Sjálvmorðsfyribyrging í Miðlahúsinum

Dagurin í dag, 10. september, er alheimsdagur fyri sjálvmorðsfyribyging, og hann verður hildin ymsastaðni í heiminum. Í hesum sambandi verður skipað fyri tiltøkum í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn. Talan verður bæði um alment tiltak og seminar fyri fakfólk

Almenna tiltakið er fyri øll, sum hava áhuga fyri, hvussu vit hjálpa avvarðandi, og hvussu vit fyribyrgja sjálvmorði. Hetta tiltakið verður frá kl 17:30 til 20.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum leggur fyri. Síðani verður danski dokumentarfilmurin, »Sannleikin um eitt sjálvmorð« vístur. Hesin filmur er um opinleika í sambandi við sjálvmorð. Inger Anneberg, journalistur, hevur gjørt filmin. Hon hevur granskað nógv á økinum. Møguleiki verður eisini at leggja afturat tí, sum filmurin dregur fram.
Síðani fer Kathrina Lindenskov Joensen, sálarfrøðingur, at leggja fyri við evninum: »Munurin á sorg við sjúku og sjálvmorði«.
Eyð Hansen Høyer, sálarlækni, sum hevur granskað nógv á økinum, fer at greiða frá um evnið »Vandabólkar og sjálvmorðstekin«.
Tórmóður Stórá, sálarlækni, fer at leggja fyri um evnið »Myturnar eru nógvar um sjálvmorð«. Hann fer at taka saman um, hvat vit vita, og hvat verður rátt til fyri at byrgja fyri at fólk taka seg av døgum.
Hesin parturin av tiltakinum, sum byrjar kl 17:30, er almennur, og neyðugrt er ikki at tekna seg til. Øll eru vælkomin, men plássið er sjálvandi avmarkað, siga fyrireikararnir.
Fyrrapartin millum kl 10-16 - verður seminar fyri fakfólki, sum í yrki sínum koma í samband við fólk, sum eru sjálvmorðshótt ella hava roynt at tikið lívið av sær, ella sum koma í samband við avvarðandi, tá onkur hevur tikið lívið av sær.
Fyrireikararnir siga, at í Føroyum er talið av sjálvmorðum ikki høgt, um vit sambera við grannalondini. Men eisini eitt lítið tal kann gerast minni. Um talið ikki er stórt, so ger tað ikki, at tað er minni svárt hjá teimum sum sita eftir - kanska tvørturímóti.
Ætlanin við tiltakinum er at leggja høvuðsdentin á fyribyrging og at lýsa støðuna hjá teimum, sum sita eftir - við atlitið til, hvat gerast kann fyri at hjálpa.