Eru okkara høvundar dagliga grunnir ella djúpri eygleiðarar

Oddfríður Marni Rasmussen rithøvundur gevur til kennar sínar metingar og meiningar um tey 70 prosentini og so hini 30, sum eru smalsporað

 

Jógvan við Keldu







Tað var við áhuga eg setti meg at lesa hugleiðingina hjá høvundinum Oddfríði Marna Rasmussen í Sosialinum leygardagin 24. februar undir heitinum ?Gud er deyður?.

Eg las hugleiðingina aðruferð, og síðani einaerð afturat..

Ein rithøvundur er altíð áhugaverdur at lesa, tí hann er listarmaður. Hetta er hansara øki, her er breidd, dýpd og høgt til loft. Tí kemur hann vanliga við eini vitan, sum vit onnur ikki hava. Hann setur seg inn í mál og veit hvat hann fer í holt við.

Jean-Paul Sartre segði: ?Frælsi hjá einum høvundi fevnir um at skriva eitt og annað, sum ongin hevði roknað við?.

Oddfríður Marni Rasmussen byrjar við at endurgeva kenda heimsspekingin Friederich Nietzche fyri at siga, ?Gud er deyður?. - Við hesum hugleiðir hann um Gud í roynd og veru.

Hann ger síðani tríggjar einfaldar sammetingar millum katolikkin, luther´ anaran og muslimin, og eg spyrji meg sjálvan, meðan eg lesi, ?ber alt til at siga og skriva, tá ein er høvundur, hvussu grunt og tunt tað enn er, samstundis sum roknast kann við, at tað verður tikið fyri fult?.

Hann eygleiðir víðari um 70 prosent av fólkinum, sum tykjast at hava eina meira avslappaða tilveru við sínum kristindómi, meðan hini 30 prosentini ?prædika fyri teimum 70 prosentunum, at okkurt er, sum er rætt og okkurt sum er skeivt ? mest okkurt sum er skeivt?, og víðari sigur hann:

? Fyri at fara aftur til tey 30 prosentini, so er teirra endamál af fáa so nógv við í himmalvognin sum gjørligt, og til hetta endamálið verður retorikkur brúktur?.

Soleiðis heldur hann fram.

Meiri gleps enn hugleiðing

Men síðani sigur hann nakað meiri áhugavert: ?Eg royni ikki at prædika fyri øðrum um mína átrúnaligu sannføring ella mangul uppá sama (tó er hetta glepsið eitt undantak), so hví í verðini skal eg lastast við hesum orðaskvaldri?.


Oddfríður Marni Rasmussen vil her geva fólki varðhugan av, at hann her er vaknaður við kaldan dreym, hann hevur ongantíð fyrr illneitast á tey trúgvandi í Føroyum, hann hevur verið tolerantur, avslappaður, hóvligur og róligur.

Her fellur høvundurin og hugleiðarin ígjøgnum. ? Trýr hann veruliga, at fólk sum hava lisið grein hansara bæði eina,-tvær og tríggjar ferðir, at ikki eisini verður lisið millum linjurnar. Har stendur vanliga ikki so lítið hjá góðum høvundum.


Hvørki fyrstur ella seinastur

Nú vit endurgeva høvundar og heimsspekingar, so hava teir sagt so nógv. Voltaire, sum helst er ein hin størsti franski høvundurin og heimsspekingurin segði fyri umleið 250 árum síðani, at: ?Bíblian er ein útlivað bók?. ? Hevði hann í dag sæð, hvussu nógv høvuðbrýggj henda bók framvegis gevur hansara starvsfeløgum.

Bert fyri at endurgeva ein annan høvund sum livdi í Ameriku frá 1836 til 1899, so tók hesin so dýran til, at: ?Um tíggju ár verður bíblian ikki lisin?.

Hvønn týdning hevði hetta fyri eftirtíðina, tað hesi báðir søgdu.

Høvundurin er ikki ivandi, men heldur at ein partur av teimum 30 prosentunum, ja, ella kanska øll hava ein ?smalsporaðan hugsunarhátt?.

Nú er Oddfríður Marni Rasmussen ikki fyrsti høvundur, og hann verður heldur ikki tann seinasti, um vit vera her eina tíð afturat, sum tekur soleiðis til um tey trúgvandi.


Tey tolerantur

Lat meg eisini siga honum, at hesin ?toleranti mentaheimurin?, er ikki so tolerantur sum hann heldur. ? Hann er heldur ikki so breiður og víður sum hann trýr, og hann er enn minni vitandi enn hann billar sær inn, tá tað snýr seg um at vita hvat býr í hvørjum menniskja, og hvussu ymisklig fólk eru í temperamenti, hugsan o.ø..

Onkustaðni í greinini biður hann um eina frágreiðing um, hvat er blasfemi. Sjálvur hevur hann eitt dømi. Samstundis, sum hann biður um hesa frágreiðing, tekur hann soleiðis til: ?Tí um hesin Gud er til, er ógvuliga sannlíkt, at hann doyði av látri, tá ið hann hevði skapt lítla Føroyar?

Eitt og annað skínur ígjøgnum hugleiðingar høvundans. ? Onkur spyr uttan iva, man hetta vera blasfemi.

Tað er ikki so lætt, tí hesi ?tolerantu? siga stundum, at ?tey trúgvandi eru soleiðis, at tey ?flúgva omanfyri tað heila? og halda seg vera so góð?. Meðan onnur siga, at ?tey trúgvandi, tað einasta tey hugsa um er pengar?, meðan upp aftur onnur siga, at ?tey hugsa bara um at snýta og bedraga?.

? Hetta eru ikki bara søgd, men skrivað orð enntá í ?hugleiðingum?.


Mangar meiningar og metingar av góðum monnum

Lat meg taka eitt dømi afturat, sum fevnir um kristni-frálæru í skúlunum í Danmørk og í Føroyum.

Bæði tey 70 prosentini hjá høvundinum og tey 30 prosentini hava í mong ár umrøtt, um kristnifrálæra skal vera í skúlunum, uttan at nøkur einvís niðurstøða er gjørd.

Okkara góði gamli Grundtvig ? sum eisini var Føroyavinur ? helt fyri, at: ?Er troen virkelig en skolesag?? ? Her svarar hann: ?Nej! Troen havde ingen plads i den offentlige skole. Troen var kirkens og præsternes sag. Og i øvrigt for vigtig en sag at betro skolelærere. Skulle troen overgives i skolelærerens hænder, var det først for alvor ilde fat med kristendommen?.

Ja, hetta vóru so hansara orð. ? Eg veit ikki um hugleiðandi høvundurin tekur undir við hesum.

Sjálvandi kundi eg hildið fram, um hvussu mentanarligi heimurin sá út meðan Geldsted, Scherfig, Kirk og Heinesen dusaðu sær í kommunistisku uppgongdartíðini, samstundis, sum roynt var at halda yrkjaran og prestin Kaj Munk í tøgn heilt upp til okkara tíð, kanska inntil1980ini og 90ini, tí hann ikki var kommunistur.

Eisini, uttan at hetta skal verða tikið bíbliuni til inntøku, hava verið, og eru framvegis nógvir trúgvandi høvundar og vísindamenn. Hetta hevur verið ein megintýdningur í lívi teirra.

Um so Nitzche sigur at ?Gud er deyður? ella Rasmussen sigur at, ?Um vit hyggja at tí føroyska samfelagnum ídag, so eri eg sannførdur um at Gud er deyður?, so reingja hesir báðir ikki nakran veruleika.

Hetta vóru bert nakrar hissini viðmerkingar frá einum leikmanni til hugleiðingar hjá einum rithøvundi, ið hvørki hevur sett seg inn í veruligu viðurskiftini, og tíansheldur at hann er tolerantur, ella hevur vídd og breidd.