Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Undir yvirskriftini "Tornarósusvøvnur fjórða statsvaldsins" hevur Firouz Gaini eina sera viðkomandi grein, har hann ger vart við, at fjølmiðlarnir í mestan mun bera hugnalig tíðindi og gloyma sína uppgávu sum vaktari mótvegis politiska valdinum. Hann spyr í greinini: "Men hvar er blaðfólkið? Hvar eru politisku analysurnar? Hvar eru kritisku eygleiðingarnar? Eg síggi tær ikki."
Her er svarið
Eg havi eitt sera stutt og greitt svar til Firouz Gaini: Javnaðarflokkurin eigur Sosialin og sambandsfólk eiga Dimmalætting. Tað ger, at hesi bløð heldur ynskja at bera hugnalig tíðindi um rundar føðingardagar og summarstevnur og soleiðis flyta fokus frá ódugnaligu samgonguni í teirri vón, at fólk við tíðini fara at gloyma mistøkini.
Tingið í summarfrí
Tíverri kunnu teir 11 andstøðutinglimirnir í Føroyum ikki seta spurningar og reisa mál á Løgtingi hesa tíðina, tí Løgtingið hevur summarfrí í nærum _ ár. Hesa tíðina eigur samgongan saman við báðum teimum størstu tíðindabløðunum meginpartin av skrivliga tíðindaflutninginum, og soleiðis ber til at tiga tað burtur, sum ikki gagnar samgonguni.
Ongar veljarakanningar
Eitt tað besta prógvið um, at Firouz Gaini hevur rætt er, at ongar veljarakanningar verða gjørdar longur. Síðani buldrandi tapið hjá Javnaðarflokkinum og Sambands-flokkinum á Fólkatingsvalinum hevur avgjørt yvirhøvur ongin áhugi verið hjá hesum báðum bløðunum at gjørt veljarakanningar, tí tey munnu vita sum er, at undirtøkan hjá samgonguni helst ikki er nakað at rópa hurrá fyri. Ein veljarakanning av hesum slagi kostar uml. 13.000 krónur, meir er tað ikki. Tað skuldi annars verið stórur áhugi fyri eini veljarakanning aftaná "søguligu frambrotini" hjá løgmanni og hansara monnum í sambandi yvirtøkulógirnar og uttanríkispolitisku heimildarlógir-nar í vár.
Men best er helst at halda summarhugnanum uppi og gloyma politikk sum longst - fyri samgonguna.