FINA vil sleppa av við superdraktirnar

- Vit eru her til at skera krabbameinið burtur, segði FINA ovastin Cornel Marculescu hósdagin við fjølmiðlafólk á Palace Hotel í Lausanne. Tekniska nevnd í altjóða svimjisambandinum møttist herfyri endurviðgera støðuna viðvíkjandi nýggju superdraktunum

Svimjing

 

Trupulleikin við superdraktunum er í veruleikanum ikki nakað nýtt mál, men heldur eitt sum er komið sníkjandi inn á svimjingina, áðrenn reglurnar kundu verja fyri tí. Svimjingin hevur altíð havt greiðar reglur um at svimjarin ikki má nýta til dømis fitjur ella flótiamboð til at betra um svimjievnini, men hevur ikki vart nóg væl ímóti at sjálv draktin kundi gerast eitt amboð, ið betraði um svimjaran.

Og tí sóu vit fyrst í hesu øld draktir sum kleimdu vøddar og bróst og líknandi inn, til at minka um vavið á svimjaranum, á størri og størri parti av kroppinum. Reglurnar siga at draktin skal vera í einum, og úrslitið gjørdist tí ein heildrakt, sum gekk heilt út á øklar og handlið. Og nú svimjarin dekkaði allan kroppin allíkavæl, so hildu framleiðararnir at teir tað sama kundi royna at eftirgera náttúruna, við at geva svimjarunum hála húð sum hvalir, ella rúruta sum hávar.

 

Speedo LZR Racer broytti alt

Hesar fyrstu draktir verða í dag hildnar at bara optimera evnini hjá svimjaranum, meðan tær nýggju superdraktirnar hinvegin eitast at geva meira enn hvat svimjarin náttúrliga hevur í sær. Fyrsta veruliga superdraktin var Speedo LZR Racer, framleidd við hjálp av vísindafólki hjá NASA, sum við hjálp av óelastiskum reimum um miðjuna styðjar svimjaran so væl, at hann fær lættari við at halda beinunum uppi í vatnskorpuni, og harvið flóta betur. Hartil formar hon kroppin við hjálp av óelastiskum evnum, so at til dømis sneiðingin frá lendum til afturpart verður meira líðandi, og vatnið tí lættari fær farið framvið og uppum svimjaran.

Hendan draktin kom á marknaðin stutt upp undir Beijing, og átti tá meira ella minni allan heimsmarknaðin, inntil aðrir framleiðarar sum til dømis BlueSeventy og Jaked komu við draktum ið toygdu reglurnar enn meira. Teir fóru nevniliga undir at brúka Neopren í draktunum, sum er sama evnið sum verður brúkt til at framleiða vátdraktir við, og sum fólk væl vita flýtur. Men teir brúktu tað sjálvsagt í so lítlan mun, at tað gekk undir reglurnar hjá FINA, og tí ikki kundi forbjóðast.

 

FINA sigur stopp

Støðan gjørdist tí, at tað í vár var serliga Jaked draktin sum var á øllum teimum svimjarum ið settu heimsmet, og svimjiheimurin byrjaði tí av álvara at tala at. Hesar nýggju draktir eru sum heild ógvuliga dýrar og viðbreknar, og uttan stýring fóru draktirnar so líðandi niður gjøgnum aldursbólkarnar. Og tí sóu vit millum annað á Føroyameistarstevnuni í vár, at flest allir finalistar valdu at gjalda fleiri túsund krónur fyri eina drakt, sum kanska helt til FM og eina stevnu afturat. Longu í desember í fjør kallaðu serfrøðingar evropameistarastevnuna fyri eina 'farsu', har eingin kundi gera seg galdandi uttan drakt. Og FINA íverksetti tí í januar eina tilgongd, til at fáa stýring aftur á støðuna viðvíkjandi superdraktum.

Allar draktir skuldu tí latast inn til eftirkanningar tann 31. mars, líka mikið um tær høvdu verið góðtiknar fyrr ella ei, og tann 19. mai kom so út ein listi frá FINA yvir góðkendar draktir, har Speedo LZR draktin yvirlivdi, meðan kappingarneytarnir BlueSeventy, Jaked og Arena mistu síni bestu boð uppá superdraktir. BlueSeventy og Jaked eru bæði bílligari og haldbærari enn Speedo LZR draktin, og hartið er Speedo ein av høvuðsstuðlunum hjá FINA, og svimjiheimurin hevur tí meira ella minni staðið í einum roki, síðani tá. Til FINA nú á fundi í Lausanne meldar út, at ætlanin altso upp á sikt er at sleppa av við allar superdraktirnar, so at svimjingin aftur kemur at handla um svimjarar, heldur enn um útgerð.

Støðan er í løtuni, at FINA forbjóðar draktum sum á einhvønn hátt fær svimjaran at flóta betur, annaðhvørt beinleiðis við at vera gjørd av evni sum flýtur, ella óbeinleiðis við at fanga luft millum svimjara og drakt. Hartil settu tey tann 31. mars forboð ímóti at kunna brúka fleiri av hesum superdraktum í senn, til at umganga at svimjarar tann vegin fóru uppum ólógliga markið fyri flóting. Og frá 1. januar 2010 er so ætlanin at fara at forbjóða eisini 'kompressiónini', sum er tað at svimjarin verður kroystur saman, og styrktur við bardun-líknandi skipanum tvørtur um miðjuna. Tá verður mest sannlíkt eisini Speedo LZR draktin forbjóðað, í øllum førum í tí líki sum hon er nú, umframt tær TYR draktir sum Pál Joensen hevur brúkt í seinastuni.

 

Føroysku svimjararnir ongan trupulleika

Men í løtuni hava føroysku svimjararnir ongan trupulleika, við tað at teir flestu av teimum brúka Speedo ella TYR, sum eru og allatíð hava verið góðkendar draktir. Onkur einstakur svimjari hevur klárað oyggjaleikakravtíð í BlueSeventy, og onkur hevur eisini sett met í eini Jaked drakt; men sum heild er talan um svimjarar ið svimja líka skjótt í eini Speedo ella TYR. Og føroyski hópurin hevur tí minst líka góðar vánir nú til Oyggjaleikir, EJM og HM, sum áðrenn góðkenningarlistin hjá FINA kom út tann 19. mai. Tí tað kann jú hugsast, at onkrir av okkara kappingarneytum hava klárað sínar tíðir í BlueSeventy ella Jaked, sum ikki eru loyvdar nú.