Kol hevur verið høgt í Prestfjalli í øldir og í Rangabotni í hvussu so er ein stóran part av 1900 talinum, serstakliga frá trýatiárunum til fimtiárini. Týdningurin av hesari vinnu hevur verið svingandi [...] aldumegi og jarðarhiti - you name it! Kolið er jú eitt hitt mest upplagda alternativið, men hetta evnið hevur tann vansa, at tað ávirkar lofthavið eins nógv, ja, kanska meira enn oljan. Tey, sum seta sítt álit [...] huga. Víst hava vit nógv vatn, nógvan vind og sterkar aldur. Men vit hava altso eisini kolið, sum hevur víst seg vælegnað til upphiting av húsum. Tað er tí upplagt, at landsins myndugleikar seta eina kanning
Hesin filmur er um opinleika í sambandi við sjálvmorð. Inger Anneberg, journalistur, hevur gjørt filmin. Hon hevur granskað nógv á økinum. Møguleiki verður eisini at leggja afturat tí, sum filmurin dregur [...] leggja fyri við evninum: »Munurin á sorg við sjúku og sjálvmorði«. Eyð Hansen Høyer, sálarlækni, sum hevur granskað nógv á økinum, fer at greiða frá um evnið »Vandabólkar og sjálvmorðstekin«. Tórmóður Stórá [...] sjálvmorðshótt ella hava roynt at tikið lívið av sær, ella sum koma í samband við avvarðandi, tá onkur hevur tikið lívið av sær. Fyrireikararnir siga, at í Føroyum er talið av sjálvmorðum ikki høgt, um vit sambera
góðtaka eina treytaleysa umbering, og tað søgdu vit gott fyri, sigur Kaj Leo Johannesen. Løgmaður hevur ábyrgd av sínum landsstýrismonnum og hevði ivaleyst fleiri møguleikar í hesum málinum. Annar møguleikin [...] veruleiki, tí Jógvan við Keldu er sum kunnugt komin við treytaleysari umbering til hjúnini Rapa, og hana hevur løgmaður góðtikið. Kaj Leo Johannesen heldur, at løgmaður eftir umstøðunum gjørdi rætt. Ov ógvusligt [...] Johannesen heldur ikki, at hesi bæði málini kunnu samanberast. Onki við Johan Dahl at gera - Hetta hevur onki við Johan Dahl at gera. Eg vil slett ikki samanbera hesi bæði tingini. Vit góðtaka umberingina
prógvið um, at Firouz Gaini hevur rætt er, at ongar veljarakanningar verða gjørdar longur. Síðani buldrandi tapið hjá Javnaðarflokkinum og Sambands-flokkinum á Fólkatingsvalinum hevur avgjørt yvirhøvur ongin [...] Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin Undir yvirskriftini "Tornarósusvøvnur fjórða statsvaldsins" hevur Firouz Gaini eina sera viðkomandi grein, har hann ger vart við, at fjølmiðlarnir í mestan mun bera [...] andstøðutinglimirnir í Føroyum ikki seta spurningar og reisa mál á Løgtingi hesa tíðina, tí Løgtingið hevur summarfrí í nærum _ ár. Hesa tíðina eigur samgongan saman við báðum teimum størstu tíðindabløðunum
praktiska partinum av vitjanini hjá Amin í fjør summar, hevur danin tikið stig til vitjanina í vikuskiftinum. Endin á rundferð Amin Jensen hevur verið á rundferð í Danmark síðani í januar mánað við showinum [...] showinum hjá sær, og hann dylur ikki fyri, at talan hevur verið um eina sera væleydnaða rundferð. Endabresturin á sjálvari rundferðini verður vitjanin í Føroyum, men Amin Jensen sigur, at talan tó ikki verður [...] verða tó gjørdar í sambandi við umstøðurnar, sigur Amin Jensen. Showið hjá Amin Jensen, Blæs på DK, hevur fingið framúr góð ummæli í Danmark, bæði frá áskoðarum og frá ummælarum hjá donsku miðlunum. Sjálvur
tann mest vanliga í føroyskum tónleiki: tveir av limunum fóru av landinum í lestrarørindum, og tí hevur bólkurin verið óvirkin seinasta hálva árið. Seinasta konsertin var í Aalborg, har bólkurn luttók á [...] bólkinum Franz Jónas Galán gjørdist við 48 Pages, eitt kent annlit á føroyska rokkpallinum. Hann hevur síðan gjørt vart við seg í bólkunum einkikanndiskuterast.altkann, Fólkayvirlitinum, The Headliners [...] seinastu tíðina, sum gittarleikari í Sic, og andlit úr lýsingarheiminum. Nýggjur gittarleikari Í summar hevur bólkurin vant á Margarinfabrikkini í Havn, trummuleikarin Eyðun Müller er komin aftur til Føroyar
Síðan møtti hon Vagn, ið hon hevur livað eitt ríkt lív saman við, og hava tey tikið lut í mongum felagslívi. Teirra hurð er altíð opin, og blíðskapurin er sum hann altíð hevur verið. Nú heilsan hjá er er [...] er farin at bila, er hann ein stór hjálp hjá tær, og tað vil eg takka honum fyri. Ella hevur altíð havt stóran tokka til børn, tað hava vit notið gott av, og hava nógv at takka mostur fyri. Og minnast vit [...] tvey langommubørn, ið eru henni til stóra gleði. Mostur góða, við míni hjartans tøkk fyri alt, ið tú hevur verið fyri meg og míni, ynski eg tær hjartaliga tillukku við 90 ára degnum. Má Harrin signa teg framyvir
snarsintur, at hann fleiri ferðir er farin burtur frá vanligari mannagongd og hevur gingið egnar leiðir, og at hann hevur havt ilt við at samstarva við onnur. Men mánadagin misti forsetin tolið við Senatinum [...] amerikanskur forseti hevur tilnevnt ein ST-sendiharra uttan góðkenning frá Senatinum, og demokratisku senatorarnir halda tað vera óheppið, at USA skal hava ein sendimann í ST, sum ikki hevur fingið ta vanligu
stutta tíð. Mótbrekka hjá hoyvíkingum Hjá H71 hevur tað gingið ógvuliga striltið seinastu vikurnar. Eftir ein serstakliga góða byrjan upp á kappingarárið, hevur tað seinastu vikurnar verið talan um eina tunga [...] tunga mótbrekku hjá hoyvíkingunum. Hóast teir hava verið nær við at fáa stig til høldar, hevur tað so at siga hvørja ferð kiksað í seinastu løtu, og tá kann tað verða tungt at fáa menn upp aftur við høvdunum [...] Gerster og Niels Viggo Niclasen, so dúva strandingar meiri upp á sínar lágvaksnu og fótfimu menn. Tað hevur altíð verið eitt eyðkenni fyri strandingar, at teir hava spælt skjótan hondbólt, og fáa teir gongd
lið, at silvurið og bronsan verða býtt. Tað hevur ligið væl fyri hjá Drátti í seinastuni, men spurningurin er, um ósigurin fyri Mjølnir farna vikuskifti hevur tikið eitt sindur av mótinum frá teimum aftur [...] teir tríggir írestandi dystirnir ógvuliga lættir út hjá Mjølnir. Heima móti lægstu liðunum Mjølnir hevur sum áðurnevnt tríggjar dystir eftir á skránni í ár. Teir eru móti trimum teimum niðastu liðunum í [...] Tá ið Dráttur og TB herfyri hittust í Trongisvági, vann Dráttur ein spennandi og javnan dyst. TB hevur verið eitt sindur óstøðugt í seinastuni, og fleiri ferðir hava tær verið noyddar til at spæla fimm