Jóannes var ov seinur til bussin

? Tíverri sær út til, at Jóannes Eidesgaard læt seg blinda av Lisbeth Petersen og tá ið hann vaknaði, var bussurin farin, heldur Óli Breckmann

Nýggj samgonga

?Tað er ógvuliga harmiligt, at javnaðarflokkurin ikki er við í nýggju samgonguni. Men hann kann ikki geva nøkrum øðrum skyldina fyri tað.
Óli Breckmann, formaður fólkafloksins á tingi, er er ikki samdur við Jóannes Eidesgaard ið, at fólkaflokkurin ikki vildi hava javnaðarflokkin við í hesa nýggju samgonguna.
Jóannes Edesgaard segði við Sosialin fyrr í vikuni, at tað var ikki av politiskum orøkum, at javnaðarflokkurin ikki var við í samgonguni, tí hann kundi taka undir við samgonguskjalinum á nógvum økjum og við ávísum umskrivingum og poleringum helt hann, at hann eisini kundi verið partur í samgonguni.
Veruliga orsøkin er, at fólkaflokkurin ongantíð hevur meint nakað við tað, tá ið teir hava tosað um eina breða samgongu.
Óli Breckmann sigur, at fólkaflokkurin tvørturímóti gjørdi hvat hann kundi, fyri at fáa javnaðarflokkin við.
? Men eg haldi Jóannes Eidesgaard onkusvegna hevði eyguni vend ímóti eini aðrari samgongu og tí legði hann seg so tvøran í hesi samgonguni við fólkaflokkin og tjóðveldisflokkinum heldur hann.
? Javnaðarflokkurin tók nakrar politiskar avgerðir, sum gjørdi, hann at til síðst endaði uttanfyri.
Óli Breckmann heldur, at javnaðarflokkurin sá fyri sær ein betri møguleika at skipa eina samgongu við fólkaflokkin og sambandsflokkin.
? Kanska hevur Lisbeth Petersen lovað honum løgmanssessin og kanska hevur hann latið seg blinda av hesum.
Hann heldur eisini, at tað gekk illa at fáa javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin at tosa sama mál við samráðingarborðið.
Í øllum førum heldur hann, at tað gekk illa at fáa teir báðar flokkarnar at semjast.
? Hevur javnaðarflokkurin havt ABC, sum sína ynskissamgongu, hevur hann ligið uttanfyri tað, sum samráðingarleiðarin arbeiddi við og tað hevur kanska minka áhugan fyri at finna semjur í samráðingunum, sum vóru við fólkaflokkin, tjóðveldisflokkin og sjálvstýrisflokkin.
? Skuldu vit lagt okkum eftir einiu ABC samgongu, hevði tað sett fólkaflokkin í eina nógv verri støðu tí so skuldu vit skift tveir flokkar út og so blivu vit triðja hjól. Nú hava vit skift ein flokk út og tí er fólkaflokkurin enn miðdepilin í samgonguni.
? Løgmaður arbeiddi í vikur fyri at fáa eina breiða samgongu, men tað eydnaðist ikki, ivaleyst tí at javnaðarflokkurin hevði arðar ætlanir um eina ABC samgongu.
Men á sínum eyðkenda myndamálið leggur Óii Breckmann afturat, at tá ið Jóannes Eidesgaard so vaknaði, var bussurin farin og tí stóð hann eftir.
? Síðani javnaðarflokkurin fór burturúr samgongusamráðingunum, er onki lagt afturat á ríkisrættarliga økinum.
?So mikið størri spell var tað, at javnaðarflokkurin var so seinur at viðurkenna sína undirtøku, tí sjálvsagt hevði ein breið samgonga verið tryggari.
Hann sigur, at samráðingarnar við javnaðarflokkin komu til eitt punkt, har løgmaður gjørdi av at royna aðrar leiðir og tá ið samráðingar fyrst vóru byrjaðar við miðflokkin, sigur tað seg sjálvt, at tær samráðingarnar máttu førast til enda.
? Men tíverri uppfataði javnaðarflokkurin støðuna ov seint og tí endaði hann uttanfyri, sigur Óli Breckmann.