Súsið í Norðoyggjum

Triðja staðið, sum mentamálaráðharrin Annlis Bjarkhamar vitjaði á síni rundferð kring oyggjarnar, var í Norðoyggjum. Fundurin varð hildin fríggjadagin í skúlanum við Ósánna

Klaksvík:
Skúlaleiðarar, skúlastýrisformenn, lærarar, bý- og bygdarráðslimir og mong onnur, sum varða av skúlunum vóru til staðar á fundinum, sum byrjaði klokkan 13. Tilsamans mundu vera eini nýti fólk.
Stjórin í Ósáskúlanum, Símin Petur Hjelm beyð øllum vælkomnum og helt eina røðu, har hann hugleiddi um, hvussu hann sær framtíðarfólkaskúlan. Hann takkaði eisini landsstýriskvinnuni fyri hetta tiltakið.
Símun Petur Hjelm segði millum annað, at tað er ein risa uppgáva at koma við uppskotum um, hvussu framtíðarskúlin skal síggja út. Og hann tosaði eisini um næmingar við serligum tørvi av ymsum slag.
Hann segði, at tað eru mark fyri, hvat ein lærari maktar og vísti á, at har í skúlanum hava tey dømi upp á truplar næmingar, sum fara avstað við nógvari tíð. Skúlastjórin vísti á, at hetta er ein stórur trupulleiki í fólkaskúlanum í dag, og hann kom við einum uppskoti um, hvussu tað møguliga kundi verðið gjørt øðrvísi.
Fólkaskúlalógin leggur upp til, at skúlin er fyri øll, men skúlastjórin helt ikki, at tað kann førast út í lívið við verandi skipan. Skúlastjórin var á Bornholm stutt eftir skothendingina í Klaksvík fyri trimum árum síðani, har fýra dreingir skutu frá hond. Á Bornholm eru tríggir heildagsskúlar við umleið tíggju næmingunum í hvørjum. Hann ímyndaði sær, at framtíðarfólkaskúlin í Føroyum fer at verða býttur í tríggjar partar. Ein heildagsskúla, ein vanligan skúla og ein serskúla.
Óluva Klettskarð, forkvinna í skúlastýrinum fyri Ósáskúlan, helt eisini røðu. Hon fegnaðist eins og skúlastjórin um hetta tiltak.
? Tað er at fegnast um, at mentamálaráðharrin tekur hetta málið í so stórum álvara, segði Óluva Klettskarð millum annað. Við atliti at tosinum um truplar næmingar, kom hon eisini inn á skúlasálarfrøðingar. Sum er, er bert ein skúlasálarfrøðingur til alt landið, og tað helt Óluva er ov vánaligt. Hon kom eisini inn á serskúlatørvin, sum er sera stórur.
Hon endaði røðuna við at handa Annlis Bjarkhamar eina yvirlýsing við yvirskriftini Skúlin fyri øll. So var ein lítil steðgur, har næmingar úr Klaksvíkar Tónlistaskúla spældu nøkur løg, og síðani fór Annlis Bjarkhamar upp á røðarapallin, har hon heitti á øll um at koma við uppskotum um, hvussu framtíðarfólkaskúlin skal síggja út.
? Eg heiti á tykkum um at taka henda møguleikan og harvið verða við til at ávirka skúlan í framtíðini, segði mentamálaráðharrin.
Hon fer at ferðast kring landið og hava fundir, har uppskot um, hvussu framtíðarfólkaskúlin skal verða, verða savnaði inn. Tá rundferðin er av, verða øll uppskotini samansjóðað, og tá kann síggjast, hvat er komið burturúr.
Eftir røðurnar var ein lítil steðgur, har fólk fingu ein kaffimunn. Síðani var orðaskifti. Har var lív í. Nógv uppskot vóru uppi og vendu, og dúgliga varð spurt og kjakast. So ikki kann annað sigast enn, at mentamálaráðharrin fór av aftur fundinum við nógvum uppskotum um framtíðarfólkaskúlan.