STABBI OG TONGUL ( feðgarnir báðir)

Yrking

lag: Ein gomul kista av kamfertræ

Hetta er kvæðið um hvalin tann,
sum feðgarnir keyptu á sinni,
til skemt og gaman, sum vera man,
bæði hjá manni og kvinnu:
"Hetta her var eitt ordans kubb,
men kvikir, tí longu kvøldar."
Nú var bert eftir at skera upp
og fáa matin til høldar.

Teir høvdu verið í vási fyrr
og kendu til luffur og limir,
bein og bygnað og spik og pirr
og vóru í hondunum fimir.
Brynjaðir standa teir lið um lið,
mála og meta um slagið,
nærkast síðan so við ov við
og leggja so báðir í vaðið.

Tongul stendur og gríslar tenn
við brýndum knívi í hendi.
"Eg haldi, at hvalurin livir enn!"
og knívin í bøkslið hann rendi,
turkar sær sveittan og svør ein eið
og stingur av almakt í blástrið:
"So nú mátti hvalurin pínadoyð..."
Men hann noyddist heim eftir plástri.

So verður flensað og skorið upp,
men ein, sum er kønur í kristni,
stillar seg gleivandi hendur í hupp:
"Nú, fáið nú ikki slysni!
Verið varnir, vælsignaðu menn!"
Og mælir á øðrum sinni:
"Setið ei hol á búkin enn,
tí kanska er Jónas har inni!"

Stabbi opnar sín telgimudd,
tá hoyrist ein veldigur brestur.
Tað er sum at hoyra Graham Ruud
og hansara blásiorkestur.
Fer so at skera frá stertinum av
umvavdur í vil og garnar -
men tað var brátt annar armurin svav,
og so fekk hann krampa í tærnar.

Tongul gongur á hvalin upp
og rópar púra forfardur:
"Eg havi leitað við lykt og lupp,
men eg finni ongar bardur!"
Tá heldur Stabbi tað vera nokk,
og hann hevur hug at skamma` hann:
"Heldur seg vera Dorethu Block,
nei tú, bardurnar tær sita framman!"

Tongul leitar sær burturfrá,
man djúpt í huganum grava,
heimi í bygdini steðgar hann á:
"Jú, víst skal eg bløðruna hava!"
Loypur so út aftur sjógv á bak
og bløðruna slítur úr kviði -
at blása gjørdist eitt ódnartak,
tí ei hevði hvalurin migið.

Feðgarnir týða til fornan sið,
tí teir skulu vilini draga;
snøggliga fara teir báðir á glið,
so ymislig lagnan er lagað:
Annar lá undir (og hin omaná)
og hevði so snediga stemmu,
undirvørrin var gul og blá,
tí høvdið var komið í klemmu.

Umsíðir liggur alt tvøstið har,
men illa tað gongur at býta;
báðir vilja teir nøra at sær,
teir guva og harka og spýta.
Partar tveir og hálvt annað skinn,
teir rokna og dividera -
tað er sum at spæla "skava og vinn"
og lata tí heldur vera.

Svá eru gávur og evni mans
at krutla og kalkulera;
tí treða teir báðir ein grindadans,
sum grindamenn plaga at gera.
Gloymd er tuggan, teir kvøða hátt,
størri er gleðin enn sorgin -
reypa óført og semjast brátt:
"Vit keypa ein annan í morgin!"

X