Musikkskúlin byggir rútmiskar brýr

Íblásturin kom frá Afrika, tá árligu rútmisku musikkskúladagarnir vóru hildnir um vikuskiftið. Tórshavnar Musikkskúli skipar fyri, og 160 ungfólk úr øllum landinum luttóku, tá Big Band, poppur, blues, gospel og rockur funnu saman í sannari harmoni

Rútmur, gleði og talent.
Tey trý orðini lýsa frægast Rútmisku musikkskúladagarnar 2003, sum vórðu hildnir í Kommunuskúlanum í Havn um vikuskiftið og endaðu við einum braki í Norðurlandahúsinum.
Musikkskúladagarnir byrjaðu fríggjadagin klokkan 15, tá børn og ung úr øllum landinum settu hvørjum øðrum stevnu. Tey vandu út á midnátt fríggjadagin, allan leygardagin og høvdu ljóðroyndir sunnudagin.
Tórshavnar Musikkskúli við Napoleon Nolsøe á odda skipar fyri, men luttakarar og lærarar koma úr øllum heraðshornum at blása, sláa, spæla og syngja.

Gleði fyri lívið
Sunnudagin klokkan 16 var konsert í Norðurlandahúsinum, og teir nógvu, ungu luttakararnir borgaðu fyri, at stóri salurin varð fyltur. Útselt varð, og tónleikararnir megnaðu eisini væl og virðiliga at røkka út í hvønn krók.
Hóast byrjanin var nakað trilvandi, so gekk konsertin væl, og spírandi evnini fingu víst, hvussu stóran týdning musikkskúlin hevur fyri menningina av føroyskum tónleiki.
Fleiri gávurík stórtalent vóru á pallinum, og harafturat fingu fólk høvi at hoyra og síggja sanna spæligleði. Og hon er ikki at forsmáa. At duga at handfara eitt ljóðføri er ein gáva, sum kann gleða teg alt lívið, hóast tær ikki nýtist at vera nakar virtuosur fyri tað.

Svart og hvítt
Ársins tema var Afrika. Allur tónleikurin hevði onkursvegna rútmiskar røtur til svarta meginlandið, har upprunafólk samskiftu sínámillum við trummum.
Trummuskinnini úr Afrika vórðu so við og við blandað upp í tey klassisku instrumentini hjá teimum hvítu, ið róptu seg siviliserað. Svørtu rútmurnar settu futt í tann hvíta mannin, og tað mátti áskoðarin í Norðurlandahúsinum eisini sanna sunnudagin.
Hendan dagin bygdi tónleikurin ikki bara brýr millum ungdóm á ymsum oyggjum í Føroyum. Vit vóru samstundis mint á, at tónleikur er gott amboð, tá byggjast skulu brýr millum lond, fólkasløg og ymsar fatanir, sum hava ilt við at tosa saman.

Trummur og klimaks
Konsertin var skilagott skipað á tann hátt, at tvey orkestur vóru inni á gólvinum í senn. Meðan annað spældi, bíðaði hitt, og soleiðis gekst so skjótt sum yvirhøvur til bar at fáa drúgvu skránna frá hondini. Eitt sera gott hugskot, sum kann endurnýtast, tá onnur stór tiltøk skulu fyriskipast.
Tað vóru heili 160 luttakarar til rútmisku musikkskúladagarnar í ár. Og tað er eitt bragd at fáa tað avgreitt upp á 1 tíma og 40 minuttir.
Í ár vóru trý Big Band, sum vóru minni og meiri vand. Tey sótu vinstrumegin á gólvinum. Høgrumegin vóru poppbólkarnir, og tey skiftust so um at spæla. Og luttakararnir bæði fingu og góvu eitt stórt upplivilsi.
Serliga stórt var upplivilsi kanska hjá klarinettunum og floytunum, sum vanliga blása klassiskar tónar. Við íblástrinum úr Afrika sluppu tey rættiliga at útfolda seg, og tað hóvaði teimum væl.
Ongin Afrika-konsert uttan eina trummufinalu. Tá trummur, jambur og afrokór endaðu konsertina við 160 glaðum ungdómum úr 8 upp í 16 ár, sum sungu felagssang, so fingu tey smáu hárinin rættiliga at kenna, hvat orðið klimaks merkir.