finalupláss. Soleiðis var tað. Eg fari ikki at siga, at eg kann mótmæla hesi avgerð. Eg eri kanska ikki samdur, men eg skilji, at dómararnir valdu soleiðis. Eitt, sum eg kundi hugsað mær var, at vit fingu at [...] ikki hevur hoyrt áður á onkran hátt. Tað eru garvaðir menn, flest allir, sum vunnu. Onkur garvaður var eisini millum teir, sum ikki vórðu nevndir at enda. Tað er eitt sindur hugstoytt, at Flux ikki er í [...] tey sannførandi fyri øðrum. MC Hár vóru topp tunaðir, teir spældu ótrúliga væl, tað hekk saman og var tætt (tight), men kanska sangirnir tóktust eitt sindur sum »gomul tíðindi«. Eitt sindur popputari kanska
og tá kann síggjast, hvat er komið burturúr. Eftir røðurnar var ein lítil steðgur, har fólk fingu ein kaffimunn. Síðani var orðaskifti. Har var lív í. Nógv uppskot vóru uppi og vendu, og dúgliga varð spurt [...] fyri øll, men skúlastjórin helt ikki, at tað kann førast út í lívið við verandi skipan. Skúlastjórin var á Bornholm stutt eftir skothendingina í Klaksvík fyri trimum árum síðani, har fýra dreingir skutu frá [...] endaði røðuna við at handa Annlis Bjarkhamar eina yvirlýsing við yvirskriftini Skúlin fyri øll. So var ein lítil steðgur, har næmingar úr Klaksvíkar Tónlistaskúla spældu nøkur løg, og síðani fór Annlis
til skemt og gaman, sum vera man, bæði hjá manni og kvinnu: "Hetta her var eitt ordans kubb, men kvikir, tí longu kvøldar." Nú var bert eftir at skera upp og fáa matin til høldar. Teir høvdu verið í vási [...] lagnan er lagað: Annar lá undir (og hin omaná) og hevði so snediga stemmu, undirvørrin var gul og blá, tí høvdið var komið í klemmu. Umsíðir liggur alt tvøstið har, men illa tað gongur at býta; báðir vilja [...] Ruud og hansara blásiorkestur. Fer so at skera frá stertinum av umvavdur í vil og garnar - men tað var brátt annar armurin svav, og so fekk hann krampa í tærnar. Tongul gongur á hvalin upp og rópar púra
koma úr øllum heraðshornum at blása, sláa, spæla og syngja. Gleði fyri lívið Sunnudagin klokkan 16 var konsert í Norðurlandahúsinum, og teir nógvu, ungu luttakararnir borgaðu fyri, at stóri salurin varð [...] Útselt varð, og tónleikararnir megnaðu eisini væl og virðiliga at røkka út í hvønn krók. Hóast byrjanin var nakað trilvandi, so gekk konsertin væl, og spírandi evnini fingu víst, hvussu stóran týdning musikkskúlin [...] teg alt lívið, hóast tær ikki nýtist at vera nakar virtuosur fyri tað. Svart og hvítt Ársins tema var Afrika. Allur tónleikurin hevði onkursvegna rútmiskar røtur til svarta meginlandið, har upprunafólk
nógv at siga fyri tey. Og nú tá M´as Blues Band var, so noyddust vit eisini at seta eyka stólar og borð upp. Vit eru heilt vís í, at hetta var tí tað var M´as Blues Band, sum skuldi spæla. Hugnakvøldini [...] vælumtóktu M´as Blues Band at koma at spæla nøkur løg. Tey vistu frammanundan, at áhugin fyri hesum var ógvuliga stórur, og tí máttu tey avmarka talið av teimum avvarðandi til ikki meira enn fýra persónar [...] ongantíð verið so nógv fólk til hugnakvøld, greiðir Marjun Smith frá. ? - Vit vóru heili 150 fólk, og tað var ein heilt fantastiskur stemningur. Emma og hennara fólk vóru so lívlig, glað og spontan, og tey kókaðu
Í fyrra hálvleiki var tó lítið, sum bendi á, at nakar av pørtunum ætlaði sær at vinna. Úr Vágunum frættist, at spælið als ikki var nakað at reypa av fyrstu trý korterini, og at tað var rættiliga langt ímillum [...] Løgmanssteypið Undan dystinum var mest sum greitt, at ein møguligur vinnari av dystinum kom at standa við sera góðum kortum í hondini undan seinasta umfarinum í bólkaspælinum. Saman við TB høvdu bæði vágamenn [...] høvdu eisini nýtt nógva orku fyri at halda trýstinum, og nú fullu teir langt aftur á vøllin. Tíðin var tó um at renna undan hjá gestunum, men í yvirtíðini hjá dómaranum kundi Andrzej Pacek javna, soleiðis
samgonguna. Jóannes Edesgaard segði við Sosialin fyrr í vikuni, at tað var ikki av politiskum orøkum, at javnaðarflokkurin ikki var við í samgonguni, tí hann kundi taka undir við samgonguskjalinum á nógvum [...] so vaknaði, var bussurin farin og tí stóð hann eftir. ? Síðani javnaðarflokkurin fór burturúr samgongusamráðingunum, er onki lagt afturat á ríkisrættarliga økinum. ?So mikið størri spell var tað, at ja [...] javnaðarflokkurin var so seinur at viðurkenna sína undirtøku, tí sjálvsagt hevði ein breið samgonga verið tryggari. Hann sigur, at samráðingarnar við javnaðarflokkin komu til eitt punkt, har løgmaður gjørdi
sum tey sjálvi høvdu gjørt, og tað besta við tí var, at tað sást aftur í stílinum. Samfelags- og Húsarhaldsbreytin gjørdu so matin til løtuna. Og tað var ikki eiti á. Tey gjørdu mat úr einum seyði, sum [...] skóru páleggið niður á føt. So høvdu tey eisini kjøtfars við hvítleyki og reyðum piparfruktum, sum var koyrt í páleggið. Tá hevði onkur skemtandi tikið til, hvar hesin seyður mundi havt gingið, síðani tað [...] forrit á telduni, har tey kundu broyta myndirnar og útsjóndina á teimum, sum vóru á myndunum. - Tað var sera stuttligt at síggja, hvussu nógv fólk vóru broytt. Summi kendu vit als ikki aftur, greiðir Tina
stóðu á borðinum, tá kvinnur í hópatali tustu inn í hølini hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag. Endamálið var at hoyra, hvat tey kvinnuligu valevnini í Norðoyggjum høvdu uppá hjartað. 10 kvinnulig valevni hava [...] líknandi fundum áðrenn býráðs- og løgtingsval, og hevur undirtøkan verið framúr góð hvørja ferð. Og so var eisini hetta kvøldið. Um 100 kvinnur leitaðu sær inn í fjálga hølið saman við teim kvinnuligu valevnunum [...] ungdóms- og familjupolitikk og eldrarøkt. Men eisini undirsjóvartunnilin fekk nøkur orð á vegnum. Tosað var um bæði tær góðu og minni góðu avleiðingar, sum kunnu standast av honum, og um hvussu norðoyingar eiga
Føroyum. Fríggjadagin skal B36 spæla fjórðingsfinalu móti HB í kappingini um Løgmanssteypið. Ætlanin var upprunaliga, at hálvfinalan skuldi spælast sunnudagin, men um B36 kemur víðari í kappingini, so verður [...] av ferðandi til dystirnar kann økjast. Borgarstjóri tók stig til vitjan Tá borgarstjórin í Akranesi var á vitjan í Føroyum í sambandi við undirsjóvartunnilin til Norðoyggjar, tosaðu hann og formaðurin í [...] í báðum londunum. Síðani komu FSF og íslendska fótbóltssambandið við í fyrireikingarnar, og stuðul var samstundis fingin úr grunninum FITUR. ? Vit vildu hava sambondini í báðum londunum við í fyrireikingarnar