Ferðalagið úr Íslandi kemur til Føroya fríggjadagin, og sunnudagin møtast liðini í Gundadali. Dysturin verður nevndur Atlantic Cup, og vinnandi liðið fær steyp handað. Ætlanin er, at hetta skal vera ein afturvendandi dystur, sum verður á hvørjum ári.
Annað hvørt ár skal Atlantic Cup spælast í Føroyum og annað hvørt ár í Íslandi. Lagt verður fyri í Føroyum.
Fríggjadagin skal B36 spæla fjórðingsfinalu móti HB í kappingini um Løgmanssteypið. Ætlanin var upprunaliga, at hálvfinalan skuldi spælast sunnudagin, men um B36 kemur víðari í kappingini, so verður hálvfinalan útsett.
Atlantic Airways og Icelandair stuðla tiltakinum saman við grunninum FITUR, sum hevur til endamáls at menna samstarvið millum londini í Útnorði.
Ætlanin er at byggja hetta tiltakið upp til nakað stórt, so at áskoðarar og leikarar fáa áhuga fyri hesum dystinum. Komandi ár er møguligt at skipað verður fyri vikuskiftistúri til Íslands í sambandi við dystin, so at talið av ferðandi til dystirnar kann økjast.
Borgarstjóri tók stig til vitjan
Tá borgarstjórin í Akranesi var á vitjan í Føroyum í sambandi við undirsjóvartunnilin til Norðoyggjar, tosaðu hann og formaðurin í B36 saman um møguleikarnar at skipa fyri einum dysti millum meistararnar í báðum londunum.
Síðani komu FSF og íslendska fótbóltssambandið við í fyrireikingarnar, og stuðul var samstundis fingin úr grunninum FITUR.
? Vit vildu hava sambondini í báðum londunum við í fyrireikingarnar, tí næsta ár eru kanska nøkur onnur lið, ið skulu kappast um steypið. Tá kunnu sambondini taka endan, so kappingin ikki dettur niðurfyri, sigur Kristjan á Neystabø.
Dysturin verður leiktur á ovara vølli í Gundadali. Spurningurin var, um dysturin ikki skuldi leikast á Tórsvølli, men partarnir vóru samdir um, at tað kanska er nakað tíðliga at fara á Tórsvøll, og hýrurin kring vøllin er betri í Gundadali. Lassin Isaksen fer at døma dystin, og Tummas Pauli Olsen og Jens Albert Simonsen eru hjálpardómarar.
Akranes
ÍA er eitt tað mest sigursvanda felagið í Íslandi. Í nítiárunum vann felagið fimm meistaraheiti á rað frá 1992 til 1996. Síðani vann felagið aftur meistaraheitið í fjør. Tað var seytjanda ferðin, at liðið vann meistaraheitið. Liðið hevur altíð spælt við í bestu deildini í Íslandi.
Liðið er bara mannað við íslendskum leikarum, og hetta er óvanligt í Íslandi, har fleiri lið hava útlendskar leikarar í hópinum. 27 ára gamli Gunnlaugur Jónsson varð í fjør kosin ársins leikari í Íslandi. Grétar Steinsson hjá ÍA varð kosin besti ungi leikarin í Íslandi í fjør.
Royndasti leikarin er málverjin Ólafur Þórðarson, sum hevur spælt 368 dystir á besta liðnum hjá ÍA. Hann spældi sín fyrsta dyst í 1982, og hann hevur spælt 70 landsdystir fyri Ísland. Hann hevur sjey ferðir verið meistari, og seks ferðir hevur hann vunnið steypakappingina.
Akranes er annars ein lítil býur beint norðanfyri Reykjavík við 5700 íbúgvum.