Strandingarnir hava bestu kortini á hondini. Teir vunnu fyrru hálvfinaluna í Hoyvík við einum máli, og harumframt má sigast, at teir hava sálarligu yvirvágina móti H71, tí teir hava vunnið tvær ferðir á teimum innan fyri stutta tíð.
Mótbrekka hjá hoyvíkingum
Hjá H71 hevur tað gingið ógvuliga striltið seinastu vikurnar. Eftir ein serstakliga góða byrjan upp á kappingarárið, hevur tað seinastu vikurnar verið talan um eina tunga mótbrekku hjá hoyvíkingunum. Hóast teir hava verið nær við at fáa stig til høldar, hevur tað so at siga hvørja ferð kiksað í seinastu løtu, og tá kann tað verða tungt at fáa menn upp aftur við høvdunum.
Júst hesi bæði liðini hittust í steypafinaluni í fjør, og tá vóru tað strandingar, ið drógu longra stráið og vunnu ein tryggan sigur. Liðið hjá StÍF er lítið broytt í mun til í fjør, og hava strandingar ein góðan dag, kunnu teir lættliga koppa øllum liðunum í Føroyum.
StÍF og H71 eru eisini tvey ógvuliga ymisk lið. Meðan hoyvíkingarnir eru stórir og vælvaksnir við nógvum stórum skjúttum, so sum Halgir Dahl Olesen, Piti Negru, Henrik Gerster og Niels Viggo Niclasen, so dúva strandingar meiri upp á sínar lágvaksnu og fótfimu menn. Tað hevur altíð verið eitt eyðkenni fyri strandingar, at teir hava spælt skjótan hondbólt, og fáa teir gongd á skjótálopini hjá sær, eru teir truplir at steðga.
Ein dystur millum StÍF og H71 leggur eisini upp til ein dyst millum nakrar av bestu málverjunum í landinum. Marian í málinum hjá StÍF er óivað besti málverji í landinum, meðan bæði Levi Nybo og Jens Skipagøta eru millum teir allarbestu føroysku málverjarnar.
StÍF noyðist nokk at átaka sær favoritleiklutin, men hoyvíkingar verða óivað uppsettir upp á at fáa okkurt gott burtur úr steypakappingini, nú teirra leiklutur í landskappingini tykist verða avgreiddur.










