bæði Frúnna og Fípuna Føgru, og tí gjørdist næsti FM-róðurin eitt sindur tyngri hjá Sílinum.

Í staðin var tað serliga Frúgvin, sum gjørdi sær dælt av hesum. Hon streyk avstað, og stóran part av róðrinum var hon knappa bátslongd framman fyri hinar bátarnar.

Hetta merkti tó ikki, at Fípan Fagra og Sílið høvdu givið upp – tvørturímóti.

Í endaspurtinum løgdu hesar báðar manningarnar nógv fyri í royndunum at fáa Frúnna aftur, og endin á róðrunum hjá 5-mannaførunum við kvinnum bleiv ógvuliga spennandi.

Tá bátarnir nærkaðust málinum var so at siga eingin munur á, men í øllum rokanum eydnaðist Frúnni at halda hinar bátarnar aftan fyri seg, og sostatt vunnu tær næsta FM-róðurin framman fyri Fípuna Føgru og Sílið. Munurin frá teimum og niður til Sílið var tó bert eitt hálvt sekund.


Tvørábáturin helt á mál

Hjá 6-mannaførum við monnum var tað Sundabáturin, sum legði seg á odda í FM-stríðnum eftir fyrsta róðurin, tá teir vunnu á Norðoyastevnu. Kappingin á Norðoyastevnu var tó hørð við bæði Stráluna og Tvørábátin, og tí var roknað við enn einum høðrum og spennandi róðri leygardagin á Sundalagsstevnuni.

Og róðurin bleiv eisini sera javnur og spennandi. Tvørábáturin fekk eina flúgvandi byrjan upp á róðurin, og mest sum alt fyri eitt løgdu teir seg út við eina bátslongd fram um hinar bátarnar.

So við og við dragnaðu bæði Riddarin, Rádni, Lómur, Sølmundur og Jarnbardur, og tí vóru tað bert Sundabáturin og Strálan, sum veruliga tóku kappingina upp við Tvørábátin.

Tað var tó ikki lætt hjá hesum báðum eftir góðu byrjanina hjá Tvørábátinum, og tá manningarnar høvdu á leið 200 metrar eftir á málið, var enn ein knøpp bátslongd á muni niður til Sundabátin og Stráluni, sum vóru rættiliga javnir.

Sundabáturin hevur tó orð á sær at hava ein sera góðan endaspurt, og hesin kom rættiliga til sjóndar í Sundalagnum. Tak fyri tak át hann av leiðsluni hjá Tvørábátinum, og tá ið teir nærkaðust málinum, var bert ein stórur stavnur á muni millum Tvørábátin og Sundabátin, meðan Strálan var eina góða hálva bátslongd aftari.

Sjálvt um Sundabáturin hevði ein sera góðan endaspurt, so megnaði Tvørábáturin at halda leiðsluni, og sostatt var fyrsti sigurin í 16 ár vorðin veruleiki hjá Tvørábátinum. Við sigrinum er kappingin eisini víðopin hjá 6-mannaførum við monnum.