Heykurin skal samstarva

Hóast mótmæli frá Senatinum hevur George W. Bush, forseti, sett tann umstrídda John Bolton at umboða USA í ST

Demokratarnir í Senatinum hava roynt alt til tess at forða fyri, at John Bolton bleiv valdur til at at umboða USA í ST. Teir hava undir avhoyringum avdúkað, at hann er alt ov snarsintur, at hann fleiri ferðir er farin burtur frá vanligari mannagongd og hevur gingið egnar leiðir, og at hann hevur havt ilt við at samstarva við onnur.
Men mánadagin misti forsetin tolið við Senatinum og boðaði frá, at hann hevði nýtt eina heimild í stýrisskipanini, sum sigur, at forsetin kann tilnevna ST-sendimannin uttan góðkenning frá Senatinum. Í slíkum førum er starvstíðin hjá sendimanninum kortini avmarkað, og John Bolton er tí fyribilssettur til 1. januar í 2007.
Tað ikki hent síðani 1948, at ein amerikanskur forseti hevur tilnevnt ein ST-sendiharra uttan góðkenning frá Senatinum, og demokratisku senatorarnir halda tað vera óheppið, at USA skal hava ein sendimann í ST, sum ikki hevur fingið ta vanligu góðkenningina. Men Bush sigur, at hann og stjórnin kunnu ikki bíða longur.

- Hesin sessurin er alt ov týdningarmikil, til at hann kann standa tómur, serliga nú landið er í kríggi, og nú ætlanir eru um nýskipanir í ST, segði forsetin, tá hann kunngjørdi avgerð sína.
ST-diplomatar hava roynt at doyva kjakið um John Bolton, og Kofi Annan var eisini varin, tá hann gjørdi sínar fyrstu viðmerkingar til tilnevningina.
- Tað er í lagi, at ein sendimaður leggur trýst á, men ein sendimaður eigur at hava í huga, at hann skal sannføra 190 aðrar ella í hvussu er ein stóran meiriluta av teimum, skal hann fáa nakað burturúr, segði ST-aðalskrivarin. Hann legði afturat, at sjálvur ætlar hann sær at samstarva við John Bolton sum umboð fyri amerikanska forsetan og stjórn hansara.