48 Pages gera aftur um seg

Niels Uni Dam

Garrvilli rokkbólkurin 48 Pages er aftur í venjingarhølunum á Margarinfabrikkini og fer skjótt undir at spæla aftur. Teir siga, at teir ætla at rokka Føroyar sum ongantíð fyrr.
48 Pages gjørdi í fjør nógv um seg. Við hópin av konsertum bæði her heima og í útlandinum, og við luttøku á fløguni Ampa-ljóð, var hetta ein av virknastu bólkunum í landinum. Men so var knappiliga stilt. Brølini og frumskríggini vóru tagnað, gittarhelvitið slóknað og eingin trumma sló longur.
Útisetar
Orsøkin til tøgnina var tann mest vanliga í føroyskum tónleiki: tveir av limunum fóru av landinum í lestrarørindum, og tí hevur bólkurin verið óvirkin seinasta hálva árið. Seinasta konsertin var í Aalborg, har bólkurn luttók á "Europas største ungdomsfestival".
Sangarin í bólkinum Franz Jónas Galán gjørdist við 48 Pages, eitt kent annlit á føroyska rokkpallinum. Hann hevur síðan gjørt vart við seg í bólkunum einkikanndiskuterast.altkann, Fólkayvirlitinum, The Headliners og nú seinastu tíðina, sum gittarleikari í Sic, og andlit úr lýsingarheiminum.
Nýggjur gittarleikari
Í summar hevur bólkurin vant á Margarinfabrikkini í Havn, trummuleikarin Eyðun Müller er komin aftur til Føroyar, men gittarleikarin Bjartur Dal-Christiansen enn er uttanlands, tí er Edmund í Garði nýggjur gittarleikari. Edmund er millum gávuríkastu ungu gittarleikararnar í landinum, hann hevur fyrr spælt við Krit, Side Effect og Zink.
DVD útgáva
Meðan bólkurin var í Aalborg, vóru teir í upptøku-høli, og tóku níggju løg upp, enn er eingin avgerð tikin um ella hvussu upptøkurnar skulu útgevast. Men á heimasíðuni sigur bólkurin, at teir hava arbeitt við ætlanum um eina DVD, við ljóð og myndum. Umframt upptøkurnar í Aalborg, hava teir eisini gjørt eitt sjónbandalag til sangin "Irish Wimp", og ein lítlan dokumentarfilm um upptøkurnar av Ampaljóð. Tó er henda DVDin enn bert ein møgulig ætlan.