Hin hjálparleysi hugsjónarloysingurin
Grov ákæra er tað at skýra ein persón ella flokk fyri at villleiða føroya fólk, men tað ger Hans Pauli Strøm uttan himpr og uttan grundgeving í eini samrøðu týsdagin. Tó uggi eg meg við, at tað krevur meiri enn útspilling frá einum hjálparleysum hugsjónarloysingi, áðrenn lesarin vendir sjálvstýrisrákinum bakið - nakað sum eg annars luktaði av sniðfundigari ætlan.
.
Hin hógligi
Men tó skal sigast, at so mikið av vekt var í greinini, at tað kom fram, at HPS var rættiliga troyttur av, at Høgni Hoydal gjørdi brúk av síni fortíð sum sjónvarpsmaður (okkurt við, at tá dugur ein so væl at bera boðskapin fram) - men hevði tað verið minni villleiðandi um Høgni Hoydal royndi at stama seg ígjøgnum boðskapin ella hevði tað verið minni villleiðandi, um hann við buldur og brak og ókvæmisorðum royndi at seta Javnaðarfólk uppá pláss.
Ongin hevur einkarætt til samstarvssáttmála
Í greinini verður í teigavís grundgivið fyri, hví Malta ikki kann nýtast sum fyrimynd, somuleiðis hevur sami flokkur áhaldandi fórt fram , at vit ikki kunnu brúka Ìsland sum fyrimynd í fullveldisgongdini, tí Ísland var so nógv øðrvísi í 1918 enn Føroyar eru í dag. Men til hetta er bara at siga, at hvørki Ísland ella Malta hava tikið sær einkarætt uppá sáttmála ella samstarvsavtalu við annað land. Sjálvandi verður samstarvssáttmálin millum Danmark og Føroyar gjørdur út frá hesum báðum landafortreytum, sum í Danmark og í Føroyum fyriliggja. Tað skuldi ikki verið neyðugt at penslað tað meiri út.
Gleðiligt at Javnaðarflokkurin vil av við blokkin
Tó er tað sera positivt, at Javnaðarflokkurin ferð eftir ferð kemur við útsagnum um, at Jf eisini vil av við blokkin, og at JF eins og samgongan heldur, at hetta skal gerast yvir eitt ávíst áramál, tí sum teir siga: JF vil hava eitt sjálvberandi samfelag. Tó er tað í so tvískilt, tá ið somu menn og kvinnur blæsa í ávarðingarlúðrarnar um armóð og neyð, um blokkurin fer, og vit standa á egnum beinum.
Vit umsita
annaðmans ogn
1/3 av Landskassansinntøkum koma sum blokkur frá danska ríkiskassanum. Henda triðjing ætla vit í samgonguni at sleppa av við - yvir eitt ávíst áramál. Onkur heldur, at hetta vil gera av við okkum: vælferðin minkar, fólkaflyting, láglønarsamfelag osfr.
Men tá ið samgongan hevur vilja til ein sjálvstøðugan búskap, so er tað ikki tí, at vit ikki vilja hava eina fíggjarlóg uppá 3 milliardir, men orsøkin til at vit vilja av við blokkin yvir eitt ávíst áramál, er, tí at blokkurin er eitt gjald frá dønum til okkum, eitt gjald fyri at vit umsita ogn teirra, eitt gjald fyri ábyrgdina av hesum landi. Afturfyri hesa milliard frá danskarum lata vit ábyrgdina hjá okkum liggja á Christiansborg - og tað er tað, sum ger, at blokkurin ikki tænir sínum møguliga ætlaða endamálið. OG tá ið Jf sigur at vit fyrst skulu hava búskaparligt frælsi og síðani politiskt frælsi, so er til tað at siga at búskapur er sera liðiligur og hevur lætt við at laga seg eftir umstøðunum, hann livir undir, og livir hann undir eini skipan, einum politskum yvirvaldi, hvørs høvuðsábyrgd er langt av landi skotin og hvørs skipan ongin hevur álit á, so vil búskapurin síggja út hareftir. Nei veruleikin er at tú fært ongantíð búskaparligt frælsi um tú ikki hevur politiskt frælsi. T að er í praksis ómøguligt..
Fjølmiðlatekki og veljarakanningar
Hans Pauli fílist á, at Høgni Hoydal hevur dugað so væl at notið gott av fjølmiðlunum, -bert ergriligt at Jf, sum nærum hevur haft einkarætt í loftmiðlunum, ikki hevur dugað. Men einaferð læra tit nokk, at støðufesti er tað, sum skal til, um boðskapurin skal nytta nakað í longdini. Tað nyttar onki at byggja politikk sín á fjølmiðlatekki og veljarakanningar. Dømi um manglandi støðufesti Javnaðarfloksins er m.a.:
1. Hvør minnist ikki, í apríl mánaði, hvussu valevni Javnaðarfloksins tóku fram Íslendsku gongdina í fullveldismálinum sum fyrimynd, og
2. hvør minnist ikki orð Javnaðarfloksins aftaná, at samgongan var skipað í mai, tá ið teir søgdu, at tað teir kundu taka undir við í samgonguskjalinum var síðu 1, men restin, sum var borgarligur politikkur, tóku teir ikki undir við
3. Manglandi støðufesti sæst aftur í viðgerðini nú hálvt ár seinni: hvar er íslendska fyrimyndin blivin av, og hvar er undirtøkan fyri síðu 1 í samgonguskjalinum.
Nei, Hans Pauli betur er at feiga fyri egnum dyr, áðrenn tú leggur á onnur.
Tórsh. 16.okt. ´98
Annita á Fríðriksmørk
løgtingskvinna Tjóðveldisfloksins