Takkarbøn úr betongi

DEYÐSHÁÐ. Meðan Marnar á Skúr, bygdarráðsformaður, lá í andarleypi á Ríkissjúkrahúsinum í Danmørk, legði hann sær eina við, at reistist hann aftur, skuldi tøkkin fara til verndareingil sín. Tøkkin var standmynd úr betongi

Bygdarráðsformaðurin í Nólsoy, Marnar á Skúr, er sjúkur. Seinastu tvey árini hevur hann drigist við herviliga livrasótt, ið er honum til miklan ampa.


Men kortini er Marnar takksamur. So takksamur, at hann er farin at stoypa sínar takkarkvøður, ið allar mynda verndareinglar, úr betongi.


Ógrøðiligur livrabruni

Í 1998 gjørdist bygdarráðsformaðurin sjúkur umborð á nótaskipinum, Pelagos. Herðindini vóru so mikið ógvuslig, at hann noyddist at leggja seg upp á land. Eftir stuttari tíð fór hann á beinið. Staðfest varð, at hann hevði ógrøðiligan livrabruna. Á heystið sama árið herjaði brunin so hart, at hann mundi siglt av. Immunverjan legðist eftir livrini, og bygdarráðsformaðurin varð fluttur á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn.


- Eg var ongantíð ræddur, men eg fór at hugsa um lívið, ið eg helt hava verið gott, sigur Marnar á Skúr, ið væntaði, at deyðin var vísur.


- So upptærdur var eg, at tað gjørdi ikki mun um eg andaði ella prumpaði; dunsturin var øgiligur. Og eg taki onki aftur, tá ið eg sigi, at skarnið var hvítt, og landið sum kaffi, sigur bygdarráðsformaðurin, ið minnist, at hann luttók á einari læknaráðstevnu, har hann varð vístur fram í sínum skirvisliga hami.


- Eg bað teir vælsignaðar skera meg upp og brúka meg til eykalutir, um so var, at eg sigldi av, minnist Marnar.


Tøkk til trúgva eingilin

Men Marnar hevði, og hevur framvegis, eina sterka Guðstrúgv. Á sóttarsong síni legði hann sær sjálvum eina við, at hóraði hann undan, skuldi okkurt minni verða latið úr hondum hansara: Ein tøkk til verndareingilin, ið Marnar er fullvísur í, hevur fylgt sær á lívsleiðini.


Marnar kom livandi og takksamur aftur til Nólsoyar. Og úrslitið gjørdist ein einglastandmynd úr betongi, ið hann sjálvur skýrir, Mariu Eide, tí einglaandlitini minna um andlitsdrøgini á navnframu lærarinnuni í Funningi, ið var ættað úr Nólsoy.


- Væl eru læknarnir góðir, men verndareingilin er nú bestur, sigur Marnar, ið síðan olmussuna er hildin fram við einglastoypingini í kjallaranum.


Listarliga stoypingin er náttarítriv. Tá ið friður er undir lonini, og andvekur ger um seg, fer bygdarráðsformaðurin, ið enn er nívdur av sjúkuni, niðurundir. Hesar løtur fær hann gagnnýtt sínar skapanargávur og grunda um Guðstrúnna samstundis.


MYNDATEKSTUR TIL STANDMYND:

Olmussugáva Marnars á Skúr til verndareingil sín. Onkur nólsoyingur hevur mælt Marnari til at nýta standmyndina til gravstein, men um so verður, veit bygdarráðsformaðurin ikki at siga.

Mynd: Jens Kristian Vang


MYNDATEKSTUR TIL MARNAR:


Marnar á Skúr, bygdarráðsformaður í Nólsoy. Á sjúkulegu lovaði hann, at vann hann seg upp á aftur á føtur aftur, skuldi tøkkin verða ognað verndareinglinum.

Mynd: Jens Kristian Vang