LØGTINGSVAL
Klaksvík:
Kaffi og smákøkur stóðu á borðinum, tá kvinnur í hópatali tustu inn í hølini hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag. Endamálið var at hoyra, hvat tey kvinnuligu valevnini í Norðoyggjum høvdu uppá hjartað.
10 kvinnulig valevni hava í Norðoyggjum stilla upp til komandi løgtingsval, og av teimum luttóku 7 á hesum fundi.
Áhugabólkur Klaksvíkar Húsmøðrafelags hevur í fleiri undanfarin ár skipað fyri líknandi fundum áðrenn býráðs- og løgtingsval, og hevur undirtøkan verið framúr góð hvørja ferð. Og so var eisini hetta kvøldið.
Um 100 kvinnur leitaðu sær inn í fjálga hølið saman við teim kvinnuligu valevnunum, og prátað varð av øllum huga um tey ymsu evnini, sum nú einaferð stinga seg upp, tá eitt val nærkast.
Bleyt virði í hásæti
Eftir eina lítla løtu varð bjóðað vælkomin við einum felagssangi, og síðan fekk hvør flokkur 10 minuttir til at siga frá, hvat júst tey ætla at leggja dent á í komandi valskeiði.
Og tað vóru ikki tey stóru búskaparligu orðini, sum her komu fram. Heldur varð dentur lagdur á tey sokallaðu bleytu virðini, her undir barnaansing, ungdóms- og familjupolitikk og eldrarøkt.
Men eisini undirsjóvartunnilin fekk nøkur orð á vegnum. Tosað var um bæði tær góðu og minni góðu avleiðingar, sum kunnu standast av honum, og um hvussu norðoyingar eiga at fyrireika seg upp á hetta.
Eisini varð tosað um Klaksvíkar Sjúkrahús, sum flest øll valevnini vóru samd um skuldi fáa betri sømdir, soleiðis at sjúkrahúsið eisini kemur at hava týdning fyri onnur enn bert norðoyingar.
Allar vóru eisini samdar um, at tey bleytu virðini hava ligið krógvaði í alt for langa tíð. Tí var tíðin nú komin til at velja kvinnur inn á ting, so at eitt slag av javnvág kundi koma í landsins stýri, og tey bleytu virðini verða tikin meiri álvarsamt.
Framleggingin hjá flokkunum gekk skjótt og væl, og so varð boðið til kaffi og smákøkur.
Drúgt orðaskifti
Í stutta steðginum gekk prátið dúgliga millum borðini, og tey umrøddu evnini komu øll upp at venda nakrar ferðir. Og eingin talaði um, at búskapurin og vinnan høvdu fingið ov lítið av plássi í framleggingunum. Heldur sýntust kvinnurnar at verða fegnar um endiliga at sleppa at tosa um evni, ið kvinnur sum oftast brenna serliga fyri.
Eftir steðgin varð skipað fyri einum orðaskifti við orðstýrara, har møguleiki var hjá øllum at seta valevnunum spurningar av ymsum slag.
Long tíð gekk, áðrenn fyrstu spurningur kom fram, men so kom eisini ferð á.
Serliga spurningar viðvíkjandi barnaansing og flóttafólkapolitikki skaptu kjak millum bæði valevni og áhoyrarar, men eisini spurningar viðvíkjandi føroyska búskapinum høvdu áhuga millum kvinnuligu áhoyrarnar.
Hetta orðaskifti tók drúgva tíð, og ikki fyrr enn klokkan 23.00 endaði fundurin, sum byrjaði klokkan 19.30.
Men tá høvdu flestu áhoyrarnir eisini havt ríkan møguleika fyri at finna útav, hvør skuldi fara avstað við júst teirra atkvøðu á komandi løgtingsvalinum.