Amin vitjar í vikuskiftinum

Komandi leygarkvøld fer kendi danski undirhaldarin Amin Jensen á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Tá ið Amin Jensen vitjaði í Føroyum á Ólavsøku í fjør, dámdi honum so mikið væl,
at hann gjørdi av at vitja aftur í vár. Saman við Jákup Jacobsen, ið stóð fyri praktiska partinum av vitjanini hjá Amin í fjør summar, hevur danin tikið stig til vitjanina í vikuskiftinum.

Endin á rundferð
Amin Jensen hevur verið á rundferð í Danmark síðani í januar mánað við showinum hjá sær, og hann dylur ikki fyri, at talan hevur verið um eina sera væleydnaða rundferð. Endabresturin á sjálvari rundferðini verður vitjanin í Føroyum, men Amin Jensen sigur, at talan tó ikki verður um heilt tað somu framførsluna sum vanligt, tí ikki ber til at fáa alla útgerðina við sær til Føroya, ið vanliga verður nýtt í Danmark.
Tó sigur stóri danin, at talan ikki verður um nakra lágprísútgávu av showinum hjá sær, sum áskoðararnir fara at uppliva í Fuglafirði leygarkvøldið.
- Nei, tað verður tað sama showið, men onkrar tilllagingar verða tó gjørdar í sambandi við umstøðurnar, sigur Amin Jensen.
Showið hjá Amin Jensen, Blæs på DK, hevur fingið framúr góð ummæli í Danmark, bæði frá áskoðarum og frá ummælarum hjá donsku miðlunum. Sjálvur hevði Amin Jensen ikki væntað hetta.
- Tað kom eitt sindur óvart á meg, tí eg haldi hesaferð fari eg til markið, og møguligani eisini út um mark, og tí hevði eg heldur væntað, at onkur fór at finnast at showinum, greiðir Amin Jensen frá.

Líkjast bornholmarum
Sambært Amin Jensen eru føroyingar sum áskoðarar ikki heilt ólíkir borholmarum.
- Føroyingar eru ómetaliga ærukærir eins og bornholmarar, men samstundis eru teir eisini sjálvironiskir, og tað dámar mær stak væl. Eg haldi eisini, at eg sjálvur líkist teimum, og tað er kanska tað, ið ger, at eg kenni meg so mikið væl móttiknan og væl tilpassar í Føroyum, sigur Amin Jensen.