Nógv ymiskt er á skránni, tá hugnakvøld er. Tað vanliga er, at køkurin ger drekkamunn við einum køkubita, men í november, tá slaktið hevur verið, borðreiða tey á Lágargarði við drýli við føroyskum viðskera. Og til dømis í januar, so verður borðreitt við føroyskum mat, sum tey avvarðandi sjálvi hava við. Á hetta hátt verða hugnakvøldini fjølbroytt og spennandi.
Hugnakvøldini byrja klokkan 19 og enda um klokkan 21.
? Hetta riggar ógvuliga væl, sigur Marjun Smith, sum er leiðari á Lágargarði.
? Øll møtast, og hetta fungerar næstan sum ein café, har tey avvarðandi hugna sær saman við familjuni og undirhaldinum, sum er á skránni. Undirhaldið er fyri tað mesta sangur og tónleikur, tí tað er tað, sum er best dámt. Onkuntíð hava vit onkran at lesa okkurt upp, og til dømis í februar mánaða hava vit eitt dansifelag, sum dansar og kvøður fyri okkum.
Bæði búfólk og familja dáma hetta tiltakið ógvuliga væl. Hetta gevur teimum møguleika at hitta onnur, og koma saman til eina hugnaliga løtu.
Emma og tey
Til at seta punktum fyri vetrarhálvuna í ár, hevði Lágargarður fingið vælumtóktu M´as Blues Band at koma at spæla nøkur løg. Tey vistu frammanundan, at áhugin fyri hesum var ógvuliga stórur, og tí máttu tey avmarka talið av teimum avvarðandi til ikki meira enn fýra persónar, soleiðis, at pláss skuldi verða fyri øllum.
? Tað hava ongantíð verið so nógv fólk til hugnakvøld, greiðir Marjun Smith frá. ?
- Vit vóru heili 150 fólk, og tað var ein heilt fantastiskur stemningur. Emma og hennara fólk vóru so lívlig, glað og spontan, og tey kókaðu av lívi. Øll klappaðu og sungu við í sangunum, og vit eru ógvuliga glað fyri hetta tiltakið. Tey vaktu virkuliga tað ungu sálina í teimum gomlu.
Marjun sigur, at tónleikur er so væl egnaður til eldri fólk. Tí sjálvt um fleiri eru dement og gloyma skjótt, so er tónleikur altíð nakað tey kenna aftur. Tey duga at syngja við teimum gomlu sangunum, og sjálvt um næstan alt er farið, so stendur sangurin eftir.
? Eisini tann sosiala samveran við familjuna, tað at hittast og tosa saman hevur nógv at siga fyri tey. Og nú tá M´as Blues Band var, so noyddust vit eisini at seta eyka stólar og borð upp. Vit eru heilt vís í, at hetta var tí tað var M´as Blues Band, sum skuldi spæla.
Hugnakvøldini á Lágargarði verða væl vitjað og eru eisini væl dámd. Bæði búfólk og familja gleða seg til hetta, og tey vera kedd um avlýst verður.
? Sjálvt um tey hava gloymt tað eina lítla løtu aftaná tað er hent, so eru tey glað ta løtuna hugnakvøldið er, og tað er tað, sum telur, sigur Marjun Smith.
Hugnakvøldini eru nú farin í summarfrí, men verða aftur á skránni, tá myrkari verður í veðrinum í september mánaða.









