Stríð og strev gav sigurin tá tað ikki rakk við góðum spæli

Fótbóltur: Sannførandi føroyskur 1. hálvleikur og leiðsla uppá tvey mál stóð sína roynd í 2. hálvleiki, tá liðformaðurin varð rikin av vølli og maltesar minkaðu um munin

Lat okkum bara koma til sakina beinanvegin. Tá tað var hálvleikt móti Malta, mundu flestu føroyingar, um teir so vóru á Svangaskarði ella aðra staðni í landinum, rokna við, at sigurin ímóti Malta var í pottinum, og at nú var tað ikki ein spurningur, hvar stigini fóru at enda, men heldur hvussu nógv málmunurin hjá okkum fór at gerast betri.

Út frá tí, sum hevði verið at sæð 1. hálvleik søgdu framrokningarnar 4-0 ella kanska 5-0, og tað var ikki so undarligt. Sjáldan ella rættari ongantíð áður hava okkara menn í landsdysti víst sovorðið spæl, sum teir vístu stórar partar av 1. hálvleiki.

Allir spælararnir arbeiddu væl fyri hvørjum øðrum, allir vóru fullir í spæligleði og sjálvsáliti, og tað var so ofta, at álopini skolaðu niðan ímóti maltesiska málinum. Miðvøllurin hjá gestunum var í longum løtum trumlaður sundur og saman, og í verjuni høvdu teir ilt við at halda Toda Jónsson, sum teir tóktust hava ómetaliga stóra virðing fyri, og Una Arge, sum hevði rætta hugburðin, arbeiddi nógv og so fegin vildi vísa, at tað var rætt av venjaranum at taka hann framum John Petersen.


Svarta løtan

Og so var tað, at alt tað, sum var borðreitt við í 1. hálvleiki, var um at fara fyri einki. Jan Dam varð rikin av vølli tveir minuttir inn í 2. hálvleik, Malta minkaði um munin uppá brotssparkið, og tað sást væl, at føroyingar vóru skelkaðir.

Okkara menn, sum 1. hálvleik høvdu fylgt ráðunum hjá venjaranum og syrgdu fyri at verja fyri mótstøðumonnunum einar tíggju metrar longri frammi, enn teir plaga at gera, vórðu kroystir aftur á egna hálvu, og Malta hevði yvirvág. Teir spældu alla tíðina við bæði Gilbert Agius og Stefan Sultana heilt frammi, og á miðvøllinum var tað Ivan Zammit, sum royndi at skipa spælið.

Teir komu nakrar ferðir ígjøgnum í høgru álopssíðu, og teir høvdu onkra vandamikla frísparksroynd dygst uttanvert brotsteigin, men tíbetur fyri føroyingar vóru teir sum heild eins tannleysir á útivølli, sum teir so at siga altíð hava verið, og teir høvdu ongan hundrað prosents møguleika.


Spæligleðin

Heldur var tað soleiðis, at okkara menn vóru vandamiklari, tá møguleiki var at fara í snarálop. Hóast liðið hjá honum var undirmannað, so valdi venjarin langa løtu at hava tveir álopsmenn á vøllinum, og tað var um reppið fleiri ferðir, at serliga Todi Jónsson slapp leysur.

Tað vóru tvey sløg av dygdum, sum høvdu sigurin við sær, og báðar eru týdningarmiklar fyri at standa seg væl í fótbólti. Í 1. umfarið spældu føroyingar Malta út av vøllinum, og 2. hálvleik var talan um arbeiðsavrik.

Jens Kristian Hansen, sum var fluttur mitt á miðvøllin, var við í tí mesta 1. hálvleik, tá uppspælið gekk framúr væl í síðuni hjá Øssuri Hansen.


Stríðshamurin

Og eftir steðgin vóru tað Julian Johnsson, Allan Mørkøre (fekk boð um at liggja langt afturi og meiri mitt fyri, eftir at Jan Dam var rikin av vølli og sannførdi bæði umførini um, at hann framvegis er gott boð uppá pláss í byrjunaruppstillingini) og Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson, sum drógu tunga lessið.

Taklingarnar sótu væl, og hóast mótstøðumenninir onkuntíð komu í fleirtalsstøður, og tað tyktist av vera tunnligt í verjupartinum, so komu okkara afturí aftur og ofraðu seg.

Tá tað leikaði harðast á, lá í luftini, at tað hevði verið kærkomið at fingið frískar kreftir at hjálpa til, og fleiri vórðu sendir at hita upp. Tó var tað óvæntað, at Magni Jarnskor skuldi koma inn og enda á høgra vongverja, har hann ikki plagar at spæla. Tá John Petersen kom inn var tað góður styrkur. Hann fall væl inn í samanspælið, og hevði Todi Jónsson ikki verið so móður og harvið havt mist so nógv av evnunum at taka bestikk av støðuni, so hevði sannlíkið verið stórt fyri, at John Petersen, sum var púra leysur í høgru og bóðaði eftir bóltinum, kundi havt skorað fyri aðru ferð á landsliðnum.


Málini

Men nú gjørdi tað einki, at John Petersen ikki skoraði. Okkara fingu tvey frágera góð mál, og harvið tryggjaðu teir Føroyum søguliga sigurin.

Uni Arge skoraði fyrra málið, tá seks minuttir vóru farnir. Jens Kristian Hansen fagnaði bóltin mitt á egnari hálvu, brúkti Øssur Hansen sum banda, spældi Toda Jónsson í vinstru, sum snaraði mótstøðumann av sær, fór ímóti baklinjuni og segði fyri føturnar á Una Arge, sum úr fimm metra fjarstøðu setti innaru síðuna á.

1-0 og rómin millum áskoðararnar var óførur. Og eftir eina heldur laka løtu vaks hann fram ímóti endanum á 1. hálvleiki.

Tá høvdu okkara menn í eina løtu ikki havt so stórt trýst, men so var tað, at álop í vinstru endaði við innleggið frá Øssuri Hansen og Todi Jónsson fluktaði við høgra beinið! úr fimm metrum.

Tá kókaði alt. Tað var lagt upp til stórspæl og stórsigur í 2. hálvleiki. Men so var tað, at reyða kortið var á lofti, Malta minkaði um munin, og okkara stríddu seg til tey trý stigini. Tey eru kærkomin, og vit ynskja føroyingum, Føroyum, landsliðsspælarunum og venjaranum tillukku. Næsta takið verður tikið í Prag 20. august!