Klaksvík:
Arbeiðið upp á verkætlanina undir Kráarbrekku er um at vera liðugt. Beint nú fáast menn við at gera asfaltarbeiðið liðugt og at leggja ta seinastu hondina á arbeiðið inni. Fleiri av íbúðunum eru lidnar, og vaskifólk er farið inn at gera alt tilreiðar til íbúgvarnir flyta inn. Tað er synd at siga, at íbúðirnar eru stórar, men kortini so dugir ein at ímynda sær, hvussu heimligt tað kann fara at verða, tá møblar, gardinur og annað er komið inn. Og ikki at gloyma fólkini. Íbúðirnar liggja soleiðis fyri, at tað er stutt ímillum bygningarnar, og ein dugir at ímynda sær, at tey, sum har búgva, fara at savnast uttan fyri til hugnaligt prát ein góðveðursdag. Har er slætt og gott at ganga. Asfalterað heilt til inngondina, og um onkur hevur tørv á rullustóli, so er tað heldur ongin trupulleiki at fáa hendan trillaðan inn í eina íbúð.
Hóast tað enn í dag sær meira út sum ein spøkilsisbýlingur, tí onki lív er inni, so kann ein og hvør, sum hyggur framvið ímynda sær, at hetta verður ein sera hugnaligur býlingur, tá allar 24 íbúðirnar hava fingið búfólk. Tað er ljóst inni í íbúðunum. Eitt stórt rúm, har køkur og stova eru í einum, eitt kamar og eitt baðirúm. Ein kemur inn í eina lítla gongd og síðani inn í køkin og stovuna.Tað er í teimum smærru íbúðunum. Tær størru íbúðirnar eru eitt sindur øðrvísi innrættaðar. Har er ein gongd og tvey sovikømur og eitt baðirúm. So er køkur og stova í einum, men rúmið sjálvt er størri enn tað í teimum smærru íbúðunum. Íbúðirnar liggja í einum friðarligum og hugnaligum umhvørvi.
Tað er ongin ivi um, at tílíkar íbúðir fara at gera tað lættari hjá fólki, sum eru komin upp í árini. Tað viðlíkahald, sum hoyrir til eitt húsarhald, kemur ein húsavørður, sum verður settur til býlingin, at taka sær av.
Nú sást endin
Steinbjørn Jacobsen er ein sera fegin maður í dag, tí at nú sást ein endi á fyrsta byggistiginum á hesi verkætlan. Annað byggistig umfatar 24 íbúðir afturat, men borgarstjórin sigur, at hann heldur tað vera skilabetur at lata hetta standa sína roynd, áðrenn farið verður undir annað byggistig.
? Nú mugu vit fyrst steðga á eina tíð og síggja, hvussu hetta fer at virka, sigur hann.
Upprunaliga var ovurstórur áhugi fyri íbúðunum. Men í dag vísir tað so seg, at tað bert eru fólk til 15 av teimum, sum eru oman fyri seksti ára aldur.
Og tað er ikki nóg mikið. Sambært borgarstjóranum í Klaksvík hevur sjálvsognarstovnurin ikki ráð at lata nakra standa tóma.
Viðtøkurnar til verkætlanina siga, at íbúðirnar skulu vera til fólk yvir seksti ár, men at undantøk kunnu gerast. Og hetta sigur Steinbjørn Jacobsen, at tey fara at nýta. Hann sigur, at tað helst verða gjørd undantøk, soleiðis at fólk, sum eru undir 60 somuleiðis fara at kunnu leiga onkra av íbúðunum.
? Hervið meini eg ikki, at tað skulu vera blaðung fólk, men kanska heldur fólk í fimti árunum, sigur Steinbjørn, sum heldur ikki dugir at síggja nakra orsøk til at lata spildurnýggjar íbúðir standa tómar.
Ført hevur verið fram millum fólk, at tann dalandi áhugin kemur av tí høga prísinum fyri at leiga eina tílíka íbúð.
Kostnaðurin liggur frá 3.800 til 4.800 krónum alt eftir um tað eru tær størru ella tær minnu íbúðirnar, sum ein leigar.
Steinbjørn Jacobsen viðgongur, at tað er ein høgur prísur, men hann sigur, at tá tey fingu svar frá umsøkjarunum, var tað slettis ikki ov høgur prísur, sum lat til at vera høvuðsorsøkin til, at tey settust aftur.
? Tað tyktist sum um, at tey nú sóu, at tað er nú, tey skulu flyta, og so hava tey hug at halda aftur og hava spurt, um tey ikki kunnu bíða hálvt ella eitt ár, greiðir Steinbjørn frá.
Høvuðstankin aftan fyri hesa íbúðarætlanina var, at leysgera nøkur hús í Klaksvík, men hóast tað, so streyma umsóknir um grundstykki í Klaksvík framvegis inn til kommununa. Og eisini á hesum økinum hendir nakað. Kommunan fer um stutta tíð í holt við eina útstykking afturat undir Grashjalla, har eini 15 grundstykkir fara at verða afturat.
Sostatt staðfestir borgarstjórin, at nógv hendir í Klaksvík fyri tíðina. Serliga á bústaðarøkinum, men hann vísir somuleiðis á, at ein læknamiðstøð er í gerð, ein rundkoyring í miðbýnum, framhaldandi arbeiðið í ídnaðarhavnini í Ánunum byrjar um heilt stutta tíð og fyrireikingararbeiðið til Norðoyatunnilin er somuleiðis byrjað.