Løgmanssteypið
Undan dystinum var mest sum greitt, at ein møguligur vinnari av dystinum kom at standa við sera góðum kortum í hondini undan seinasta umfarinum í bólkaspælinum.
Saman við TB høvdu bæði vágamenn og EB/Streymur fýra stig fyri fýra dystir, og tí kundi ein sigur til annan partin væl gerast avgerandi fyri, hvat av liðunum skuldi koma víðari í fjórðingsfinaluna.
Sleptu takinum
Í fyrra hálvleiki var tó lítið, sum bendi á, at nakar av pørtunum ætlaði sær at vinna. Úr Vágunum frættist, at spælið als ikki var nakað at reypa av fyrstu trý korterini, og at tað var rættiliga langt ímillum løturnar, sum fingu hjartað hjá áskoðarunum at sláa nøkur eyka sløg.
Í seinna hálvleiki kom tó alt fyri eitt vend í. Vágamenn høvdu uttan iva fingið av at vita frá venjaranum, og frá fyrsta bríksli royndu teir nú at trýsta mótstøðumenninar langt aftur á vøllin.
Gestirnir royndu hinvegin í mestan mun at binda fyri, soleiðis at í øllum førum annað stigið kundi fáast av aftur oynni, og sum vera man, so viðførdi hetta, at eitt munandi trýst varð lagt oman móti málinum hjá EB/Streymi.
Leingi bendi tað tó tann vegin, at tað skuldi eydnast gestunum at verja seg til ein málleysan javnleik, tí hóast trýst og møguleikar, so tóktust teir á heimaliðnum at hava meira enn striltið við at vinna seg fram til málmøguleikar. Ikki fyrr enn ungi Jákup Joensen heilt fram móti dystarenda hevði sníkt seg framvið, bar til, og við bert heilt fáum minuttum eftir, tóktist sigurin nú vísur.
EB/Streymur hevði neyvan ætlað, at tað skuldi gerast somikið knapt, nú vágamenn høvdu skorað, men nú svaraðu teir brádliga aftur. Heimamenninir høvdu eisini nýtt nógva orku fyri at halda trýstinum, og nú fullu teir langt aftur á vøllin.
Tíðin var tó um at renna undan hjá gestunum, men í yvirtíðini hjá dómaranum kundi Andrzej Pacek javna, soleiðis at 1-1 gjørdist endaliga úrslitið.
Púrasta opið
Hetta inniber, at tað framvegis er púrasta opið, hvat av liðunum skal fylgja GÍ í fjórðingsfinaluna. Á pappírinum stendur helst ringast til hjá EB/Streymi, sum í seinasta dystinum skal takast við GÍ á útivølli.
Hini bæði fara at dystast sínamillum á Tvøroyri. Her hevur FS Vágar helst betra útgangsstøðið, tí teir hava vunnið fyrru uppgerðina móti TB, og kunnu tí kanska standa seg við javnleiki. Men tað er tó ikki víst, at hetta verður nóg mikið, tí EB/Streymur er tað av teimum trimum niðastu liðunum, sum samanlagt hevur staðið seg best í innanhýsis dystunum, so verður talan aftur um tveir javnleikir komandi vikuskiftið, verða tað teir, sum koma víðari, so alt í alt er alt framvegis púrasta opið í bólkinum.
Dysturin í tølum
FS Vágar-EB/Streymur 1-1 (0-0)
1-0: Jákup Joensen
1-1: Andrzej Pacek